at jørðin sum heild hitnaði og høvini sum heild hækkaðu í seinastu øld. Ein partur var av natúrligum ávum; men helst stavaði ein partur eisini frá dálking, t.v.s. frá útláti av koldioxidi og øðrum evnum [...] tendensiøsu sjónvarpssendingunum, sum nýliga var víst, og ivaleyst kann hann eins og onnur lata seg ávirka av henni. Hinvegin helt eg, at ein landsstýrismaður hevði eina, um ikki annað so moralska, skyldu til, [...] Føroyar skulu taka undir við Kyoto sáttmálanum ella ikki. Hetta er ein politiskur spurningur, sum talast kann bæði fyri og ímóti, og ein og hvør má hava loyvi til at gera sær sína egnu niðurstøðu; men fortreytin
01.07.99, undir heitinum »Ábyrgd - ein dýr kensla «. Greinin er bert ein av teimum vanligu ræðufrágreiðingunum hjá teimum afturhaldssinnaðu føroyingunum. Greinin er ein pástandur enda í annan. Men eg vil [...] heldur kanska víst á hvør leið skal gangast í spurninginum millum Føroyar og Danmark, tí tað eru vit øll samd um ( uttan kanska líka Unga Sambandi ), at støðan er ikki haldbar sum er. Men kanska tann løtan [...] eftir at fullveldið er verðuleiki, tí sum øllum kunnugt so bíða vit eftir einari kanning, sum helst er ein hin stórsta lýsingin av samfelagnum Føroyar. Kravdi danska fólkið at vita hvussu tað bleiv at liva
Ábit og hava eisini stundum hoyrt útgávuna hjá Kræklingum av lagnum Í búri, men er hetta sum heild ein vælkend pláta millum manna. Bólkurin hevur verið virkin við millumbilum upp til okkara dagar og teljast [...] bólkinum eisini millum teir virknastu, hugsa vit um føroyskan tónleik í dag og eini 30 ár aftureftir ? kanska meira. Manningin er henda: Ólavur Øster, guitar, percussion og bass, Kolbein Simonsen, bass, Eskil
eisini ein onnur fortreyt: Ein stórur og breiður hópur. Gongdin í føroyskum fótbólti hevur seinastu árini verið tann, at tey sterku feløgini gerast sterkari, meðan tey veikaru, sum heldur ikki eru eins væl [...] dystirnar, men eftir avrikið móti HB fer ein at seta spurnartekin við, hvussu leingi teir klára at halda dampinum uppi. Liðið er framvegis ungt og vantar kanska enn júst tað seinasta, sum skal til. Sumba [...] lítil ivi vera um, nú havnarliðið sunnudagin vant burtur úr NSÍ í Runavík ? enntá uttan Jan Dam. At ein av fyrstu fortreytunum hjá einum liði fyri veruliga at kunna gera seg galdandi í toppinum í fótbólti
dollara, men um? og nær? Tað dugir eingin rættiliga at siga nakað vist um. Fyri einum mánað síðani gav ein euro 1,28 dollar; tað er nú umleið 1,34. Ella euro er styrknað við umleið 5 procentum. Í seinastu viku [...] farið at selja dollar burtur úr valutagoymsluni har, tó uttan at siga eitt orð um tað. Tað hevði kanska eisini verið óklókt, tí so hevði kursurin verið uppaftur lægri, og teir høvdu fingið minni fyri pengarnar [...] registreraða) lágt í mun til tað europeiska. Skattalættar til tey ríku Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan fíggjarpolitikk, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsarhaldið hevur so stórt hall,
fyrst varð sogið úr tanganum upp í ein tangabil hjá Shell, og síðan, tá hesin var fullur, skuldi takast upp í tann næsta. Meðan fylt varð í seinna tangabilin, hendi ein spreinging, sigur løgreglan. Talan [...] slangu. Tí er stórur møguliki fyri, at spenningurin, sum bensinið og oljan hava skapt, hevur gjørt ein neista, sum síðan hevur orsakað eina spreinging. Maðurin, sum fekk skaða, stóð uppi á oljubilinum, [...] ta fyrstuhjálp, sum skuldi til. ?Hann varð rætt viðgjørdur við køldum vatni beinanveg, og tað gekk kanska eitt korter ella so, til hann fekk læknaviðgerð, sigur Hákun Djurhuus.
til sín rætt, og hvussu hurðarnar høgligast kundu sláast upp fyri almenninginum. Úrslitið gjørdist ein matstova, sum skal rekast av eigaranum av Café Natúr, Rúna Olsen. - Vit settu okkum í samband við Rúna [...] fingið fatur á nøkrum søguligum lutum, sum eisini verða umrøddir í sanginum hjá Hans Andreas Djurhuus, »Ein gomul kista av kamfertræ«. Millum annað seymimaskinan, sum gamli Dyrhuus seymaði segl á, sigur Petur [...] gestum, og matskráin verður norðurlendsk. Tó verða eisini føroyskir specialitetir at fáa, og vert er kanska at nevna, at borðreitt fer at verða við ræstari súpan. Aðrir serføroyskir verðar verða eisini at
mentanarligan týdning fyri Sands bygd, Sandoy og fyri alt Føroya land. Við at byggja listasavnið í Sandoynni hevur Sofus Olsen tryggjað, at málingarnir verða verðandi ein eind og ein heild fyri alla tíð. Týdningurin [...] hevur sjálvur rindað allan kostnaðin fyri byggingina av savninum, ið nú stendur liðugt mitt í Sands bygd við síðuna av húsinum, har Sofus búði sum smádrongur. ( (Umframt at byggja húsini letur Sofus savninum [...] gloymd. Hetta at vit kjósa Sofus Olsen til ársins mann er fyri at takka honum og fyri at sýna honum ein væluppibornan heiður fyri sína djørvu og idealistisku avgerð segði Jan Müller og handaði honum heiðursbræv
dagarnar minna meg á ein lærarafund fyri nøkrum árum síðani, har køkslærarindan ynskti at fáa ein tíma meira, so at hon hevði tríggjar tímar tilsamans um vikuna, tveir til at gera mat í, og ein til teoriundirvísing [...] er eisini hjá okkum í dag. Stuðul her og har og allastaðni, og ongin hugsar um, at tá ein fær stuðul, so er tað ein annar, ið má gjalda. Í síðsta enda eru tað vit øll, ið gjalda alt. Landið, altso vit øll [...] okkum øllum, men hugsa bert um seg sjálvan. Tað átti at verið sum tá ein nýggjur pávi skal veljast: »Ongin sleppur út, fyrr enn ein loysn er funnin!« Allir skulu vera við, »Lyfta í felag«, sum tað so vakurt
skógi og nýdripnum kjøti. Tann dripni dinosaururin er ein Edmontosaurus, sum av óvart er komin burtur frá flokki sínum. Uppi yvir honum stendur ein ungur vaksin Tyrannusaurus og brølar errin av at hava [...] frá ymsu fornu djórunum. Og mín sann, um ikki savnið eisini eigur ein veruligan deyðan dinosaur handan eina glasmontru. Vit síggja ein Edmontosaurus liggja í somu støðu, sum hann varð funnin. Leivdirnar [...] serligu dinosaur-framsýningini í Natural History Museum í London. Tað er mánadagur beint eftir middag og ein løta er síðani, at myndamaðurin og eg sendu tilfar okkara til dagsins blað heim frá einari internetcafé