Smyril ger eina roynd at sigla í morgin

– Men tað er ikki vist, at tað verður eftir ferðaætlanini, tað kann eisini verða, at túrurin verður framskundaður

Eftir ætlan skuldi Smyril sigla ein túr til Havnar í dag, men tað eydnaðist ikki fyri veður.

 

Niels Harald Michelsen, skipari, sigur, at veðurtíðindi vóru so vánalig, at tey gjørdu av at avlýsa.  Og hann sigur, at tað vísti seg at vera ein røtt avgerð, tí hann brann á aftur í morgun við kolandi stormi, har vindmátarin á Smyrli vísti heilt upp í 59,7 metrar um sekundið.

 

Samstundis vísti vindmátarin í Tórshavnar Havn upp í 29,7 metrar um sekundið, og undir slíkum umstøðum er ikki hugsingur um at manøvrera trygt innanfyri Molan í Havn, tí har er so trongligt.

 

Eftir ferðaætlanini skal Smyril eisini sigla ein túr í morgin, jóladag. Eftir ætlan skal hann fara av Krambatanga klokkan 8.30 og suður aftur úr Havn klokkan 11.

 

Skiparin sigur, at eftir veðurtíðindunum, verður tað ein skái í morgin fyrrapartin, men so brestur hann á aftur út á fyrrapartin.

 

Og skiparin sigur, at tey ætla at gera eina roynd í morgin árini, ímeðan veðrið er til vildar.

 

Men tað er avgerandi, at tey lukkast suður aftur, áðrenn hann øtlar veðrið aftur. Og verður túrurin sigldur, kann tað sostatt væl henda, at Smyril framskundar túrin og loysur á Krambatanga, áðrenn klokkan 8.30, tá ið hann annars eigur at sigla.

 

– Við tí fyrivarni, veðrið krevur, kunnu fólk fyrireika seg til at Smyril siglur ein túr í morgin, men at tað kortini er væl trúligt, at hann ikki siglur eftir ferðaætlanini, sigur skiparin.