Ferðafrásøgn
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
London
Óhugnalig ýl og brøl, ráður luktur av skóg og dampur av nýdripnum kjøti. Hetta er tað, vit møta í serligu dinosaur-framsýningini í Natural History Museum í London.
Tað er mánadagur beint eftir middag og ein løta er síðani, at myndamaðurin og eg sendu tilfar okkara til dagsins blað heim frá einari internetcafé her í gøtuni. Vit hava umvegis fartelefonina fingið at vita, at myndir og grein frá fyrsta flogtúrinum hjá Atlantsflog til London eru komin heim til blaðhúsið á Argjum í øllum góðum.
Tí halda vit, at vit nú við góðari samvitsku kunnu taka okkum av løttum eina løtu. Og tískil settu vit fyri løtu síðani kós móti Natural History Museum, velduga savninum, blaðmaðurin kennir frá øðrum vitjanum í metropolinum fyri sunnan.
Vit hava spákað einar tíggju minuttir eystur eftir Cromwell Road her í Kensington økinum í London og standa nú í hesum ovurstóra savni, sum í vævi kann sammetast við eina føroyska bygd. Mydamaðurin, sum er úr Kvívík, og eg semjast skjótt um, at drúgvari verður at spáka kring savnið, enn tað hevði verið at spáka kring Kvívík.
Dinosaurur í gongini
Longu tá vit trýna innar í forhøllina í stóra savnsbygninginum, síggja vit fyrsta dinosaurin. Sum eitt veldugt ódjór stendur hendan hóttandi beinagrindin gjøgnum miðjuna í forhøllini, sum minnir eitt sindur um alla høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn sum hon er.
Beinagrindin er eftirgjørd eftir einum fossili av einum dinosauri av sokallaðu Diplodocus ættini. Tað sær út, sum at hesin góði Diplodocus einaferð hevur verið eitt ræðuligt ódjór. Hann er fleiri manshæddir høgur og frá hala til høvd minst líka langur, sum ein vanligur býarbussur í Havn.
Men skulu vit trúgva serfrøðingunum, hevur Diplodocus verið eitt plantuetandi friðardýr.
Vit lesa, at Diplodocus livdi fyri umleið 150 milliónum árum síðani. Hann er eitt av longstu djórunum, sum nakrantíð hevur livað á landi. Mátið frá høvdi til hala er meira enn 62 metrar. Á skeltinum undir elligamla djórinum stendur, at serfrøðingar leingi hava hildið, at Diplodocus dróg langa hala sín eftir jørðini. Men seinni hava teir á ein ella annan hátt funnið út av, at Diplodocus gekk við reistum hala, og at hann helst brúkti hann at sláa við, so hann kundi verja seg móti øðrum dinosaurum.
Tað var Edward kongur sjeyndi, ið tá hann var prinsur av Wales bílegði hesa eftirgjørdu beinagrindina, einaferð hann vitjaði Carnagie savnið í Pittsburgh í USA. The Natural History Museum her í London fekk eftirgjødu beinagrindina í 1905.
Rátt dráp
Vit ganga framvið Diplodocus og koma til stórar gangir, ið føra okkum til framsýningar av alskyns sløgum. Vit síggja djór, sum doyðu í ístíðini, eins og vit á einari aðrari framsýning síggja hundar hestar, seyð, kangaroo og onnur súgdjór. Eisini koma vit til eina sera áhugaverda framsýning um mannalívið.
Men tankarnir eru alla tíðina hjá serligu dinosaur-framsýningini, ið finst nakrar langar gangir longur frammi.
Umsíðir eru vit komnir til framsýning nummar 21, sum er framsýningin um dinosaurarnar. Vit hava gingið leingi og sæð nógv. Men framsýningarnar eru so mikið áhugaverdar, at vit geva okkum ikki far um tíð og stað. Tað einasta, ið minnir okkum á, at vit hava gingið leingi, eru eymu føturnar.
Dionosaur-framsýningin fyllir eina høll, sum er á stødd við einar tvær føroyskar ítróttarhallir. Vit ganga framvið einum eftirgjørdum høvdi av óhugnaliga rógdjórinum, Tyrannusaurus Rex.
Longur frammi hoyra vit ræðulig brøl og ýl. Tey koma frá einum rúmi við teldustýrdum dinosaur-tólmennum. Vit trýna innar og síggja ein av kjøtetandi dinosaurunum standa uppi yvir einum plantuetandi dinosauri, sum hann júst hevur dripið.
Hendan myndin er ógvuliga livandi. Vit síggja dampin rúka úr kjøtinum á nýdripna dinosaurinum, sum enn hveppur sær við av krampa. Eisini luktar av skógi og nýdripnum kjøti.
Tann dripni dinosaururin er ein Edmontosaurus, sum av óvart er komin burtur frá flokki sínum. Uppi yvir honum stendur ein ungur vaksin Tyrannusaurus og brølar errin av at hava bjargað dagsins døgurða. Vit lesa á skeltinum, at vit eru staddir í tí, sum nú er vestari parturin av Norður Amerika fyri 66 milliónum árum síðani.
