varð størsti flokkur í Havn við 1987 atkvøðum. Tjóðveldi, 1620 atkvøður, fekk næstflestar atkvøður og Javnaðarflokkurin fekk 1480 atkvøður. Fólkaflokkurin fekk 981 atkvøður í Havn, Uttanflokkalistan við
lýsir fyri Býráðnum í Havn. Formaðurin í SEV stýrinum er nú at finna millum býraðslimirnar í Havn. Hann eitur Leivur Hansen. Leivur Hansen, býráðslimur í Havn hevur tikið við leiðsluni í SEV stýrinum eftir [...] fyri Jóannes Thomsen í Fuglafirði, umboðandi Eysturoynna. Leivur Hansen varð valdur í SEV stýrið í staðin fyri Bjarta Mohr, býráðslim í Havn. Og tað valið spældi ikki stillisliga av. Tað endaði við brævskrivan [...] árini. Næstformaður í SEV stýrinum gjørdist Súni í Hjøllum av Toftum. Hetta hendi á fundi fríggjadagin, tá stýrið fyri elfelagið skipaði seg. Teir eru báðir nývaldir í stýrið. Suni í Hjøllum er valdur fyri
Ætlanin er nú at gera ein part av gamla Kommunuskúlanum í Havn til eitt innandura spælipláss til børn. Tað kom fram á býráðsfundi í Havn Hóskvøldið. Býráðið viðgjørdi eina ætlan um at gera Grasagarð til [...] samtykt. Men í tí sambandi ásannaðu býráðslimir, at tað er tvørligt at hava nakað uttandura í Føroyum, tí veðrið er so ólagaligt. Tá nevndi Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, og formaður í byggi- og býa [...] innandura spælipláss í Kommununi, sum børnini kunnu brúka alt árið. og hugsað verður um at brúka ein part av Kommunuskúlanum til tað endamálið. Hann heldur, at tað hevði fallið væl inn í karmarnar á gamla
verður hann eisini í Føroyum. Í Havn skipar Kvinnufelagið fyri almennum tiltaki klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í Vágsbotni og har er ætlanin at viðgera støðuna viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum. Í hesum sambandi [...] Fríggjdakvøldið skipar Kvinnufelagið í Havn fyri tiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni og sama kvøld verður eisini kvinnukvøld í Eydnuni á Oyrabakka. Fríggjadagin er 8. mars og tað er altjóða kvinnudagur [...] sett fram trý ynski at bøta um javnstøðu í Føroyum. Í fyrsta lagi vilja tey hava, at avleiðingarnar fyri javnstøðu viðgerast, tá lógaruppskot verða gjørd. Í øðrum lagi skal javnstøðulógini víðkast til
var úti at lata listarnar inn til býráðsvalið í Havn í gjár klokkan 18, kom listin hjá Sjálvstýrinum inn til valstýrið í Havn. Men tað var uttan at formaðurin í sjálvstýrisfelagnum visti av tí, og eftir at [...] sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag – og sum segði við in.fo mánadagin, at avgerð varð tikin um, at Sjálvstýri ikki stillar upp til býráðsvalið í Havn. Men beint áðrenn freistin var [...] Heinesen. Zakarias Wang er limur í Sjálvstýrisflokkinum og nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Hervør Lützen var eisini valevni floksins til seinasta løgtingsval. Men hinir í nevndini visti ikki av, at
Fólk, sum búgva úti á Reyni í Havn, eru ikki serliga fegin um ætlanin at byggja eitt hotell niðri á Bryggjubakka í Havn. Ein umsókn liggur í umsitingini í Tórshavnar Býráð um at byggja Hotell við íbúðum [...] íbúðum undir Bryggjubakka í Havn. Byggi og býarskipanarnevndini hevur givið tilsøgn um byggiloyvi, men við ymsum treytum og enn er málið ikki avgreitt. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipan [...] hugnaliga umhvørvinum á Reyni úti í Tinganesi sum høvuðsamboði, er býráðið nú í ferð við at gera seg inn á Tinganes, Reynið og økið rundanum við at geva loyvi at byggja hotell í økinum, siga tey. ##med2## Fær
avgerð, tí hann brann á aftur í morgun við kolandi stormi, har vindmátarin á Smyrli vísti heilt upp í 59,7 metrar um sekundið. Samstundis vísti vindmátarin í Tórshavnar Havn upp í 29,7 metrar um sekundið, og [...] innanfyri Molan í Havn, tí har er so trongligt. Eftir ferðaætlanini skal Smyril eisini sigla ein túr í morgin, jóladag. Eftir ætlan skal hann fara av Krambatanga klokkan 8.30 og suður aftur úr Havn klokkan 11 [...] eftir veðurtíðindunum, verður tað ein skái í morgin fyrrapartin, men so brestur hann á aftur út á fyrrapartin. Og skiparin sigur, at tey ætla at gera eina roynd í morgin árini, ímeðan veðrið er til vildar
býráðsvalið í Havn hesa ferð. Tað staðfestir Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Hann sigur rætt og slætt, at tað er torført hjá flokkinum at manna ein lista í Havn, sum verður [...] stilla upp til býráðsvalið í Havn, men undirtøkan hevur verið rættiliga skiftandi. Á valinum í 2000 fingu tey 479 atkvøður og á valinum í 2004 fingu tey 354 atkvøður. Men á valinum í 2008 gekk frægari, tí yá [...] atkvøður. Hinvegin var tað í roynd og veru eitt rættiligt skrædl hjá teimum á valinum í 2012, tí tá fór flokkurin meiri enn niður í helvt, tí tá fingu tey einans 208 atkvøður. Í hesum sambandi er vert at
ársins tíð eru øll gøtuljós í Havn – uttan tey í miðbýnum og onkra aðrastaði – sløkt. – Og soleiðis hevur verið í út við 40 ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Ljósini hava verið sløkt um [...] vísir millum annað, at í juni mánað eru ljósini sløkt, meðan tey í desember lýsa 530 tímar av teimum 744, sum eru í alt. – Kvøldini eru ymisk, alt eftir um tað er klárt ella ádrigið, í gjár til dømis var serliga [...] ári í útivið 40 ár. Av tí at henda tíðin er so ljós, hevur hetta ongatíð áður elvt til nakrar trupulleikar. – Nú hevur kortini onkur givið ilt av sær hjá borgarstjóranum. Gøtuljósdeildin hevur í hesum
num í Havn. Hann vísir á, at vit soleiðis mugu varðveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist. Hetta kann gerast við sama leisti, sum nýttur verður í gamla býlinginum úti á Reyni í Havn. Har [...] miðbýnum í Havn. Vit hava mong dømi um, at eldri hús verða tikin niður ella broytt frá upprunaskapinum. Hetta er við hvørt í ordan, men vit mugu fáa skipað viðurskifti á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan [...] Formaðurin í byggi- og býrarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Levi Mørk, fer nú at mæla umsitingini hjá Tórshavnar kommunu til at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús í miðbýnum