Kvinnukvøld í Havn og á Oyrabakka

Fríggjdakvøldið skipar Kvinnufelagið í Havn fyri tiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni og sama kvøld verður eisini kvinnukvøld í Eydnuni á Oyrabakka.

Fríggjadagin er 8. mars og tað er altjóða kvinnudagur.

Dagurin verður hildin um allan heim og tað verður hann eisini í Føroyum.

Í Havn skipar Kvinnufelagið fyri almennum tiltaki klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í Vágsbotni og har er ætlanin at viðgera støðuna viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum.

Í hesum sambandi hevur Kvinnufelagið sett fram trý ynski at bøta um javnstøðu í Føroyum.

Í fyrsta lagi vilja tey hava, at avleiðingarnar fyri javnstøðu viðgerast, tá lógaruppskot verða gjørd.

Í øðrum lagi skal javnstøðulógini víðkast til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna og í triðja lagi skal ein partur av barnsburðarfarloyvinum markast til páparnar.

Á fundinum fer Katrin á Neystabø aðalskrivari í Amnesty International í Føroyum at greiða frá altjóða kvinnurættindasáttmálanum.

Hans Pauli Strøm, sosiologur, ger støðuna upp viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum og Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, fer at tosa um ymisk tiltøk at bøta um javnstøðuna her á landi.

Harafturat fer Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, at greiða frá javnstøðupolitikkinum hjá samgonguni.

Á tiltakinum hjá Sunda Róðrarfelag, sum verður í Eydnuni klokkan 19, fer Erika Hayfield at greiða frá um kvinnur í útjaðaranum og Ann Danielsen fer at greiða frá skiftisárunum.

Annars fara tey at tosa um ferðing, um at klænka seg, o.a.

Myndin er av Miðlahúsinum í Vágsbotni, sum verður karmurin um tiltakið hjá Kvinnufelagnum í Havn.