Sigrarnir siga sína søgu

Kappróður - Røðin av vinnarum á Ólavsøku minnir aftur á tíðarskeið, tá ið ymiskir bátar og bygdir og býir hava staðið seg serliga væl í kappróðrinum

Mikudagin verður síðsta punktumið sett fyri kappróðrarárið 2010. 900 metra teinurin frá Argjahøvda og fram við Molanum og inn á málið millum Tinganes og innasta partin av Molanum verður rógvið og spurt­að fyri síðstu ferð, og so verður hetta árið partur av kapp­róðrar­søg­uni, sum livir og andar kring landið alt og í øllum ættarliðum.
Higartil í ár hava vinnararnir verið væl býttir kring alt landið, og FM steyp og krónur fara harvið kring alt landið.
Í blaðnum í dag hava vit vinnar­arnar í ólavsøkuróðrunum aftur til 1975. Fyri 35 árum síðani var tað fyrsta ferðin, at tíð varð tikin í kapp­róðrunum á Ólavsøku. Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at tað skal ikki gangast so høgt upp í tíðirnar, tí tað eru so mangar um­ støður, ið kunnu ávirka, og at tað harvið illa ber til at sammeta tíðirnar eitt ár við eitt annað ár.
Sjálvandi er tað soleiðis, men vit hava kortini dittað okkum at seta listan yvir vinnaratíðirnar á Ólav­søku soleiðis, sum hann sæst á heimasíðuni hjá Havnar Róðrar­felag, drekin.fo.
Hóast ivi kann vera um, hvussu neyvar tíðirnar altíð hava verið, so er tað einki at liggja omaná, at tað millum rógvararnar verður ging­ið høgt upp í tølini og metini. Eitt nú ætlaðu klaksvíkingar í fjør at taka metið í kappingini millum 10-manna­før, sum Skálabáturin hev­ur átt síðani í 1992. Tað eydnaðist ikki. Klaks­víkingur var meiri enn fýra sekund frá átjan ára gamla met­inum hjá skálamonnum.
Líkindini at rógva á Ólavsøku í fjør vóru ikki at teim bestu, og mill­um rógvarar kann nógv tíð fáast at ganga við at umrøða, um nú Skálabáturin var so nógv betri fyri átjan árum síðani, enn Klaks­víkingur var tað í fjør, ella um kanska klaksvíkingar høvdu rokkið setn­inginum, um tað ikki hevði verið so djálvut frá Argjahøvda og inn á Molan!
Í 2001 var tað rættuliga tætt við, at tað eydnaðist Havnarbátinum at taka metið hjá Skálabátinum. Tað gekk akkurát ikki. Tíðin hjá Havnar­bátinum var 3.52.03. Mettíðin hjá Skálabátinum er 3.52.00!

Tindarnir
Vinnaralistin minnir eisini á, nær ymsu økini og bygdirnar hava verið á toppinum.
Sum tað sæst, so hevur Havnar Róðrarfelag sum oftast átt ein og fleiri vinnarar. Tað er møguleiki fyri, at tað eisini í ár fer at hilnast væl hjá vertunum á Ólavsøku, men úrslitini higartil í ár hava ikki bent á, at tað fer at eydnast í øðr­um kapp­ingum enn á 250 metra mál­inum í barnaróðrinum.
Í kappingini millum 10-manna­førini eru tað Eysturoyingur og Vest­menningur, sum kappast um FM heitið. Hesir báðir bátarnir hava báðir vunnið FM seks ferðir, og sein­astu 35 árini hevur tað eisini verið javnt í býtinum av sigrum og steyp­um í ólavsøkuróðrunum. Vest­menningur hevur vunnið fimm ferðir (1984, 1987, 1997, 2000 og 2002), og Eystur­oyingur hevur vunnið fimm ferðir (1988, 1998, 1999, 2005 og 2007).
Tað skal vilja illa til hjá Eystur­oyingi, um hann ikki mikudagin skal tryggja sær sjeynda FM heit­ið og sætta ólavsøkusigurin, men bæði hjá vestmenningum og argja­monnum umborð á Hoyvíkingi er motivatiónin at vinna á Ólavsøku heilt víst eins stór, sum hon er tað hjá teimum á Skálafjørðinum.
Tølini tala, plagar at verða tikið til. Tað man vera rættuliga sannlíkt, at langi listin við ólavsøkuvinnarum seinastu 35 árini birtir góð minni hjá teimum, ið øll hesi árini hava verið við til at smakka sigurssæluna á Ólavsøku!