Sosialurin fekk eina longri samrøðu við stjóran seinastu fýra árini Peter Turtschaninoff.
Vit spurdu hann fyrst, hvussu tað kom í lag, at hann kom til Føroya:
Eg vitjaði her fyrstu ferð í sambandi við eina ráðstevnu fyri norðurlendsk fjølmiðlafakfeløg. Eg var tá stjóri í Nordfag og vit høvdu leingi kjakast um, hvørt vit skuldu loyva Føroyum upp í samstarvið. Nógv hildu, at tað fór at gerast ov dýrt at innlima hetta lítla fjarskotna landið, men eg setti hart móti hørðum og og fekk hini at viðganga, at um man hevur eitt norðurlendskt samstarv, so má tað umfata øll norðurlond. Úrslitið av hesi innliming var, at ein ráðstevna fyri øll tey norðurlendsku fakfeløgini var hildin í Føroyum, og eg fekk ein gamlan dreym at ganga út. Í eini tjúgu ár frammanundan hevði eg havt áhuga í Føroyum og roynt at lisið tilfar, sum eg fekk hendur á, so eg gleddi meg nógv, tá eg endiliga fekk høvið at koma hendanvegin.
Karmurin um tiltakið var Norðurlandahúsið, og eg fall fyri tí beinanvegin. Tað var sum talaði tað til mín í tí løtu, eg trein um gátt. Eg hugsaði, at hetta var eitt fantastiskt stað at arbeiða í. Eg kom í prát við táverandi stjóran Jan Kløvstad, og hann segði mær, at hann var um at fara frá og at starvið skuldi lýsast leyst heilt skjótt. Eg fekk hann at lova at geva mær eitt prei og boðaði eisini føroysku limunum í nevndini frá, at eg gjarna vildi fáa boð, og síðan fór eg heim at fyrireika eina umsókn.
Men nei
Men starvið vísti seg at vera heilt øðrvísi, enn eg hevði ímyndað mær. Eg trúði, at eg skuldi brúka stórstu orkuna til at byggja upp skráir og fyriskipa tiltøk, meðan mesta av praktiska arbeiðinum varð gjørt av øðrum. Men eg mátti skjótt síggja í eyguni, at so var ikki. Húsið sjálvt kravdi stórar ábøtur og umvælingar, tí tað eftirhondini var niðurslitið í nógvar mátar. So býtið kom at verða so, at eg havi brúkt umleið 20% av arbeiðsorkuni til at leggja og fyriskipa skránna, meðan restina av tíðini er farin við at væla um húsini.
Fígging
Alt hetta kravdi sjálvandi eyka fígging, tí tað eru ikki settar meira enn 50.000 kr. av til umvælingar á fíggjarætlanini, og so skuldi alt arbeiðið við at leita eftir pengum afturat. Gólvini vóru slitin. Ljós- og ljóðútgerðin er ótíðarhóskandi. Onki goymslurúm var í húsinum o. s. fr. Men harafturat var eisini neyðugt at nútímansgera og broyta sovorðið sum telduútgerð - sum var út av lagi, roknskap og bókhald og arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum. Organisasjónsbygnaðin máttu vit eisini gera nakað við, og vit máttu útbúgva og skipa starvsfólkini eftir ábyrgd og arbeiðsuppgávum á ein meira skynsaman hátt. Frammanundan var húsið skipað sum ein púra fløt organisasjón, har stjórin hevði ábyrgd og ávirkan á alt, soleiðis at hvør skrúva skuldi keypast ígjøgnum meg, og tað mátti sjálvandi broytast. Eg útnevndi tveir undirstjórar - ein fyri skrivstovuarbeiði og fyriseting og ein tekniskan, sum fingu avgerðarætt, so arbeiðsgongdin bleiv nógv smidligari.
Fyrireikað fígging
Fortreytin fyri at fáa fígging í dag er í stóran mun, um man hevur greið og skillig tøl at vísa á, og tí mátti eg fara undir at seta tøl á alt og fáa eina fíggjarætlan, sum umfataði hvørt nikk og prikk. Eg havi saman við landsbygginfelagnum gjørt eina viðlíkahaldsfíggjarætlan fram til ár 2010, har allar umvælingar og endurnýggingar framyvir eru skipaðar. So kunnu vit altíð taka ætlanina fram og vísa á, at alt er væl umhugsað og planlagt leingi. Við einum sovorðnum greiðum skjali er lættari at fáa sponsorar at skilja tørvin og játta fígging. Ráðharraráðið letur til dømis nærum eina milljón eyka um árið sum beinleiðis avleiðing av hesum skjalinum. Fylgjan hevur eisini verið, at Norðurlandahúsið í mun til sína stødd og arbeiðsøki hevur fingið væl meira pening játtaðan enn aðrar norðurlendskar mentanarstovur. Sannroyndin í dag er, at tað gerst alsamt meira torført at fáa stuðul til norðurlendskt samstarv. Svøríki hevur til dømis meldað heilt pass, aftaná at tað fór upp í ES.
