Nýggjur stýrisformaður

Elfelagið SEV hevur fingið nýggjan stýrisformann. Tað er Leivur Hansen, býráðslimur í Havn, sum tekur við eftir Poul Arna Jacobsen úr Sørvági

Tað lýsir fyri Býráðnum í Havn. Formaðurin í SEV stýrinum er nú at finna millum býraðslimirnar í Havn. Hann eitur Leivur Hansen.
Leivur Hansen, býráðslimur í Havn hevur tikið við leiðsluni í SEV stýrinum eftir Poul Arna Jacobsen úr Sørvági, sum hevur verið formaður seinastu 12 árini. Næstformaður í SEV stýrinum gjørdist Súni í Hjøllum av Toftum. Hetta hendi á fundi fríggjadagin, tá stýrið fyri elfelagið skipaði seg.
Teir eru báðir nývaldir í stýrið. Suni í Hjøllum er valdur fyri Jóannes Thomsen í Fuglafirði, umboðandi Eysturoynna.
Leivur Hansen varð valdur í SEV stýrið í staðin fyri Bjarta Mohr, býráðslim í Havn. Og tað valið spældi ikki stillisliga av. Tað endaði við brævskrivan og fjølmiðlaviðgerð, tí minnilutin í býráðnum helt ikki, at alt var farið fram, sum tað átti. Men makt er makt, og meirilutin vann. Og nú situr umboð teirra á ovasta tindinum í SEV stýrinum.
Tríggir av sjey stýrislimum hjá SEV eru nývaldir. Umframt formannin og næstformannin, er eisini Kim Olsen í Hósvík nývaldur í stýrið at umboða Norðurstreymoy í staðin fyri Marjuna Olsen í Vestmanna.
Hinir fýra stýrislimirnir, sum vórðu afturvaldir, eru Kristian Fríðrik Olsen fyri Norðoyggjar, Poul Arne Jacobsen fyri Vágar, Tórur Johannesen fyri Sandoy, Skúvoy og Dímun, og Dia Poulsen, sum umboðar Suðuroy.
Eisini umboðsnevndin hjá SEV skipaði seg á fundi fríggjadagin. Har var útskiftingin í toppinum tó ikki so stór sum í stýrinum, hóast næstformaðurin varð nývaldur.
Hans Tausen Olsen úr Runavík varð afturvaldur til umboðsnevndarformann hjá SEV. Nýggi næstformaðurin er úr Klaksvík og eitur Sigurd Syderbø.