Londondagar á Thames ánni

Ferðafrágreiðing ? 4. partur

Greitt verður eitt sindur frá HMS Belfast, sum var herskip undir seinna heimsbardaga og sum er museum í dag. Skipið liggur í millum báðar brúgvarnar London Tower og London Bridge, og verður dagliga vitjað av nógvum fólki. »Norrøna« liggur undir liðini á Belfast og tað má sigast at vera framúrskarandi. Og greitt verður eisini frá konsert hjá Fuglafjarðar manskóri

Í hesum partinum sigur Signar á Brúnni eitt sindur um Fuglafjarðar manskór og myndamaðurin á ferðini, Herálvur Jacobsen, var umborð á HMS Belfast, og hevur greitt leysliga frá hesum skipi.

Fyrimunurin við at vera, ið hvussu so er tveir á slíkari ferð, er tann, at møguleiki er fyri at røkka víðari enn um tú vart einsamallur. Og tann dagin ætlanin var at fara við Fuglafjarðar manskóri var tað ikki gjørligt, men í hesum hevur Signar á Brúnni verið so beinasamur at greiða eitt sindur frá konsertini.

(Tað var onkur sum helt fyri í spølni, sjálvandi, at Signar var komin við, tí hann ætlaði sær at »agitera«, og tað má sigast at hava eydnast rættiliga væl, tí sum eg skrivi hesar reglur heima við hús og eftir valið, er Signar valdur inn aftur á ting, og fari eg at nýta høvi at ynskja honum tillukku við tí og eisini Jógvani á Lakjuni, sum er valdur í sama valdømi).

Og til tess at fáa sum mest av myndum við í hesum partinum, verður ikki nógvur tekstur.

HMS Belfast var liðugt bygdur í 1938 í Belfast. Hann var systurskip til HMS Edinbourgh, sum var søktur í 1943. HMS Belfast er 187 metrar langur og 21 metrar breiður. Hetta vóru ikki stór herskip, men sera væl útgjørd ella sagt á fakmáli, tey vóru »heavy armed«.

Tey høvdu seks 6-tumma kanónir bæði framman og aftan, tvs. 12 tilsamans, og í hvørjum borði fýra 4-tumma kannónir, tvs. 8 tilsamans, og við hesum kanónum kundi tey skjóta 10 skot um minuttin, seks sekund millum skotini. Og í hvørjum borði vóru eisini 4 »antiaricraft« kanónir, 40 millumetrar, og flúgvari var eisini umborð. Hesin var brúktur, áðrenn radarin var nóg góður, men tá radarin kom var hesin flúgvari ikki neyðugur.

Flúgvarin var skotin út við katapulti, og vendi altíð gronina út móti sjónum. Hetta var ein vatnflúgvari sum lendi á sjónum og var so heysaður umborð.

Tað sum HMS Belfast er kendur fyri, er bardagin við Norðkapp, tá »Scharnhorst« var søktur. 1900 mans lótu lív umborða á týskinum. Týska herskipið var á veg út at gera seg inn á Russlands-skipafylgini, sum vóru á veg eystureftir og eisini vestureftir.

Grundin til, at HMS Belfast kundi fara í holtur við týska herskipið »Scharnhorst«, var tí, at enska herskipið hevði radara. Týska herskipið var bæði størri og betri vápnað. 2000 mans vóru við »Scharnhorst« og bert 1000 við Belfast.

Belfast kundi sostatt boða restini av flotanum frá, hvar týska herskipið var, og endin var so tann, at »Scharnhorst« var søktur.

Nú er Belfast museum sum nevnt, og ein av rundvísarunum umborð hevði verið við Belfast, og á rundferðini greiddi hesin frá, hvussu harmir bretar vóru um at so nógvir týskarar lótu lív í stríðnum, men tað var »antin týskurin ella vit«, legði hann so aftrat.

Sjálvt um skipið hevði alla útgerð, læknastovu, tannlæknastovu, posthús, svav manningin í heingikoyggjum so trongt var umborð. Ja, sjálvt skipskettan svav í heingikoyggju. Bara reytt ljós var nýtt umborð, so manningin, tá hon komu út í náttarmyrkri, ikki skuldi blendast.

Brúgvin var bert brúkt til útkikk, meðan øll manreringin gekk fyri seg niðri í skipinum í vælvardum rúmi.

Maskinan í Belfast hevði 4 dampketlar sum góvu skipinum eina ferð uppá 32 míl. Maskinorkan er 80.000 hestakreftur.

Í dag er HMS Belfast savnskip og liggur í London Poole, millum Tower Bridge og London Bridge. Eftir seinna heimsbardaga var Belfast við í krígnum í Korea í 1956, og í 1965 gavst Belfast sum herskip og í 1971 var avgjørt at skipið skuldi verða savnskip sum eitt virðiligt minni um eina farna tíð hjá bretska hervaldinum og fólkinum.