Livandi tøkni
Vistu vit ikki betur, er stórur møguleiki fyri, at vit hildu dinosaur-tólmennini vera verulig livandi ódjór. So væl frágingin eru tey.
Vit standa eina løtu og eygleiða hendan ræðuliga Tyrannusaurin og taka synd í dripna Edmontosaurinum, sum liggur har vid syrgiligum brá um varrarnar. Myndamaðurin finnur tó skjótt út av, at besta myndin fæst við at fara fram um Tyrannosaurin og fáa eina mynd av kjaftinum og teimum blóðdálkaðu, hvøssu tonnunum. So hann spákar víðari, stillar seg beint framman skonina á ódjórinum og blitsar óført. Tað skal ein góð mynd av hesum ræðuliga kjafti í kassan, tykist hann hugsa.
Eg verði standandi við síðuna av hesum báðum kempunum og eygleiði, hvussu livandi rørðsurnar eru. Tað er ótrúligt, sum menniskjað hevur fingið stórar listarligar skapanargávur.
Tað hevppur í beinunum, halanum og hálsinum á dripna dinosaurinum, júst sum vit kenna tað frá, tá vit drepa seyð.
Meðan eg standi og eygleiði sárini á tí dripna, leggi eg til merkis, at tann øgiligi Tyrannusaurus stendur og eygleiðir meg. So flytast eyguni, og hann hygg burtur eina løtu, blukar og starir so aftur beint í eyguni á mær. Eisin posarnir undir eygunum á honum flytast, og eg síggi, hvussu vøddarnir í kjálkunum røra seg. Og so hendir tað. Hann opnar kjaftin, sker í eitt øgiligt brøl og vendir sær burtur. Eftir nøkur ógvuslig brøl flytir ódjórið kjaftin niður móti døgurðanum.
Myndin er so livandi, at børnini ræðast. Onkur heldur fyri oyruni, meðan tey við føtur í spenni móti girðingini ? klár at leypa avstað ? lúra eftir djórunum. Eitt annað barn togar í armin á mammuni, fyri at fáa hana at ganga skjótt framvið hættisligu ódjórunum, og eitt triðja barn unnast als ikkiog heingir seg um hálsin á pápanum.
Men tað er kortini skjótt yvirstaðið. Tað ber til at ganga skjótt fram við hesum báðum dinosaurunum og koma til friðarligari myndir av fornu djórunum. Og hóast nøkur av børnunum ræðast, er tað kortini okkurt, ið lokkar. Teimum dámar at vera her, og tey vita, at hetta er hóast alt nakað, sum starvsfólkini á savninum hava sett upp fyri at hugtaka fólk.
Upprunaligar leivdir
Vit hava fingið nóg mikið av ýlum og brølum fyri í dag, og ganga tí víðari í dinosaur-høllini. Her er nógv at síggja. Eftilíkningar av beinagrindum hjá ymsum sløgum av dinosaurum eru at síggja, og á skeltum fáa vit at vita, hvussu teir sóu út, tá teir vóru livandi, hvar teir livdu og hvat teir ótu.
Vit síggja eisini eina stóra montru, ið er fylt við alskyns amboðum, sum palentologar hava brúkt, tá teir hava grivið fram ymsu fossilini frá ymsu fornu djórunum.
Og mín sann, um ikki savnið eisini eigur ein veruligan deyðan dinosaur handan eina glasmontru. Vit síggja ein Edmontosaurus liggja í somu støðu, sum hann varð funnin. Leivdirnar av honum eru so mikið væl varðveittar, at vit á rygginum á honum síggja forsteinaða húð, ið fyri milliónum av árum síðani hava vart dinosaurin móti veðurlagi og øðrum kreftum í náttúruni. Vit lesa, at dinosaur húð er at sammeta við húðina á krokodillum.
Halin á hesum Edmontosaurus er burtur. Og serfrøðingar á savninum meta, at orsøkin er, at onkur annar dinosaurur hevur etið halan, tá hann doyði fyri 75 milliónum árum síðani ella so.
Vit ganga víðai og koma til eitt modell av einum dinosaura reiðri. Her fáa vit at vita, at slík egg eru funnin í útgrevstum, og at egg eisini eru funnin, har tað er »brostið fyri nev«.
Roknað verður við, at allir dinosaurar hava lagt egg, eins og fuglar. Hjá nøkrum sløgum hava ungarnir verið verðandi í reiðrinum og eru gøddir av mammuni, meðan tað hjá øðrum hevur verið sum hjá høsnum, at ungarnir eru farnir úr reiðrinum beinan vegin.
Aftur hetta sær so veruligt út, at vistu vit ikki betur, hildu vit talan vera um eitt veruligt reiður.
Vit hava nú fingið nóg mikið av dinosaurum og halda leiðina áfram í savninum, væl vitandi um, at her fer allur seinnaparturin. Men tað ger einki, tað er heldur yvirskýggjað í dag, og savnið er hugtakandi alt, sum tað er. Vit eru samdir um, at longu nú, eftir tveir tímar, hava vit fingið ríkiligt fyri tey níggju pundini, hvør av okkum mátti gjalda fyri at koma inn.