Nógvir munnar
Krøvini til ein stovn sum okkara eru alsamt strangari, samstundis sum vit fáa minni og minni at arbeiða við fíggjarliga. Einasti vegurin fram er at vera effektivur, so tú hevur úrslit at vísa á, tá tú fert at biðja um stuðul. Í dag verða pengarnir býttir heilt øðrvísi. Baltikum verður flokkað upp í Norðurlond, og har endar ein fittur partur av miðlunum. Eg síggi tað tó ikki sum forðingar, men heldur sum møguleikar. Vit hildu baltiska viku og sent fólk av stað til Baltikum og hetta var gott at vísa á í Norðurlandaráðnum. Og í ES fer jú ein rúgva av pengum til mentan og millumtjóðasamstarv, so um tú dugir væl og ert effektivur, er hetta bara møguleikar afturat teimum, sum longu finnast. Eisini haldi eg, at vit kundu roynt at funnið nýtt mentanarsamstarv t.d. í Skotlandi og Íslandi, sum liggja okkum nærmast - ella kanska í Kanada, hví ikki?
Fleiri pengar
Í mínari tíð hava vit fingið hækkað fíggjarætlanin úr 8,6 milljónum upp í 10. Hetta kemst av hørðum arbeiði. Tað keðiliga er so, at vit í veruleikanum áttu at fingið enn meira, um vit samanbera við árini frammanundan. Játtanin hevur verið tær somu 8,6 milljónirnar í nógv ár, og talið hevur ikki verið prístalsviðgjørt, so í veruleikanum fáa vit kanska ikki meira fyri ta 1,4 milljónina, vit hava stríðst fyri at fingið afturat. Um gongdin heldur fram, so endar tað við, at vit ikki hava ráð til annað enn at hava húsið koyrandi, men uttan tiltøk. Hetta er ræðuligt, og støðan sum hon er nú, har eg má brúka stóra orku og tíð til at renna runt og bidda um pengar, er eisini ótolandi.
Hevði tú eina greiða arbeiðsuppgávu, tá tú vart settur?
Nei. Hana mátti eg finna út av sjálvur. Jan Kløvstad setti meg eitt sindur inn í starvið, men tað vóru ringar stundir og tað var farið ógvuliga skjótt ígjøgnum alt. Eg gjørdi so tað í staðin, at eg førdi persónligar samrøður við øll starvsfólkini hvør sær, og brúkti tær til at skapa mær eina mynd av raksturinum og tørvinum í húsinum.
Eg havi ein beinleiðis kunnleika til ta skapandi listina við tað, at eg eri tann einasti stjórin sum havi livað av at verið á palli, sum sjón- og filmsleikari. Eg kenni umstøðurnar og krøvini, og tað haldi eg, at eg havi kunnað brúkt í hesum starvinum. Vandin við einum slíkum húsi er altíð, at tað endar sum eitt listasavn, sum bara hevur framsýningar hangandi og hyggur at, meðan okkurt verður framført. Tað er av týdningi, at man fer inn og er við, og brúkar allar møguleikarnar í húsinum. Norðurlendska blaðið OZON er eitt gott dømi. Eitt sovorðið hús skal altíð hava fingurin á pulsinum fyri at vita, hvat fyriferst í samfelagnum, men eisini fyri at vita, hvat fer fram í heiminum uttan um okkum og brúka hesa vitan til at senda impulsir út í samfelagið.
Sparitiltøk
Eg arvaði eitt hús við einum undirskoti upp á eina hálva milljón, so eg var noyddur at avmarka tiltøkini ta fyrstu tíðin, inntil tað var vunnið innaftur. Hetta var orsøkin til, at fyrsta árið við mær sum stjóra kanska var eitt sindur linligt við tiltøkum, men aftaná fyrstu fýra mánaðirnar komu vit nøkulunda upp undan aftur.