Og Signar á Brúnni hevur greitt nakað soleiðis frá konsertini og onkrum hissini í sambandið við hana:

Fuglafjarðar manskór hevur vant dúgliga at sungið undan páskum, tí kórið hevði sett sær fyri, at tað skuldi halda konsert í London á páskum í ár. Sosialurin, ið var við á ferðini, hitti fleiri av teimum, ið sungu við.

Nei, tað hevði ikki gingið bara væl, tí meginparturin av sangarunum, vórðu raktir av tí herviliga virusi, ið hevði leitað sær umborð á Norrønu.

Ja, onkur teirra, hevði ligið heilar fimm dagar í koyggjuni, við nógvum fepri. Men hóast hetta, so vístu teir seg at vera í góðum hýri, og vóru væl nøgdir við konsertina, ið teir høvdu hildið í Donsku kirkjuni í London.

Helgi Joensen, búsitandi í London, ættaður úr Gøtu, hevði sett seg í samband við donsku kirkjuna í London, um at loyva Fuglafjarðar manskóri at syngja í kirkjuni.

Jú, tað var gamaní. Langafríggjadagin skuldi so syngjast.

Væl av fólki varð møtt upp, og presturin saman við kirkjutænaranum við kirkjuna, høvdu skipað væl fyri.

So skjótt fuglfirðingarnir vóru komnir í kirkjuna, vórðu teir bodnir til mat og drekka, og blíðskapurin var sera stórur.

Konsertin var hildin klokkan tvey, og sum longu nevnt, var væl av fólki komið saman. Meginparturin av tí fólki, ið hevði leitað í kirkjuna henda da, vóru føroyingar búsitandi í London ella býum uttanfyri London.

Sangirnir, ið fuglfirðingar høvdu valt at syngja, vórðu væl valdir. Byrjað varð við sálminum »Jesus til várt sálargagn«, ið Jákup Dahl yrkti. Næsti sálmur var »Leið milda ljós«. Jú, kirkjan var sera vælegnað at syngja í, og fólkið varð hugtikið av sálmunum.

Sangskráin var ógvuliga fjølbroytt, nakrar vælvaldar tjóðskaparsangir høvdu fuglfirðingar tikið við. Vøkru yrkingina hjá Rasmusi Effersøe »Kom sveima, mjúki vestanvindur« var tann fyrsti, og eydnaðist hann eins og sálmarnir frammanundan, sera væl.

Rættiligt lív kom í, tá ið kvæðakenda lagið »Frægir funnu Føroya land« var sungin og sangurin av sama skaldi »Fjallprúða heim« rungaði.

Men fuglfirðingar høvdu eitt fjølbroytt úrval av sangum. Næsta lagið var íslendskt. Aleksandur Kristiansen hevði umsett sangin til føroyskt og Hannis á Brúnni sang solo. Allir føroyingar munnu kenna rødd Hannisar, vøkur og sterk, og hann hugtók mangt eitt kirkjufólk henda dagin.

Síðani var íslendski sangurin »Jeg vil elska mitt land« sungin. Eftir hann tveir kendir danskir sálmar, fyrri »Der står et slot i vesterled« og seinni »I østen stiger solen op«. Tað sást týðiliga at hesir sálmar gjørdu stórt inntrykk á teir danskarar, ið ikki vóru so fáir í tali, ið høvdu leitað sær í kirkju henda dagin.

Frá tí danska, var farið yvir til norskt, og sangurin »Landkjenning« av Bjørnson og har Edvard Grieg átti lagið, varð síðani sungin. Eitt stykkið, ið er rættiliga torført at føra fram. Men væl gekst, ikki eitt mistak var gjørt í stykkinum, og solosangarin, Hannis, kom sera væl frá sínum leikluti.

Fuglafjarðar manskór endaði við einum enskum »Negro spiritual«. Solosangari var Annvør Abrahamsen úr Fuglafirði. Bæði solosangari og kórið komu ógvuliga væl frá hesi seinastu framførslu.

Eftir konsertina varð aftur boðið til drekka og mat, ikki bert tey, ið høvdu luttikið í konsertini, men so sanniliga øll tey, ið høvdu verið við til konsertina.

Hetta var ein ógloymandi løta, siga allir fuglfirðingarnir sum við ein munn. Mangir føroyingar, ið hava búð nógv ár í London, fingu eitt hugnaligt prát við fuglfirðingarnar, ið høvdu sungið fyri teimum.

Ein av hesum var Borgarhjørt Patursson, ættað úr Kirkjubø. Hon býr í øðrum býi, men hevði gjørt sær tann ómak at koma til London at hoyra føroyskan song.

Fyri henni var hetta ein ógloymandi løta og vónaði hon, at í framtíðini fór at verða skipað fyri slíkum tiltøkum, tí føroyingar í Bretlandi, ið vórðu komnir saman, vóru ómetaliga glaðir fyri hesa løtuna, saman við fuglfirðingum.

Framhald