Politiska lívið í bíðistøðu í gjár

Í hesum døgum stendur nýggja stýrisskipanarlógin sína roynd. Anfinn Kallsberg, samráðingarleiðari, hitti umboð fyri ymsu flokkarnar í gjár, har tey søgdu sína hugsan um útspælið hjá samráðingarleiðaranum

Í politikki er avgjørt neyðugt at vera tolin. Tað noyddust partarnir á Gamla Apoteki at ásanna í gjár . Flokkarnir bíðaðu eftir hvør øðrum, og eftir úrslitinum av 1. umfari av samráðingunum at skipa samgongu.

Ein flokkur fyri og annar eftir fóru á fund við Fólkaflokkinum, og síðani bíðaðu teir eftir næsta útspælinum.

Alt var hugsandi og kortini óvist í flokssamansetingini, og eingin vildi siga stórvegis um, hvat ymsu flokkarnir hildu vera mest umráðandi at fara í møguligar samgongusamráðingar við.

Hóast nógvir politikarar vóru á Gamla Apoteki, so var einki prát um politikk uttan fyri samráðingarhølið hjá Anfinni Kallsberg.

Vitjaðu vit inn á gólvið í ymsu flokshølunum, varð prátað um leyst og fast, men støðan var øgeliga spent. So var køkurin besta staðið at vitja,. Har sótu politikarar úr ymsu flokkunum og tosaðu um mang og hvat.

Tá so er, ber altíð til at tríva í onkra søgu.Teir hava allir verið saman á onkrari ferð uttanlands, og har er einki floksmark. sum skilir. Tá ein frásøgn byrjar, verða politikarar úr øllum flokkumtiknir við í søguni, sum so eisini kunnu geva sítt ískoyti.


Ein tíma til

hvønn flokk

Fyrsti flokkur at hitta samráðingarleiðaran mikumorgunin var Tjóðveldisflokkurin. Hóast ein tími var avsettur til hvønn flokkin, gekk bert ein løta, og Høgni Hoydal við sínum monnum kom út aftur.

­ Fólkaflokkurin hevur biðið um eitt aftursvar uppá sera positiva fundin í gjár, har vit m.a. tosaðu um mál, sum byggir víðari á ríkisrættarliga økið, sigur Høgni Hoydal..

Hann heldur, at grundarlag er fyri eini sjálvstýrissamgongu, men at tað tá verður neyðugt hjá Fólkaflokkinum at prioritera.

­ Vit søgdu tí Anfinni Kallsberg, at vit hildu tað vera ruddiligast, um hann tosaði við hinar flokkarnar fyrst, og at vit síðani eru til reiðar at fara undir realitetssamráðingar, sigur Høgni Hoydal.

Hann er frameftir sinnaður fyri at fáa eina breiða samgongu, og leggur dent á, at talan bert kann vera um sjálvstýrissamgongu. Málið er bert, hvussu hon skal myndast.

Velur Fólkaflokkurin at fara í samgongu við t.d. Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, telur samgongan 23 limir. Tað er tí óvist um Sjálvstýrisflokkurin verður boðin við í samgongu, um henda loysnin verður tikin framum aðrar.


Óheppið við ov breiðari samgongu

Nógv verður tosað um, at samgongan skal vera breið sum til ber, tí nógv stórmál eru fyri framman at loysa. Tá eru fólk ymisk á máli. Nøkur halda, at ov breið samanseting, bert ger tað torførari at fáa fulla undirtøka í tinginum, fyri sera týðandi málum.

Jóannes Eidesgaard var fámæltur, áðrenn fundin við samráðingarleiðaran. Hann vildi bert siga, at um tað kom til realitetssamráðingar, so fór Javnaðarflokkurin at føra síni sjónarmið fram.

Tá umboðini fyri Javnaðarflokkin komu útaftur av fundinum, segði Jóannes Eidesgaard:

­ Eg kann bert siga, at Anfinn Kallsberg ikki datt niður av stólinum, tá hann fekk okkara svar.

Næsti flokkur í fundarrøðini var Sambandsflokkurin. Edmund Joensen sigur, at hetta umfarið er liður í samráðingunum, og at teir hava viðgjørt uppleggið frá Fólkaflokkinum í einum positivum anda.

­ Tað er ikki so torført hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum at tosa um búskaparligan og liberalan politik, men sjálvandi er lagt millum partarnar, tá talan er um ríkisrættarligu viðurskiftini, sigur Edmund Joensen.

Hann heldur, at tað eisini telur, at fólkið hevur valt 17 borgarlig umboð í tingið, og at møguleiki er fyri borgarligari samgongu.


Sjálvstýrissamgonga

Sjálvstýrisflokkurin skuldi upprunaliga hitta Anfinn Kallsberg á middegi í gjár, men fundurin varð útsettur ein tíma.

Tá vit tosaðu við Helenu Dam á Neystabø á middegi, hevði hon varhugan av, at ein sjálvstýrissamgonga var ein nærliggjandi møguleiki, við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum tilsamans telur 18 limir.

Miðflokkurin við Jenis av Rana sum einasta umboð, var seinastur á fundinum í gjár. Jensi av Rana peikað á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara, men hann stuðlaði borgarligari eins væl og sjálvstýrissamgongu.


Anfinn ætlar at gera skjótt av

Tá hesar reglur verða skrivaðar, eru fleiri møguleikar fyri at fáa eina samgongu.

Anfinn Kallsberg segði á middegi í gjár, at fundirnir høvdu verið áhugaverdir, og at hann møguliga longu seinnapartin var til reiðar at fara undir veruligar samgongusamráðingar við teir flokkar, sum høvdu besta boðið.

Eydnast tað ikki Anfinni Kallsberg at koma til eina niðurtsøðu áðrenn kl. 11 leygardagin, verður farið undir nýtt umfar at finna samráðingarleiðara.