Hoyvíkstjørn hevur kortini verið ein savningardepil hjá Havnarfólki. Hon er størsta vatn í okkara grannalag.. Djúp er hon ikki, men her er hugnaligt bæði á sumri og vetri, og tí hava Havnarfólk stevnt higar.
Mesta mannavirksemið á Hoyvíkstjørn var um veturin. Ung sum gomul havnarfólk løgdu leiðina higar í frosti og kava at aka á skoytum. Býurin hevði longu fyri meir enn 100 árum síðani eitt skoytufelag, hvørs limir serliga royndu síni kynstur her á tjørnini, og hetta helt fram so at siga alla øldina.
Á sumri var hetta eitt av mongum útferðarstøðum, og her bar til at eygleiða eitt áhugavert fuglalív, sum ikki er heilt horvið, hóast Havnin hevur breitt seg langt niðan um Hoyvíkstjørn, heilt til Hoyvíkar.
Millum Hoyvíkingar finnast onkrar røvarasøgur um vandan at ferðast framvið Hoyvíkstjørn í ófullfíggjaðum standi. Tað var upprunin til søgurnar um, at býargartnarin Tóri í Hoyvík og hansara fólk høvdu funnið eitt mannarað, tá teir løgdu tjørnina turra fyri nøkrum árum síðani.
Tann søgan hevði ikki so nógv upp á seg, men nakað var í tí, at ein maður fyri mongum árum síðani hvarv á leiðini millum Havnina og Hoyvík, men tað var ikki her.
Í dag avdúka vit eina standmynd á Hoyvíkstjørn. Og hví ikki?
Her savnast fólk framvegis at njóta eina friðarliga løtu saman við børnum og familju og ikki minst saman við svanum, dunnum og dunnuungum og so likkunum, sum lúra eftir ungunum, ið nóg illa hava tikið við lívi.
Hvør av øðrum liva má, sigur orðatakið jú.
Standmyndina hevur fuglfirðinginurin Helgi Midjord gjørt. Hansara list fevnir víða: Hann hevur roynt seg við málningum, tekningum, yrkingum, tónleiki og standmyndum.
Hesa standmyndina nevnir hann ”Uppdrift”. Ovast er eggið við fostrinum, sum umboðar uppgangandi megi. Tann tunga rustaða stálketan, sum hevjar seg upp móti himni, er nalvastrongurin, sum hevur fatur í móðir jørð.
Helgi sigur, at henni eiga vit øll at taka okkum væl av, so okkara eftirkomarar fáa eitt virðiligt lív. Uttan hennara grøði og føði var einki lív og ongin uppdrift.
Ketan sigur eisini frá, hvussu týðandi øll lið í lívinum eru. Tað veri seg meiningar og ætlanir, orð og ítróttur, list og virðing, skil og semja, felagsskapir og mangt annað.
Ein ummælari sigur, at hóast standmyndin ikki sær út av so nógvum í vævi, so er hetta er eitt stórt og sterkt verk, sum fer at kveikja og stimbra eyga og sál á einumhvørjum stað, har verkið verður sett upp.
Listarmaðurin sigur, at standmyndin ”Uppdrift” er einføld, men hon kann tulkast út í tað óendaliga.
Tí hugsi eg, at tað er væl valt at seta standmyndina her á Hoyvíkstjørn – einari lítillátnari oasu millum húsini í Havn, har tey smáu javnan spæla sær fram við tjarnarbakkanum, har tey gomlu liva sítt lívskvøld í grannahúsunum Tjarnargarði, meðan dunnur, svanir og aðrir fuglar og stundum eisini fiskar liva sítt lív á og í sjálvari tjørnini.
---
Og eftirsum eg havi orðið júst á hesum stað, fari eg til endans at heita á Lendisdeildina, Tóra í Hoyvík og Jákup Simonsen og teir um sum skjótast at fremja ætlanina um betri møguleikar at stytta sær stundir kring Hoyvikstjørn við góðari tillaging av lendinum og fleiri borðum og stólum og ruskspannum. Tað fer í longdini at tæna bæði umhvørvinum og standmyndini.