Samstarvið við afrikanska felagið »Suiderland« byrjaði longu fyri nøkrum árum síðani í 92, tá gamli »Christian í Grótinum« var í Suðurafrika og fiskaði, og nú hevur so »Palli hjá Mariannu» fiskað har niðri.
Trolarin hevur fiskað suður og eystur úr Suðurafrika, men tó at fiskaríið hevur verið gott er lítið komið burturúr, og ein av trupulleikunum hevur verið frystiorkan sum nú verður økt til 40 tons um døgnið. Onkrar aðrar smærri umvælingar verða eisini gjørdar nú trolarin er í dokk í Port Elisabeth.
Eiga í felag trolaran
Men ætlanin er ikki at »Palli hjá Mariannu« skal fiskað undir føroyskum flaggi, tí samráðingar eru í løtuni við áður nevnda suðurafrikanska felag um at keypa trolaran, tá ið hann nú er umvældur.
Kristian Martin Rasmussen, stjóri í felagnum sum eigur »Palla hjá Marionnu«, sigur, at hann veit ikki nær trolarin verður seldur, men ætlanin er at bæði feløgini skulu eiga trolaran, tá ið hann kemur undir suðurafrikanskt flagg.
Makrel og heyk
»Palli hjá Mariannu« hevur fiskað makrel og heyk uppá fiskiloyvi frá afrikanska felagnum, men tá hann kemur undir afrikanskt flagg, kemur hann at fáa fast fiskiloyvi í suðurafrikanskum sjógvi, og tað er hetta, arbeitt verður við í løtuni.