NSÍ hevur í kvøld vunnið 2-1 við Løkin á B68. Harvið er NSÍ framvegis oddalið í Vodafonedeildini - fýra stig frammanfyri HB, sum í annaðkvøld skal spæla í Gundadali ímóti B71.
Tá ið Jann Ingi tveir minuttir eftir steðgin við sínum seinna máli økti um leiðsluna til 2-0, bendi einki á, at talan skuldi gerast um spenning.
Tjúgu minuttir fyri leiklok minkaði Keita um munin, og so gjørdist tað rættuliga spennandi.
NSÍ misti góða takið, sum teir so rudduliga høvdu havt á spælinum í 1. hálvleiki, og B68 var fleiri ferðir um reppið at javna. Andras Gango var sera stinnur í heimasigrinum, eisini tí hann bjargaði brotssparksroynd frá Jóhan Dávur Højgaard!
---------
90 min
2-1
Farið er undir longdu leiktíðina.
B68 hevur sent Odd Højgaard fram í álopið, og tað ber uppaftur fleiri spentar støður við sær - í báðum endum. Christian Høgni Jacobsen hevur fleiri ferðir verið um reppið at gerast leysur innanfyri B68 verjuna.
85 min.
2-1
NSÍ hevur framvegis kós ímóti øllum stigunum, men tað er ikki sørt, at NSÍ spælir við eld. Góða samanspælinum er tað ikki nógv at síggja av, nú tað resta fimm minuttir.
B68 stríðist fyri at vinna seg upp á javnleik, men enn er tað ikki eydnast.
Heimaliðið tykist hava mist fokus. Nú hugsa teir gulu mest um, at dómarin skal bríksla fyri síðstu ferð, og enn hevur oddaliðið øll stigini innanborða!
-------
75 min.
2-1
Toftamenn stríðast fyri at javna og harvið at vinna eitt stig. Teir hava verið tætt við einar tvær ferðir, men enn eru øll stigini á veg í NSÍ leguna.
70 min.
2-1: Keita 68.
Toftamenn hava havt trupulleikar at spæla seg til upplagdar møguleikar, meðan NSÍ hevur verið tætt við í skjótálopum.
Men nú eydnaðist tað hjá B68. Innskifti Kristian Anton Andreasen legði innfyri, og Keita, sum hevur verið vandamiklasti toftamaðurin, stýrdi bóltin í málið.
-----------
55 min.
2-0
B68 hevur misnýtt brotsspark. Keita varð feldur, og Andras Gango bjargaði royndini hjá innskifta Jóhan Dávur Højgaard úr ellivu metrum.
47 min.
2-0: Jann Ingi Petersen 47.
Beinanvegin eftir steðgin gjørdist mótbrekkan hjá B68 uppaftur tyngri. Aftur hesa ferð var tað Jann Ingi Petersen, sum skoraði. Hesa ferð var tað, eftir at Christian Høgni Jacobsen var brotin ígjøgnum í vinstru og hevði lagt innfyri.
40 min.
1-0
Fyri lítlari løtu síðani fór NSÍ miðvallarin Bogi Løkin skaddur av vøllinum, og Erland B. Danielsen loysti hann av.
30 min
1-0: Jann Ingi Petersen 18.
Miðvallarin, sum er uppvaksin á Svangaskarði, smekkaði til úr 40 metrum eftir stutt fríspark, og bólturin streyk upp í málhornið.
NSÍ hevur verið omaná. Heimaliðið hevur fleiri ferðir rakt træverkið, og fyri lítlari løtu síðani var tað heilt tætt við, tá ið Heðin á Lakjuni eftir snarálop og eitt tvey samanspæl smekkaði bóltin í stólpan.
Hjá B68 hevur Keita verið tætt við onkra ferðina eftir einmansavrik.
-----
Fyrstu løtuna hevur NSÍ verið álopssinnað, meðan B68 hevur lagt størri dent á verjuna, og so lúra toftamenn eftir møguleikanum at fara í mótálop.
5 min.
0-0
NSÍ-B68 kl. 18.30
Dómari: Ransin Djurhuus
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Hansen, Heðin á Lakjuni - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
B68: Peteur Meinhard Magnussen - Niklas Joensen, Oddur Højgaard, Pól Jóhannes Justinussen, Øssur Hansen - André Olsen, Eli Simonsen, Ndende, Remi Langgaard, Jóhan Petur Poulsen - Keita