Innandura spælipláss í Kommunuskúlanum

Børnini fáa ein part av gamla Kommunuskúlanum í Havn at spæla í, og arbeitt verður eisini við at gera eina venjingarmiðstøð til eldri

Ætlanin er nú at gera ein part av gamla Kommunuskúlanum í Havn til eitt innandura spælipláss til børn.

 

Tað kom fram á býráðsfundi í Havn Hóskvøldið.

 

Býráðið viðgjørdi eina ætlan um at gera Grasagarð til eitt spælipláss, og tað varð eisini samtykt. Men í tí sambandi ásannaðu býráðslimir, at tað er tvørligt at hava nakað uttandura í Føroyum, tí veðrið er so ólagaligt.

 

Tá nevndi Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at arbeitt verður eisini við at gera eitt innandura spælipláss í Kommununi, sum børnini kunnu brúka alt árið. og hugsað verður um at brúka ein part av Kommunuskúlanum til tað endamálið.

 

Hann heldur, at tað hevði fallið væl inn í karmarnar á gamla Kommunuskúlanum, og hann sigur, at hetta er ein liður í royndunum hjá býráðnum at fáa fólk at brúka býin meiri.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur síðani váttað, at arbeitt verður við at gera fimleikarhøllina í Kommunuskúlanum til eitt innandura spælipláss við alskyns hentleikum.

 

Hann sigur, at hugsað verður eisini um at gera ein part av skúlanum til eina venjingarstøð til tey eldru í Havn.

 

Hann leggur dent á, at hetta verður ikki ein kappingarneyti hjá venjingarmiðstøðunum sum eru. Tvørtur ímóti er ætlanin at gera hetta til eitt venjingarhøli til tey eldru, og kanska onnur, sum hava brúk fyri serligari venjing, sigur borgarstjórin.

 

Tann parturin av skúlanum, sum ætlanin er at gera til spælipláss og venjingarmiðstøð, eru hallirnar, sum venda út ímóti Tróndargøtu.