Føroyar dýrasta land í Evropa at liva í

Vit hava havt illgruna um tað leingi. Men nú er tað vísindaliga staðfest: Føroyar er nógv tað dýrasta landið í Evropa at liva í. Men tað er ikki tí, at flutningskostnaðurin til Føroyar er so dýrur ella tí at avgjøldini eru so høg. Høvuðsorsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir til óneyðuga høgar prísir

Føroyingar eiga í hvussu so er eitt evropamet. Og tað er í høgum prísum!
Tað er niðurstøðan av eini umfatandi kanning, sum Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevur gjørt hetta síðsta hálvt­annað árið við stuðuli frá Kappingarráðnum, Sam­taki, universitetinum í Århus, Uttanríkisráðnum og Lands­bankanum.
- Úrslitið av kanningini er, at sum heild er keypiorkan hjá føroyingum heili 14% lægri enn keypiorkan í Dan­mark.
Tað er áður staðfest, at Dan­mark er dýrasta land í Evropa at liva í. Men nú er tað so prógvað, at tað er uppaftur nógv dýrari at búgva í Føroyum.
Í kanningini, sum akkur­át er liðug, hevur bú­skap­ar­frøðingurin samanborið keypi­­orkuna hjá føroy­ing­um og danskarum fyri so­leiðis at kunna samanbera livi­korini í báðum londunum.
Hetta er fyrstu ferð, at ein slík kanning er gjørd. Og úrs­litið er órógvandi, tí nú er tað staðfest, sum vit øll hava havt illgruna um leingi.
Tað eru bæði vørur og tæn­ast­ur, sum eru nógv dýrari í Føroyum enn í Dan­mark.

Ov lítil kapping
Heri á Rógvi staðfestir eisini, at tað er ikki hvørki flutn­ing­ur ella av­gjøld sum gera, at tað er so nógv dýrari at keypa vørur og tænastur í Før­oyum, enn í Danmark.
Heri á Rógvi sigur: Avgjøldini eru at kalla tey somu, burtur sæð frá, at vit hava verjutoll á nøkrum heilt einstøkum vørum.
Og flutningsútreiðslurnar eru bara orsøk til eini 5% av prís­muninum.
– Høvuðsorsøkin til, at tað er so nógv dýrari í Før­oy­um, er, at vit hava so lítla kapping á nógvum av­gerð­andi økjum.
– Nógv viður­skifti í Før­oyum er merkt av, at vit hava ein, tveir, ella nakrar heilt fáar veitarar á økinum. Hetta er eisini galdandi fyri viður­skifti, sum hava stóran týdn­ing fyri brúkaran.
– Tað førir við sær, at kapp­ingin verður ov lítil og tað førir so aftur til hægri prísir enn neyðugt.
Hann vil ikki við hesum siga, at føroyskir handlar og fyritøkur misbrúka sína mark­naðarstøðu til at smyrja tjúkt upp á prísirnar.
– Men tað er ein sann­roynd, at monopol og duopol føra til einsháttað út­boð av vørum og tænastum og eins­háttaðar prísir. Og tað eru nógv tekin um, at hetta er støðan í Føroyum, sigur Heri á Rógvi.
- Marknaðarstøðan, sum er í Føroyum, elvir til, at prísir­nir verða hægri enn teir høvdu verið undir vanligum kappingarumstøðum og tí er tað stak óheppið, at kapp­ingin er so avmarkað.

Víðari kanningar
Heri á Rógvi sigur, at ein kann­ing sum hendan eigur fyrst og fremst at verða brúkt sum grundarlag undir ein­um kjaki um nýtslu, prís og samfelag.
Men hann staðfestir eisini, at í grundini vita vit ómeta­liga lítið um støðuna hjá hvørjum einstøkum sam­felags­bólki.
– Vit vita lítið um, hvussu livi­korini eru hjá einstøkum bólk­um, og hvussu væl ymsir sam­felagsbólkar yvirhøvur eru fyri. Tí eiga vit at brúka kann­ing­ina sum grundarlag undir víðari gransking um hetta sama evni, og somuleiðis brúka hana sum grundarlag fyri at kanna, hvørjir viður­skifti ávirka ymsar bólkar í sam­felagnum.
– Men samstundis eiga vit eisini at brúka hana sum ein liður í at gera okkum meiri tilvitað um, hvussu vit bera okk­um at, sum brúkarar. Helst skuldi endin verð­ið, at vit øll ásanna tað, at hetta hevur áhugan hjá okkum øllum somlum, tí verð­ur príslegan lækkað, verða vit øll ríkari, sigur Heri á Rógvi.