Formaðurin í byggi- og býrarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Levi Mørk, fer nú at mæla umsitingini hjá Tórshavnar kommunu til at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús í miðbýnum í Havn.
Vit hava mong dømi um, at eldri hús verða tikin niður ella broytt frá upprunaskapinum. Hetta er við hvørt í ordan, men vit mugu fáa skipað viðurskifti á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at fyri at broyta eina slíka byggisamtykt krevst, at gjørd verður ein serstøk byggisamtykt fyri eldri og siðsøgulig sethús út frá almennu samtyktini.
Hetta stigið má takast, tí vit hava í byggideildini ofta umsóknir frá fólki, sum vilja ríva niður eldri hús, sum annahvørt skulu umskapast ella byggjast av nýggjum. Sjálvandi skulu vit byggja nýtt og hava handilsgøtur við handilsbygningum og ein skapandi og livandi miðbý. Tað hoyrir jú til, men tað skal vera mark fyri, hvat vit loyva fólki at gera. Serliga tá talan er um søguligar bygningar og sethús, sigur býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í Havn.
Hann vísir á, at vit soleiðis mugu varðveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist.
Hetta kann gerast við sama leisti, sum nýttur verður í gamla býlinginum úti á Reyni í Havn. Har áliggur tað fólki at varðveita eldri húsini í uppruna skapi við atliti at siðsøgu, mentan og byggilist, sigur Levi Mørk, sum nú leggur uppskotið fyri umsitingina og býararkitektin at arbeiða víðari við.