Men úrslitið er so eisini, at vit eru um at fáa umvælt og fríðkað øll húsini. Vit hava havt umfatandi høvuðsreingerð og vaskað tað úr enda í annan. Vit hava bygt 3 nýggjar skrivstovur. Vit hava endurnýggjað alla ljóðútgerðina. Umvælt gólvini. Í næstum fara vit so undir at mála øll húsini. Norðurlendsk kunningartænasta er sett í verk, og Húsið hevur alla ta tøknina, sum í løtuni verður nýtt til samskifti.
Í fjør var metár. Tá høvdu vit 406 tiltøk og 54.000 vitjanir í húsinum, men av tí at vit ikki kunnu telja øll, sum koma á gátt, so kunnu vit saktans leggja eini 20.000 afturat, sum bara koma inn at hyggja, uttan at keypa atgongumerki til nakað tiltak.
Íløgupolitikkur
Eitt aðalmál hjá Norðurlandaráðnum er at stuðla børnum og ungum, og tað havi eg av álvara tikið til eftirtektar. Eg haldi, at tað liggur ein sosial uppgáva í hesum. Barnaleikir, barnadagurin nú sunnudagin, Prix Føroyar, Rock Nátt, ungdómsdansibólkur til Grønlands, OZON, Skeyk, øll eru tiltøk, sum eru komin í mínari tíð. Eg havi eisini lagt meg eftir at uppfylla ynskið um, at fáa virksemið út um alt landið. Og harafturat at fáa fólk úr øllum landinum og øllum áhugabólkum inn í húsið. Í dag er húsið fyri øll og vitjað av øllum - ikki bara einari mentanarelitu.
Vansin við at skipa fyri tiltøkum úti um landið er, at tað er ótrúliga dýrt. Tað rætta var sjálvandi, at sjálvt smáoyggjarnar og útjaðaraøkini sluppu upp í part, men er næstan ógjørligt. Beint nú arbeiða vit við at fáa ein útgerðarbil, sum hevur alla útgerð, so man kundi havt framførslur sjálvt um føstu umstøðurnar á staðnum ikki eru góðar. Útgerðin er ongantíð nóg góð á bygd til at senda yrkislistafólk út, men við einum sovorðnum fullútgjørdum bili, kundi tað verið gjørligt. Mær dámar illa at biðja um fígging í Føroyum, tí íløgupeningurin her skal helst brúkast til annað enn at fíggja tiltøk hjá Norðurlandahúsinum. Men til dømis til hendan bilin havi eg verið úti og spurt meg fyri, tí gagnið hjá føroyska samfelagnum úr hesum er eyðsæddur.
Føroyskt hús
Húsið er av alstórum týdningi fyri føroyingar, tí tað er tað einasta staðið, har tað ber til at framføra professionelt. Onki annað stað í landinum er á støði við hetta húsið. Harafturat taka vit jú eina uppgávu á okkum, sum í veruleikanum átti at verða gjørd av føroyska samfelagnum. Man kann jú ímynda sær, at føroyskt mentanarlív ikki fekk hesar karmar at arbeiða undir og stuðulin frá okkum. Lukkutíð hava vit sum einasta mentanarstovan í Norðurlondum tann eykasetningin í endamálsorðingini, at vit eisini skulu stuðla mentanarlívinum í Føroyum yvirhøvur.
Vit senda hvørt ár listafólk út í hini londini. Tað hava verið skipað fyri føroyskum framsýningum og framførslum í hinum londunum, og hetta er eitt gott høvi hjá listafólkunum at sleppa út at spæla fyri øðrum.
Vit seta eisini krøv
Tað er eitt sindur strævið viðhvørt, tá ið tey upptraðkandi ikki eru klár til professionalismuna, sum Norðulandahúsið arbeiðir eftir. Onkur kemur inn og sigur akkurát, hvussu tey vilja hava ljóð og ljós, og so er tað gjørt eftir einari løtu, meðan onnur ikki hava nakra ætlan ella sett seg inn í, hvørjar møguleikar, tey hava. Tað er alt ov krevjandi og dýrt, so tí hava vit gjørt bart og sagt, at øll fáa fýra tímar í part, og so mugu tey gjalda fyri restina sjálvi. Tað er kanska eitt sindur hørð boð at fáa viðhvørt, men tá vit hava so lítið av pengum at geva av, so mugu hesir brúkast skilagott og ikki til óneyðugar útreiðslur sum hesar.
