Hesa ársins tíð eru øll gøtuljós í Havn – uttan tey í miðbýnum og onkra aðrastaði – sløkt.
– Og soleiðis hevur verið í út við 40 ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn
Ljósini hava verið sløkt um hesa tíðina og fram til eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári í útivið 40 ár. Av tí at henda tíðin er so ljós, hevur hetta ongatíð áður elvt til nakrar trupulleikar.
– Nú hevur kortini onkur givið ilt av sær hjá borgarstjóranum. Gøtuljósdeildin hevur í hesum sambandi gjørt eitt yvirlit frá nýggju gøtuljósskipanini, sum kommunan er við at menna. Her sæst, hvussu nógv gøtuljósini lýsa gjøgnum árið, sigur Heðin Mortensen.
Yvirlitið vísir millum annað, at í juni mánað eru ljósini sløkt, meðan tey í desember lýsa 530 tímar av teimum 744, sum eru í alt.
– Kvøldini eru ymisk, alt eftir um tað er klárt ella ádrigið, í gjár til dømis var serliga gott veður við ljósum veðri. Hjálagda mynd er tikin kl 23 í gjárkvøldið í Norðasta Horni og vísir greitt, hvussu ljóst tað var, sigur Heðin Mortensen.
Kommunan sløkkir ljósini fyri bæði at spara pening og orku og harvið eisini fyri at verja umhvørvið.
– Mett út frá vanligari siðvenju og teimum hagtølum, sum eru til taks, sær kommunan onga orsøk til at broyta hesa 40 ára gomlu praksis, sigur borgarstjórin í Havn.