Eitt nú varð sagt, at táverandi formaðurin, Bjarni Olsen, neyvan hevði pissað í saltan sjógv, og at hann tí ikki var maðurin, sum skuldi ráðgeva høvuðsvinnuni. Og aðrar politiskar røddir kravdu bart út, [...] tilfeingisgjaldi av onkrum slag. Ein gongd, sum formaðurin í Búskaparráðnum tykist fegnast um, men har hann samstundis vísir á, at fólk ofta hava hug at misskilja tey sjónarmið, sum verða førd fram. - Tað er [...] ikki vera í iva um, at hetta er skipan, sum fyrr ella seinni eisini kemur í gildi her í Føroyum. Men hann leggur samstundis alstóran dent á, at spurningurin eigur at verða viðgjørdur bæði væl og virðiliga
Ásbjørn setur seg beinanvegin at skriva niður, men steðgar so á, tí hann minnist ikki rættiliga, hvussu tað eina orðið skal stavast. Hann biður bróðurin fara inn í kamarið eftir teirri teldutøku orðabókini [...] at setningurin kann verða rætt endurgivin her í blaðnum. Eftir stuttari løtu er teldan tendrað og hann hevur funnið fram til orðið, sum soleiðis ? eftir blaðmansins høvdi ? verður rætt endurgivið her.
landsløg. Hann málar surrealistiskt-skemtiligar og speisamar málningar. Myndirnar eru altíð spískar politiskar ella kanska listapolitiskar viðmerkingar. Í staðin fyri landsløg speirekur og lítur hann at fólki [...] modernismu, skrivar Finn Terman Frederiksen í bókini Rød regn. Litirnar og kynstrið at nýta teir hevur hann tamt og ment gjøgnum eitt langt og ríkt málaralív. Í myndunum sæst, hvussu reinir litir, eitt nú reytt
eftirnavnið. - Nå, S!, sigur James fyri at dempa álvaran eitt sindur. ? Hvat stendur S fyri?, vil hann hava at vita. Durita er skjót at svara: - S, - tað stendur fyri SUPER! James er skjótur at skera útí [...] aldur, og hvat lið hon heldur við. - Nå, so tú heldur við HB? Aah, tað var eitt sindur verri, sigur hann skemtandi. Og Kim skundar sær at taka nakrar falskar akkordir á klaverið. ? Hevði tað verið B36, so [...] so slapp tú beinleiðis víðari. James ger alt fyri at Durita ikki skal vera nervøs. Malan brýtur hann av og biður Duritu ikki lurta eftir slíkum tosi. ? Tú skalt bara gera títt besta. Tað fer nokk at ganga
uttanríkispolitisku heimildarlógina vísir Gudmundur Alfredsson á stórar vandar við at samtykkja uppskotið. Hann sigur m.a. í uppritinum: "Bæði lógaruppskotið og viðmerkingarnar vísa afturvendandi til danskt vald [...] føroyskt. Gudmundur Alfredsson er altjóðarættarligur serfrøðingur, ið m.a. hevur starvast fyri ST. Hann er doktari í Løgfrøði, professari á lógarfakultetinum við Lærda Háskúlan í Lund í Svøríki og stjóri [...] ikki neyðturviliga, at fullveldi verður endaliga úrslitið, men tað heldur rættinum á lívi og styrkir hann at nýta seinni, serliga fyri framtíðar ættarlið um tey velja tað.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, meldaði út í byrjanini at hesi tilgongdini, at hann var ónøgdur um, at hann ikki varð tikin við upp á ráð frá byrjanini. Fer Bárður Nielsen at arbeiða í tøttum samstarvi [...] formaður í Sambandsflokkinum, segði í Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av søluni av Føroya Banka, at hann vil avgjørt mæla til, at tað er í fríari sølu, báði í útlandinum og í Føroyum, at mann bjóðar út partabrøv
sær fyritreytir fyri avrikum, sum kunnu bera stig við sær. Fyrr í vár undirstrikaði ÍF venjarin, at hann vildi hava sínar menn at spæla og ikki at sparka bólt. Eftir fyrstu spennandi avbjóðingarnar tykjast [...] at hyggja so langt fram. Tað man ikki minst Skála venjarin vita um. Fyri trimum árum síðani høvdu hann og GÍ vunnið allar dystirnar undan summarsteðginum og harvið fingið fult. Men so gekk onga leið, og [...] hava dugað so sera væl at vart. Sunnudagin noyddist ein av lyklaspælarunum hjá teimum av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá ið tað fer at líða meiri út á árið, fer tað at hava týdning, hvussu breiður og sterkur
árini tikist við at tulka seismikk av føroyaøkinum, og fer hann mikukvøldið at halda fyrilestur á Oljutinginum, sum hevur aðalfund. Tá fer hann at greiða frá virkseminum hjá felagnum um okkara leiðir og [...] umframt Atlantsmótið eisini stendur fyri leiting á nógvum øðrum leiðum, har Dong er virkið. Vit spurdu hann, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Dong leggur seg eftir einum øki sum hesum, har fá fund eru
skipar fyri miðvísari venjing í desember/januar mánað fyri teimum sum leika seg til NM. Venjarar vera Hans Kristian Simonsen (føroyameistari 2002) og Haldur Suni Johansen. Niðanfyri er yvirlit yvir luttakararnar [...] úr Havnar Telvingarfelag vann undankappingarnar sannførandi. Telvað eru samanlagt 16 talv og hevur hann fingið 14,5 stig. Heri Thomsen (Gøtu Talvfelag) vann fyrstu kappingina, men snávaði í aðru kappingini [...] Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, megnaði í kapping við fleiri aðrar júst at koma inn á 8. plássið. Hann er bróður Rógva Nielsen í D-bólkinum.
kanningar eru gjørdar yvir, hvar VHFtænastan røkkur á innaru føroysku landleiðini. Í hesum sambandi vísir hann til svar frá Telefonverk Føroya Løgtings til landsstýrið í august 1990. Her verður nevniliga víst [...] í atmosferuni seg galdandi, t.d. hvussu býti av vætu og regni er í mun til hæddina yvir havinum. Hann vísir á, at hóast stutt er komið ávegis við kanningini, eru ávísar ábendingar um, at 2-3 VHF-støðir [...] reglulations, og Fjarskiftiseftirlitið er próvdómari til hesar próvtøkur, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at sambært IMO GMDSS Masterplan 1995, er altjóða viðtikið, at 1. februar 2005 heldur tann