Tað skolar millum teori og praksis.
Tað er so endaleysa endaleyst millum ástøði og veruleika. Endaleysari enn ævinleikin.
Herfyri vóru tveir fótbóltsvenjarar í útvarpssendingini Vitan. Sendingin var um fótbólt.
Tað var ikki eiti á, so nógv teir báðir venjararnir vistu um fótbólt og fyrst og fremst um, hvussu hetta ediliga spæl skal framførast – á vøllinum.
Annar teirra er, framvegis, venjari hjá B36. Hjá B36, sum um nøkur fá umfør er aftur har, sum Føroyameistararnir flaggdagin vóru á ólavsøku í fjør. Á beinari kós niðureftir.
Í fjør eydnaðist teimum tó at bjarga á málstrikuni.
Sjálvandi kann professarin ikki lastast fyri, at studentarnir duga ikki at lesa.
Men, sum skrivað stendur, teori og praksis eru ikki tað sama. Heldur ikki í fótbólti.
Kreppan er komin í svára kreppu, og eg valdømi ongan.
Løgtingið fór í summarfrí, Kristi himmalsferðardagsaftan sum ætlað eftir eina rúgvu av frávikum. Løgtingið er eitt frávik frá viti og skili.
Tjaldið er hálað fyri. Tragiska komedian er liðug hesa ferð. Sum vant var seinasta aktin nógv tann longsta og tann stuttligasta. Men eingin eykasýning bleiv. Eingin bað um eykasýning.
Fallið tó ikki i fátt, góðu veljarar í øllum valdøminum. Løgtingið kemur aftur í býin við teimum somu gekkunum, men við nýggjum sketsjum um sama tema, í seinasta lagi ólavsøkudag. Tá B36 er nummar 3+6 í Telefondeildini.
Í hesum leikárinum hjá elsta parlamentinum vóru 97 framførslur, sera fáar tó fyri fullum húsi, og sketsjirnar vóru 445. Segði nakar, at tingfólk hava einki at gera og hava ikki uppborið 11 vikur summarfrí? Nei, tað segði eingin.
Løgtingið, sum ger lógir, lurtar ikki eftir løgfrøðini, men buldrar bara ahead gjøgnum tóma loftrúmið.
Og tinggáttin er lækkað. Gott og væl úr hondum greitt snikkaraarbeiði til næstu ferð, val er í hondum.
Spyrt tú meg, tað gert tú sjálvandi ikki, men eg loyvi mær kortini at svara, so eigur tinggáttin at vera 101 prosent.
Og Tjóðpallurin kann sleppa at eiga tinghúsið fyri einki, so er tað útreiðsluneutralt. Atmosferan er longu har í tinghúsinum.
Kreppan í kreppu, tí nú siga tey, sum skilja tøl, at kreppan er við at hasa av, við at missa takið.
Biðið fyri kreppuni, kanska tað hjálpir henni at hóra so nøkunlunda undan, so hon kann koma sterk aftur um nøkur ár.
Kreppan hjá okkum her í Føroyum kom sum vant uttaneftir. Onnur hava, sum vant, skyldina. Tað einasta, vit kunnu gera, er at halda lønini niðri, taka timeout fyri ítróttarhøllina á Sandi og lata danir yvirtaka veðrið.
Vit byrjaðu við einari religión, fótbólti, og enda við einari aðrari. Kirkjufólk eru hálgvum firtin, tí onkur dummur fani hevur nevnt Kristi himmalsferð og øskuna úr Eyjafjallajøkli í sama setningi.
Tey, sum tvætla við hasum, fata ikki, at talan er um súmbolikk. Tað er ikki orðarætt.
Hóast loftrúmið var stongt, varð himmalsferðin hvørki útsett alla avlýst. Kristus bíðar ikki eftir next info. Hann fer.
Og heilagi andin kemur um vikuskiftið. Heldur ikki hann bíðar eftir boðum á heimasíðum ella ókeypis lýsingum í fjølmiðlum ella lobbyvirksemi hjá flogfeløgum, sum um nakrar vikur hava gjørt øskuna vandaleysa at flúgva í.
Next info, no way. Øskan úr Helviti forðar ongum himmalskum flogferðum.
Frels okkum frá slíkum vánaligum skemti og leið okkum ikki í freistingar, so vit endurtaka tað.
Vit hava ivaleyst av verðsligum skemti. Frels okkum frá frávikum.