Seinnapartin sunnudagin skal drotningin vitja nýggju fimleikahøllina í Gundadali, og tí er dysturin millum HB og EB/Streym útsettur frá klokkan trý til klokkan hálvgumseks. Men óivað var ikki so torført at fáa dystin útsettan, tí helst freistar HM-dysturin millum Týskland og Ongland mong av teimum, ið eisini vilja síggja uppgerðina í Gundadali.
Talan er um dyst millum tvey av liðunum, ið hava staðið seg allarbest seinnu árini. HB hevur bæði í 2006 og 2009 vunnið føroyameistaraheitið, og EB/Streymur hevur í 2007 og 2008 vunnið steypakappingina, umframt føroyameistaraheitið í 2008. So hetta eru sostatt tvey lið, ið vita av feskum royndum, hvussu søtur smakkurin av sigri er.
HB hevur tað mesta av kappingarárinum verið oddalið, men síðstu tvey umførini er NSÍ farið framum, so HB nú er næstfremst. EB/Streymur hevur hinvegin arbeitt seg spakuliga uppeftir, eftir at byrjanin ikki var nakað at reypa av, og stig fyri stig hava sundalagsmenn tikið seg upp eftir stigatalvuni, har teir nú eru á fjórðaplássi og bara eru trý stig aftan fyri HB.
Gúppa ov nógv
– Vit ætla okkum at venda gongdini áðrenn summarsteðgin, tí tað er rættiliga avgerandi, so vit klára at fylgja við NSÍ, sum ikki sær út til at vera til at steðga í løtuni. Vit vita, at tað verður ikki lætt at taka EB/Streym, men vit ætla okkum trý stig burtur úr dystinum, so vit ikki enda niðri á triðjaplássi nú, sigur HB-framherjin, Andrew av Fløtum, ið samstundis ásannar, at HB ikki hevur staðið seg so væl síðstu dystirnar.
– Í trimum teimum síðstu hava vit vunnið á Víkingi og spælt javnt á Argjum, umframt at vit so taptu fyri NSÍ í Runavík. Tað góða spælið hevur manglað hjá okkum, og tað er blivið ov nógv til, at vit gúppa í staðin. Men venjingin hesa vikuna hevur verið góð, so eg rokni við, at vit fara at spæla væl og eru klárir at taka ímóti EB/Streymi.
Eingin av spælarunum hjá HB hevur karantenu, men annar av málverjunum, Símun Rógvi Hansen, hevur verið sjúkur og verður neyvan við aftur teir næstu mongu dystirnar. Til málmansplássið hevur HB so garderað seg við Tórði Thomsen, sum júst hevur skrivað undir sáttmála við meistaraliðið.
Fleiri uttanfyri
Hjá EB/Streymi hevur so at siga alt árið verið onkur á skaðalistanum, og soleiðis er tað framvegis. Hans Pauli Samuelsen og Alex José dos Santos eru skaddir, Sorin Anghel ivasamur, og harumframt hevur Pætur Dam Jacobsen karantenu sunnudagin, tí hann fekk sítt fimta kort í dystinum ímóti Víkingi.
– Eg veit ikki, um alt hetta ávirkar so nógv, tí teir dystirnar í síðstuni, har tað hevur gingið nokk so væl, hava alla tíðina sitið menn uttanfyri, sum eru úr frægara endanum. Men vit hava aðrar at seta inn, ið saktans klára uppgávuna, so vit eru klárir at fara til Havnar, har vit ætla okkum at vinna, sigur liðformaðurin hjá EB/Streymi, Egil á Bø.
– Umráðandi er hjá okkum, at vit halda fast í góðu gongdini, tí tapa vit nú, so verður aftur eitt ov stórt glopp upp til oddaliðið. Og vit ætla okkum eisini at royna at sleppa so langt upp, sum tað ber til, áðrenn summarsteðgurin kemur. Vit mugu royna at vinna á HB sunnudagin, fyri at tað skal gerast ordiliga spennandi hjá okkum at tørna til aftur, tá steðgurin er av.