Hvussu er sambandið
við fjølmiðlarnar?
Eftir umstøðunum er tað ikki so galið. Eg skilji væl, hvussu tað er ringt at uppfylla krøvini hjá mentanarlívinum, tá man hugsar um umstøðurnar og arbeiðsorkuna hjá føroysku fjølmiðlunum, so eg vil ikki finnast at. Teir hava altíð verið positivir, sjálvt um góðskan á umrøðu og ummælum ofta er ov vánaligur. Alt ov ofta hendir tað eisini, at tiltøk als onga umrøðu fáa. Eg haldi, at tað finst ein sterkur hugur hjá føroysku fjølmiðlunum at gera munagott arbeiði, og útbúgvingarnar hjá fjølmiðlafólkunum gerast alsamt betri, so tað er bara gott.
Heldur tú at húsið hevur ment seg hesi 15 árini?
Tað er ilt at siga, tí samfelagið broytist. Eg haldi sjálvur, at vit eru blivin betri. Tað er kanska eitt sindur ringt at koma hertil uttanífrá og skula reka eitt mentanarhús undir føroyskum fyritreytum. Tað sum umræður, haldi eg, er at man hevur hjartað við og roynir av øllum alvi at skilja føroyska mentanina og samfelagið. Sjálvur eri eg vorðin so góður við hetta landið og fólkið, at eg eri bangin fyri, at í framtíðini kemur onkur í mín sess, sum ikki gevur øllum hesum gætur, og ikki tekur sína uppgávu í álvara. Føroyska samfelagið er ikki teknokratiskt, og føroyingar hava ongan hug til at fáa bjórað okkurt smart og flott fremmant, sum als ikki hoyrir heima her.
Í byrjanini arbeiddu kanska fýra fólk í húsinum. Ein stjóri, ein húsavørður, eitt skrivstovufólk og ein í kaffistovuni. Man hevði als ikki hugsað sær, at virksemið fór at verða víðkað so nógv. Í løtuni hava vit enntá hart brúk fyri einum ljósmanni og einum ljóðmanni, sum arbeiða her fast; tað er langt frá nóg gott, sum er, tí vit mugu altíð laga okkum eftir viðurskiftum uttanífrá. Eitt starvsfólk til marknaðarføring og PR hevði eisini komið væl við. Tað hevur verið ein drúgv og torfør tillagingartíð.
Lættari framyvir
Eg havi gjørt eina rúgvu av smáum umvælingum og broytingum, sum kanska ikki eru so løtt at fáa eyga á, men sum eg vóni fara at gera arbeiðið hjá komandi stjórum lættari. Ein av mínum seinastu hugskotum, sum ikki kemur at verða framført í míni tíð er ein súmfoni, sum Norðurlandahúsið hevur bílagt frá Sunleivi Rasmussen. Við hesum skriva vit føroyska tónleika- og mentanarsøgu, so tað kundi eg ótrúliga væl hugsað mær at verið við til. Eg kann tó vissa øllum um, at eg fari at koma aftur til framførsluna.
Tað verður ein sygiligur dagur fyri meg, tá eg gevist. Tað bíðar ein spennandi og øðrvísi tíð við kunningarsamfelagnum, og eg havi roynt at fyrireika stovnin sum best til alt hetta, men nógv fer at koma afturat. Tøknin fer helst at mynda listina í stóran mun.
Gevist ikki so
Eg eri eitt sindur keddur um at fara nú. Nú eri eg akkurát av álvara komin inn í samfelagið og fingið vinir, og so verði eg tveittur út. Tað er rættiliga hart. Eg komi aftur til eitt land, sum er heilt øðrvísi. Finnland er farið inn í ES og er ikki til at kenna aftur. Eg kundi hugsað mær at búð her restina av lívinum. Kanska kann eg finna mær eitt pláss sum ráðgevi av onkrum slag ella kanska sum vinnurekandi, eg veit ikki. Tað er ein sera spennandi tanki at byggja eitt land upp. Í Finnlandi kunnu tey saktans vera meg fyriuttan, men her havi eg kanska møguleika at gera gagn. Og so er tað sjálvandi grind og spik! Eg eri fyrsti stjórin, sum hevur verið limur í Grindamannafelagnum, og um boðini koma, so mugu norðurlendskt mentanarsamstarv og avtalur bíða eina løtu...