Tað kann næstan sigast við fullari vissu, at Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at stilla upp til býráðsvalið í Havn hesa ferð.
Tað staðfestir Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.
Hann sigur rætt og slætt, at tað er torført hjá flokkinum at manna ein lista í Havn, sum verður nóg sterkur til at kunna seg galdandi á býráðsvalinum.
- Og uttan at hava eitt ávíst tal av serkum valevnum, tænir tað ongum endamáli at stilla upp.
- Vit skulu ikki stilla upp, bara fyri at stilla upp. Skulu vit stilla upp, skulu vit hava ein lista, sum hevur ein veruligan møguleika at gera seg galdandi, annars kunnu vit ikki takast í álvara, sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.
Bjørn á Heygum sigur, at sjálvur hevði hann ikki stillað upp undir nøkrum umstøðum.
Annars plagar sjálvstýrisflokkurin at stilla upp til býráðsvalið í Havn, men undirtøkan hevur verið rættiliga skiftandi.
Á valinum í 2000 fingu tey 479 atkvøður og á valinum í 2004 fingu tey 354 atkvøður. Men á valinum í 2008 gekk frægari, tí yá fingu tey 539 atkvøður.
Hinvegin var tað í roynd og veru eitt rættiligt skrædl hjá teimum á valinum í 2012, tí tá fór flokkurin meiri enn niður í helvt, tí tá fingu tey einans 208 atkvøður. Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at tá fekk tað eina valevni, Kristianna Winther Poulsen, meiri enn helvtina av atkvøðunum, tí hon fekk einsamøll 146 atkvøður.
Og á valinum hesa ferð stillar hon upp fyri Javnaðarflokkin.