Bogi Hansen
Velbastaður
????????????
Í vikuni, sum fór, hoyrdi eg eitt brot úr orðaskiftinum á Tingi um orkupolitikk, og tað var skelkandi.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, greiddi frá, at hann trúði ikki uppá, at jørðin ornar, og hann kom við ymiskum grundgevingum. Veruleikin er bara ein annar. Miðalhitin á jørðini er vaksin hesa seinastu øldina; helst millum eina hálva og eina heila grad. At mátingarnar skulu vera skeivar, tí at tær eru gjørdar í bygdum øki, er tvætl. Tað er rætt, at hitamátarar vísa ov nógv, um teir eru í bygdum øki; men hesum verður sjálvandi tikið hædd fyri.
Tað er eisini rætt, at vit í Føroyum ikki hava merkt nógv til upphiting hesi seinastu 50 árini; men tað broytir ikki tann veruleika, at jørðin sum heild og eisini norðara hálva eru hitnaðar. Haraftrat er tað nú farið at hitna hjá okkum, eisini. Mær vitandi, var 2003 tað heitasta árið, sum er mátað í Føroyum (síðan 1890). Um Maldivurnar søkka í havið ella umvent, sum Bjarni sigur, veit eg ikki. Einstøk lond kunnu søkka ella rísa; men tað sigur onki um vatnstøðuna í heimshøvunum, sum heild. Veru-leikin er, at vatnstøðan sum heild hækkaði einar 10 - 20 cm í 20. øld.
Tað er í dag ongin grund til at ivast í, at jørðin sum heild hitnaði og høvini sum heild hækkaðu í seinastu øld. Ein partur var av natúrligum ávum; men helst stavaði ein partur eisini frá dálking, t.v.s. frá útláti av koldioxidi og øðrum evnum. Serliga upphitingin hesi seinastu 25 árini verður mett at vera av mannaávum, og tað er lítil ivi um, at dálkingin fer at elva til, at jørðin sum heild hitnar uppaftur meiri, og at veðurlagið eisini í aðrar mátar fer at broytast hesi komandi 100 árini.
Hetta eru næstan allir serfrøðingar í dag samdir um. Sjálvandi eru onkur undantøk. Innan øll øki finnast fólk, sum vilja prógva, at allir hinir serfrøðingarnir taka feil, og hetta er funnin fressur hjá fjølmiðlafólki. Vit hava hesi seinnu árini hoyrt nógvar tílíkar søgur og sæð onkrar sjónvarpssendingar um hesar djørvu granskararnar, ið verða lýstir sum hetjur, sum berjast fyri sannleikanum.
Eftir øllum at døma hevur Bjarni Djurholm sæð eina av hesum fullkomiliga misvísandi og tendensiøsu sjónvarpssendingunum, sum nýliga var víst, og ivaleyst kann hann eins og onnur lata seg ávirka av henni. Hinvegin helt eg, at ein landsstýrismaður hevði eina, um ikki annað so moralska, skyldu til, at hava sakligar grundgevingar fyri tí, hann førir fram í Tinginum. Hann og hansara umsiting hava allar møguleikar til at fáa meiri álítandi tilfar til vega. Metingar av veðurlagsbroytingum verða regluliga gjørdar av ymsum almennum stovnum og av millumtjóða bólkum undir ST, Arktiska Ráðnum og øðrum. Hesar metingar geva eina heilt aðra mynd enn hana, sum landsstýrismaðurin í orkumálum bar fram í Tinginum, og so frægt mátti hann vitað.
Upprunin til hansara viðmerkingar var, eftir tí eg skilti, spurningurin, um Føroyar skulu taka undir við Kyoto sáttmálanum ella ikki. Hetta er ein politiskur spurningur, sum talast kann bæði fyri og ímóti, og ein og hvør má hava loyvi til at gera sær sína egnu niðurstøðu; men fortreytin má vera, at niðurstøðurnar byggja á sakligt grundarlag. Hetta átti í hvussu so er at verið eitt krav til øll orðaskifti á Tingi. Ein politikari kann hugsa so: "Eg veit væl, at vit eru í ferð við at broyta veðurlagið á jørðini; men eg haldi ikki, at Føroyar hava ráð at gera sítt til at bøta um gongdina". Hetta haldi eg persónliga vera jánkasligt; men fyri tað kann tað vera sakligt. Men, at látast sum at ongin trupulleiki er, tá næstan alt próvtilfarið vísir tað øvuga, tað er beinleiðis ósakligt.
At enda ein stutt viðmerking um Kyoto og oljuframleiðslu. Velur Tingið at taka undir við Kyoto, fáa vit eina ávísa kvotu av koldioxid-útláti, sum vit ikki mugu fara upp um, og verður oljuframleiðsla við Føroyar, so kann tað kanska verða torført at halda hesa kvotu. Men, mær vitandi eru Kyoto kvoturnar umsetiligar. Rík lond kunnu keypa kvotur frá øðrum. Verður oljuframleiðsla í Føroyum, so hevði verið løgið, um ikki Føroyar fingu somikið av peningi burturúr henni, at vit kunnu keypa okkum ta neyðugu eykakvotuna.