Trý suðuroyarlið eru í 1. deild í ár, og tað merkir so eisini, at suðuroyingar fáa nógvan 1. deildarfótbólt í ár.
Longu í fyrsta umfari av landskappingini vera tveir dystir. Í dag spæla TB og VB á Tvøroyri, og í morgin kemur B68 á vitjan í Sumba.
Jákup Eli Olsen úr B68 sigur, at B68 ongantíð hevur vunnið ein landskappingardyst á Krossinum í Sumba.
? Vit taptu móti Sumba í 1991 og spældu javnt móti Sumba/VB, tá teir vóru í 1. deild, sigur Jákup Eli, sum hevur havt ein snudd, men sum nú er klárur aftur.
B68 hevur alt fólkið tøkt til dystin í morgin. Fróði Benjaminsen breyt óstbeinið fyri nakað av tíð síðani, men er nú komin fyri seg.
Jákup Eli Olsen vísir á, at B68 kann gera seg galdandi í 1. deild í ár, um teir eru hepnir og sleppa undan ov nógvum skaðum og leikbannum.
? Vit hava ikki serliga breiðan hóp, og tað merkist, um spælarar fella frá, serliga um tað eru lyklaspælarar, sigur hann.
Jákup Eli vónar at teir kunnu fáa eitt gott úrslit í Sumba.
? »Alle gode gange tre«, sum tey plaga at siga. Vit mugu ikki bara fara suður at stríðast, tí so tapa vit. Spæla vit klókt, hava vit ein góðan møguleika, heldur Jákup Eli Olsen.
Ikki gingið væl
hjá Sumba
Eisini hjá Sumba merkist tað, um spælarar verða skaddir, og tað hevur eisini ávirkað liðið nógv higartil í ár. Harafturat er Sumba eitt av liðunum, sum hevur fleiri spælarar í Havn, og hesir venja so ikki saman við restini av hópinum, men saman við hinum avbygdamonnunum í høvuðsstaðnum.
Verjuskansin Eyðbjørn Thomsen er framvegis skaddur, og Jan Poulsen hevur eisini verið skaddur í seinastuni, men í Sumba vóna teir, at hann kann vera við í morgin.
Páll Magnar Kjærbæk ásannar, at tað hevur gingið serliga væl hjá Sumba í seinastuni. Sigurin á TB í steypakappingini kann ikki viga upp móti stóru ósigrunum móti ÍF (11-0) og B36 (7-0).
? Tað hevur ikki gingið ov væl. Eg haldi, at vit eru ov spakir á vøllinum. Hetta er ikki sum í 2. deild, sigur Páll Magnar Kjærbæk, sum var við á Sumba-liðnum, sum spældi í 1. deild í 1991, og sostatt er ein av teimum mest royndu á liðnum.
Hann er eisini ein av teimum, sum hevur bústað í Havn og venur í Gundadali.
Sum skilst hevur venjarin í Havn, Hans Nielsen, nógvar spælarar at arbeiða við um kvøldarnar. Onkuntíð hava verið upp móti 30 spælarum til venjingar. Teir koma úr Suðuroynni, Sandoynni og úr Vágunum.
Teir venja týskvøld kl. 22, mikukvøld kl. 21 og hóskvøld kl. 22.