Ábyrgd - ikki dýr kensla ? men avgerandi amboð!!!

-

Formaðurin í Unga Sambandinum, Michael Jensen, hevur eina viðmerking til fullveldiskjakið í dimmalætting, hósdagin 01.07.99, undir heitinum »Ábyrgd - ein dýr kensla «. Greinin er bert ein av teimum vanligu ræðufrágreiðingunum hjá teimum afturhaldssinnaðu føroyingunum. Greinin er ein pástandur enda í annan. Men eg vil fegin vísa øllum hesum pástandum aftur.

Fyri tað fyrsta so yvirtaka vit ikki mál og uppgávur frá statinum hvørt einasta ár, tad er avgerðandi hvør situr í Tinganesi, vanliga tá tjóðveldisflokkurin hevur verið í samgongu eru fleiri mál yvurtikin, men annars hevur verið smáligt fyri ikki at siga als ongar yvirtøkur, so hattar við at yvirtøkurnar eru gerðandiskostur hava ikki grundarlag í verðuleikanum; vit minnast jú øll hvussu støðan var tá Edmund Joensen og allur Sambandsflokkurin garteraði í bara tað var tosað um at hyggja at heimastrýrislógini ella gera eitthvørt sum veik eitt sindur frá trælalyndinum í sambandshugsjónini.

Fyri tað næsta eru deildar meiningar hvussu verður hjá okkum føroyingum tá vit fáa fullveldið, men sannleikin er tann at vit eru fleiri sum eru sannførd um at viðurskiftini verða greiðari og soleiðis betur, men uttanríkispolitikkur hjá Føroyum verður eitt spildurnýtt fyribrigdi í okkara samfelag, tí vit hava ongantíð umsitið hesi mál, og viðurskiftini hjá lesandi føroyingum, nýtast undir ongum umstøðum at versna, fyri tað um vit fáa møguleikan at ráða yvir okkara egnu viðurskiftum, hví skulu tey tað??...Formaðurin í Unga Sambandinum løðir alla greinina við » Hvør sigur...??? Vónandi ikki...«, synd at siga at sjálvt hann hevur gott støðufesti í pástandum sínum, men hatta er helst gott nokk, tá hugsað verður um hvussu støðuleysur formaðurin í Sambandsflokkinum er.

Fyri tað triðja at tosa um at føroyingar hava nakað

» prevelegium « í Danska Kongaríkinum, kann kjakast um í óendaligar tíðir, men tað má setast inn í eina stórri heild reint búskaparliga og samfelagsliga, men tað skal eg ikki koma inn á her.

Fyri tað fjórða at » gissa « um hvussu samfelagið verður » hinumegin « fullveldið luktar av reinari sambandspropaganda, tað er ómøguligt at kortleggja alt samfelagið í dag, og greiða fólki frá hvussu Føroyar verða eftir at fullveldið er verðuleiki, tí sum øllum kunnugt so bíða vit eftir einari kanning, sum helst er ein hin stórsta lýsingin av samfelagnum Føroyar. Kravdi danska fólkið at vita hvussu tað bleiv at liva og virka í Danmark, eftir Danska Grunnlógin bleiv samtykt??..., og kundu danskir polittikarar lýsa samfelagið Danmark ár týggjund fram í tíðina??? Nei vælsignaður Michael Jensen nú mást tú verða uppgávuna vaksin, og kjakast eitt sindur seriøst!!!At pástanda at støðan verður tann at, arbeiðsvikan verður 60 - 70 tímar og at øll tann dugnaliga arbeiðsmegin flytur av landinum - er fyri at siga tað milt, reint humbuk og tvætl, pástandur yvir øllum pástandum - men kann fyri tað ljóða sum sambandslogikkur, tí ræðumyndin er góð nokk. Hvar vita teir hetta frá? Samfelagið Føroyar skal umskipast, og vit skulu ikki hava fólk at arbeiða 69 - 70 tímar um vikuna, tí vit skulu ikki hava danskar skipanir, sum kosta, meir enn tær geva av sær. Arbeiðsmegina skulu vit brúka at » byggja land !! « okkara samfelag við teimum skipanum sum hóska til okkum!!

Fyri tað fimta, so kann tað gott verða - Michael Jensen - at fleiri av okkum eru fødd við ábyrgdarkensluni, men hvussu er tað tá vit ikki kunnu vit brúka ábyrgdina til nakað, tí vit ikki hava nakað at hava ábyrgd av, tá vit tosa um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark? Tak t.d. støðuna millum ríkispartanar, tá kreppan tók seg upp, líkamikið hvør var atvoldin til kreppuna, hvør kundi tá sigast at sita við endaligu ábyrgdini?? Tað var ikki Løgtingið ella Føroya landsstýrið - tá var ongin felagsábyrgd, hernaðarmálið - tá var ongin felagsábyrgd, innføringin av donsku grunnlógini í føroyum - heldur ongin felagsábyrgd....so eg haldi, at formaðurin í Unga Sambandinum skuldi givist við at leggja nakað í ríkisfelagsskapin sum ikki er verðuleiki - men okkurt skulu tit ugga tykkum við.

Fyri tað sætta, so er fullveldisleiðin ikki gráð, hon er litføgur og avbjóðandi, á tremur við sunnum ætlanum - og við fullveldisljósinum framman fyri stavn.

fyri tað sjeyndað, so er tað ikki nakað nýtt at ?Tjóðveldisflokkurin hevur víst á veikleikar í Heimastýrislógini, tað var flokkurin einsamallur um í nógv ár frá stovnanini líka fram til eftir kreppuna, tá sannleikin kom á borið, og ymisku flokk-arnir brávaknaðu og allir sum ein komu við onkrum sum skuldi eitast at vera framtíðarætlanir í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og sjálvt Sambandsflokkurin riggaði seg til at stinga út í kortið hvussu teir kundu hugsa sær hesi viðurskiftið - barnið kom at eita ein » uppdaterað Heimastýrislóg « , hvat tað so er og inniber?? Vit hava ikki fingið tað at vita enn.

Áðrenn kreppuna vildu allir flokkar á Løgtingi - uttan Tjóðveldisflokkurin - góðtakað heimastýrislógina, men nú hevur pípan fingið annað ljóð, men bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava ikki funnið stevið aftur, síðan » Heimastýrisgólvteppið «, bleiv skrikt undan teimum.

Eg skilji væl at formaðurin í Unga Sambandinum følir seg noyddan at koma við einum íkasti til fullveldiskjakið, men betur hevði verið, at komi við onkrum sum hevði støðufesti í verðuleikanum, sum hóskar til støðuna í dag, og ikki hildi á at lagt pástandir fyri dagin. Men heldur kanska víst á hvør leið skal gangast í spurninginum millum Føroyar og Danmark, tí tað eru vit øll samd um ( uttan kanska líka Unga Sambandi ), at støðan er ikki haldbar sum er. Men kanska tann løtan kemir tá Unga Smbandið leggur okkurt fyri dagin - sum er vert at viðgerða, men tann løtan er helst langt burtur; tí so leingi at Unga Smbandið metir ábyrgd sum ein kenslu - tá tað er eitt altavgerðandi amboð í einumhvørjum samfelag, so er ikki gott í væntu.


Áki Andreasen