Fyri tveimum árum síðani keypti Beinta Jacobsen gamla Hotel Djurhuus. Síðani hevur verið arbeitt við spurninginum um, hvussu bygningurin best komn til sín rætt, og hvussu hurðarnar høgligast kundu sláast upp fyri almenninginum.
Úrslitið gjørdist ein matstova, sum skal rekast av eigaranum av Café Natúr, Rúna Olsen.
- Vit settu okkum í samband við Rúna at vita, um hann hevði áhuga fyri einari matstovu, og hann tók beinanvegin av. Ætlanin er, at bæði støðini skulu arbeiða saman soleiðis, at matligi parturin av virkseminum fer fram her í Áarstovu, sigur Petur Jacobsen, stjóri á P/F Løkir, sum er sonur Beintu og Ejler Jacobsen.
Farið var rættiliga í holt við at seta bygningin í stand í september í fjør, og nú er so klárt at byrja matstovuvirksemið.
- Vit vildu fegin varðveita gamla stílin, og tí settu vit okkum í samband við Sverra Heinesen frá Sp/F Rúm, sum hevur designað hølini. Húsini rúma jú stórari mentan, og tað hevur eydnast okkum at fingið fatur á nøkrum søguligum lutum, sum eisini verða umrøddir í sanginum hjá Hans Andreas Djurhuus, »Ein gomul kista av kamfertræ«. Millum annað seymimaskinan, sum gamli Dyrhuus seymaði segl á, sigur Petur Djurhuus.
Føroysk rávøra
Hølini eru sera hugnalig, og tey beinleiðis osa av atmosferu. Soleiðis sum upprunasniðið var, eru húsini deild upp í fleiri ymisk smá høli, sum hvørt hevur sítt søguliga navn.
- Pláss er fyri 50 gestum, og matskráin verður norðurlendsk. Tó verða eisini føroyskir specialitetir at fáa, og vert er kanska at nevna, at borðreitt fer at verða við ræstari súpan. Aðrir serføroyskir verðar verða eisini at fáa, eitt nú nógv gott frá havinum, og dentur verður lagdur á, at rávøran í størstan mun er føroysk, sigur Petur Jacobsen.
Somuleiðis verður dentur lagdur á mentan, og eitt nú verða ymsar framsýningar havdar av og á í hølunum.
Móttøka verður í dag frá klokkan 14 til 17, har Petur Jacobsen fer at bjóða vælkomin, áðrenn Finnur Johannesen fer at greiða eitt sindur frá søguni á staðnum.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen fer at innvíga hølini, og Jens Marni Hansen fer at syngja nøkur løg, eitt nú »Ein gomul kista av kamfertræ«










