Camden Markets
Marknaðurin í Camden Town telist millum best umtóktu ferðamálini í London. Eingi 100.000 fólk leggja hvørt vikuskiftið leiðina fram við á marknaðinum, har tey selja handverk, klæði, mat og mangt annað. Upprunaliga var marknaðurin opin sunnudag, og tað er framvegis tann stóri dagurin, men nógv er eisini at fáa har gjøgnum vikuna.
We Will Rock You
London bjóðar eina ørgrynnu av mentanartiltøkum, og býurin er ikki minst kendur fyri teir mongu framúr góðu sangleikirnar. Klassisku sangleikirnir eru framvegis har, og fleiri nýggjari leikir kunnu eisini upplivast. Ein av teimum populerastu er We Will Rock You, sum gongur á áttanda árið á Diminion Theatre. Hesin sangleikurin byggir á tónleikin hjá Queen og er eina vitjan verdur.
Afternoon tea
Síðani miðskeiðis í 17. øld hava bretar drukkið te seinnapartar. Vanliga verður afternoon tea drukkið millum klokkan trý og fimm seinnapartar. Skikkurin er kanska ikki tann, hann einaferð varð, men víðahvar í London ber til at uppliva klassiska drekamunnin hjá bretum. Á The Cadogan Hotel í Sloane Street bjóða tey framúr gott te, bestu skons í býnum, tvíflísar og køkur. Ein av teimum, sum plagdi at leita sær á hotellið, var rithøvundin Oscar Wilde.
Í hølunum á Jack The Ripper
Á heysti í 1888 spjaddi Jack The Ripper ræðslu í London. Víðagitni drápsmaðurin gjørdi um seg í East End í London, og tað varð ongantíð staðfest, hvør Jack The Ripper var. Á Jack The Ripper Tour kanst tú fara í hølunum á drápsmanninum í London og síggja gomlu gøturnar, smogurnar og onnur støð, har hann gjørdi um seg.
Heimsins besti fótbóltur
Premier League er sterkasta landskappingini í fótbólti, og nógvar av størstu fótbóltsstjørnunum í heiminum spæla í Onglandi. Næstu vikurnar eru stjørnurnar til HM og í summarfrí, men longu frá august eru aftur fótbóltsdystir á skránni. Stóru leikvøllirnir bjóða eisini innar, so at tú kanst uppliva stadion innanífrá.
Hitt tey kendu á Tussauds
Øll tey kendu fólkini í heiminum halda til á Madame Tusauds avninum í London. Eftirgjørdu voksfigurnir umboða tær kendur filmsstjørnurnar, víðagitnu tónleikararnar, heimsleiðarar og onnur fólk. Tú kanst heilsa upp á fólk sum Paris Hilton, Wayne Rooney, tey kongaligu og mong onnur.
Nýskapandi list
Á Tate Modern savninum kanst tú uppliva nýggjari og nýmótans list úr øllum heiminum. Stutt frá Thames ánni, í einum fyrrverandi orkubygningi, ber til at uppliva listafólk sum Bonnard, Matisse, Picasso, Rotkho, Warhol og Dalí.
Eygað yvir London
Mest vitjaða ferðamálið í Bretlandi er London Eye. Stóra hjólið liggur við Thames ánna, og 135 metrar uppi í luftini kanst tú síggja yvir stóran part av enska høvuðsstaðnum. Hálvfjórða millión fólk sita hvørt ár í hjólinum, og í bestu summartíðini kann tað verða ein góð løta at bíða fyri at sleppa framat.
Stórsligin søga
The Natural History Museum er eitt stórt upplivilsi. Í stórslignum bygningi ber til at uppliva alt frá dinosaurum og hvalum til skriðdjór, gimsteinar og apur. Høllirnar eru dragandi og spennandi – men minst til at vitja skriðdjórini og teir mongu gimsteinarnar.
Bon Jovi á O2
O2 Arena í London bjóðar stórar konsertir við kendum tónleikabólkum. Allan juni mánað fer amerikanski rockbólkurin Bon Jovi at halda til har og hava einar 10 konsertir. Onnur kend nøvn kunnu eisini upplivast á O2 Arena komandi mánðirnar – One Republic, Kid Rock, Leona Lewis, Aerosmith, Rod Stewart og Earth, Wind & Fire.










