Tað verða Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum verða føroysku fólkatingsumboðini næstu fýra árini.
Tað er nú endaliga greitt.
Sambandsflokkurin varð størsti flokkur í Havn við 1987 atkvøðum. Tjóðveldi, 1620 atkvøður, fekk næstflestar atkvøður og Javnaðarflokkurin fekk 1480 atkvøður.
Fólkaflokkurin fekk 981 atkvøður í Havn, Uttanflokkalistan við Poul Michelsen fekk 427 atkvøður, Miðflokkurin fekk 256 atkvøður og Sjálvstýrisflokkurin fekk 187 atkvøður.