Á, den politikkur!

Jonna Justinussen
--------

Hesir seinastu dagarnar minna meg á ein lærarafund fyri nøkrum árum síðani, har køkslærarindan ynskti at fáa ein tíma meira, so at hon hevði tríggjar tímar tilsamans um vikuna, tveir til at gera mat í, og ein til teoriundirvísing. Jú, tað var so rímiligt, sjálvandi, og øll atkvøddu fyri.
So kom næsti spurningur, og úrslitið av honum kunnu vit øll taka við læru av. Næsti spurningur ljóðaði nemliga: Hvør vil geva ein tíma frá síni egnu lærugrein til køk? Nýtist mær at fortelja tykkum, um køkslærarindan fekk sín triðja tíma?
Øll vilja bara hava, ongin vil geva frá sær. Soleiðis er eisini hjá okkum í dag. Stuðul her og har og allastaðni, og ongin hugsar um, at tá ein fær stuðul, so er tað ein annar, ið má gjalda. Í síðsta enda eru tað vit øll, ið gjalda alt. Landið, altso vit øll, skal út at læna fyri at klára allar útreiðslur, bæði neyðugar og óneyðugar. Tað er ikki umhugsið, tí at læna til forbrúk er forkastiligt og hevur ongan enda. At onnur lond eru komin út í óføri og hava stórt hall er ongin umskyldningur hjá okkum eisini at gera tað. Er ikki ætlanin, at vit skulu klára okkum sjálvi? Loysing og yvirtøkur fyri læntan pening ljóðar ikki gott.
Sandoyingar hava ikki ráð til at reka eitt bókasavn, ið teir hava fingið ókeypis, og teir koyra allan lort í teirra prýði, Sandsvatn, tí teir hava ikki ráð til at gera kloakkina. Fyrst helt eg tað vera skomm, men tað er ein ærlig sak, at man ikki hevur ráð (at onkur so gevur hinum, altso okkum, skyldina, tað er sjálvandi nakað svínarí).
Er landið ikki í somu støðu sum Sands kommuna? Vit hava ikki ráð til ALT, vit hava bert ráð til nøkur ting, og vit noyðast at prioritera. Harí liggur uppgávan hjá politikarunum, at syrgja fyri, at samfelagið verður rikið á forsvarligan hátt og at fordeila sól og vind líka, so ongin mismunur verður gjørdur.
Samfelagssinni er eitt orð, ið er ókent í løtuni, og tey, ið tosa um nýval, vísa ikki ábyrgd móti okkum øllum, men hugsa bert um seg sjálvan. Tað átti at verið sum tá ein nýggjur pávi skal veljast: »Ongin sleppur út, fyrr enn ein loysn er funnin!« Allir skulu vera við, »Lyfta í felag«, sum tað so vakurt eitur. Tað er tað, teir eru valdir til. Onki skuldi itið »val í ótíð«. Eg eri heilt vís í, at so høvdu teir fólkavaldu noyðst at funnið eina loysn uttan samstundis at hugsa um ein kanska stundandi valkamp.
Tað einu ferðina her, tá Fólkaflokkurin ikki vildi vera við meira, tí tey vildu spara meira á tí almenna, væntaði eg (hevði í løtuni gloymt mína læru um politikk), at ein av teimum segði: »Fínt, eg stongi mítt aðalráð, leggi tað saman við einum øðrum, sostatt spara vit xxx milliónir.« Tað er ikki so langt síðani, at øll vóru eftir tí eina heilsumálaráðharranum, tí hon ongan pening hevði og mátti spara, meðan hin heilsumálaráðharrin ferðaðist um landið og hevði ovmikið at deila út av. Tað er ikki rættvíst.
Tað allarstørstu almennu sparingina høvdu vit fingið við at hálverað tingið, og sostatt bert havt 17 løgtingsmannalønir og bert 17 lívspensiónir at goldið út í tey næstu mongu, mongu árini (og allahanda frynsagóðar, ikki at forgloyma). Tingsalurin er alíkavæl sum oftast hálv- ella heilt tómur, so tað hevði ikki gjørt tann stóra munin. Ná, men út frá míni læru um politikk, kunnu vit skjótt avgera, hvat verður av tí. Har er nógv at spara, og hetta er kanska eitt evni, ið vit borgarar áttu at kravt lagt út til fólkaatkvøðu.
Tá talan var um eitt ella fleiri valdømir, segði ein løgtingsmaður, at løgtingsmenn verða valdir út frá tí arbeiði teir gera, og ikki hvar teir búgva. So satt sum tað er sagt. Dugi við mínum besta vilja ikki at skilja nakað argument fyri fleiri valdømum. Hví skal ein suðuroyingur í Suðuroy ikki sleppa at velja ein klaksvíking í Havn? Skamm fái tann, ið vil nokta okkum at velja tann persónin vit ynskja, líka mikið hvar hann ella tú og eg búgva. At tað er annarleiðis í øðrum londum, er onki argument fyri nakað sum helst. Hava tit gloymt tann hámetta føroyska leistin, ið alt skuldi skerast eftir, sum vit dag og dagliga hoyrdu um fyri fáum árum síðani? Hann verður kanska bert tikin fram, tá hann er til fyrimunar.
At tað ikki má henda, at bert fólk úr Suðurstreymoy verða vald á ting, er fornermisligt móti Suðurstreymoyar borgarum. Sum um tað er ein brotsgerð at búgva í okkara høvuðsstaði, ið júst liggur í Suðurstreymoy. Eru fólk har minni góðir føroyingar, ið ikki duga at hugsa um landið sum eina heild?
Mítt ynski fyri okkum øll er, at vit hava færri fólk á tingi, og at týdningarmiklar avgerðir, sum venda um upp á okkara lív og lagnu (og harvið okkara heilsu), verða lagdar út til okkum øll at avgera.