Ábending um orsøkina

Helst vóru skeiv amboð brúkt, tá avgreiðslumaðurin hjá Shell í Vágum mikukvøldið endaði á Landssjúkrahúsinum við brunasárum eftir eina spreinging í einum tanga við bensinstøðina í Miðvági

Óhapp

Miðvági:Samanfall av óhepnum umstøðum tykist vera orsøkin til ohappið við Mylluna í Miðvági mikukvøldið. Arbeiðseftirliti kannar málið, men er enn ikki komið til nakra endaliga niðurstøðu. Líkt er tó til, at amboðini, brúkt vóru, ikki vóru tey heilt røttu, metir arbeiðseftirlitið.
Tá avgreiðslumaðurin hjá Shell, seinnapartin mikudagin skuldi fylla blýfrítt bensin í tangarnar hjá Mylluni, hendi tað óhapp, at hann fylti í dieseltangan.
Hann var beinanveg varugur við mistakið, og boðsendi einum bili hjá IRF, sum skuldi tøma úr aftur tanganum og pumpa í tangabilar hjá Shell, sum síðan skuldu flyta alt burtur. Tangin skuldi tømast heilt.
Av løgreglustøðini í Miðvági verður greitt frá, at fyrst varð sogið úr tanganum upp í ein tangabil hjá Shell, og síðan, tá hesin var fullur, skuldi takast upp í tann næsta.
Meðan fylt varð í seinna tangabilin, hendi ein spreinging, sigur løgreglan. Talan var ikki um, at eldur yvirhøvur var brúktur nakrastaðni í námind, sigur løgreglan, sum metir hendingina sum »eitt av teimum ekstremu tilfellunum«, tá óhappið bara hendir.
Maðurin brendi seg nakað í andlitið og um hondina og varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men verður ikki sendur til Danmarkar, sigur løgreglan í Vágum.
Arbeiðseftirlitið varð tilkallað og hevur gjørt kanningar i málinum.
Av Arbeiðseftirlitinum verður sagt, at tey hava eina ábending um, hvat kann vera hent, men kortini onga greiða niðurstøðu í skrivandi stund.
Tað er soleiðis, greiðir Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum frá, at streymasndi veskur sum eitt nú bensin og dieselolja, gera statiskan spenning, sum má leiðast burtur onkursvegna. Tað eru tangabilarnir hjá oljufeløgunum útgjødir til við slangum, sum hava jørðforbindilsi og tann vegin leiða spenningin burtur.
Hinvegin hevði reinsibilurin hjá IRF, sum tók bensini og oljuna upp úr jørðtanganum og pumpaði í oljubilin, ikki slíka slangu.
Tí er stórur møguliki fyri, at spenningurin, sum bensinið og oljan hava skapt, hevur gjørt ein neista, sum síðan hevur orsakað eina spreinging.
Maðurin, sum fekk skaða, stóð uppi á oljubilinum, sum er spildurnýggjum. Treygdin var í lagi, og verja rundan um pallin, maðurin stóð á, og helst tí er hann ikki dottin niður, sigur Karl Joensen.
Stjórin á Shell, Hákun Djurhuus, var á staðnum stutt eftir óhappið. Hann fegnast um, at maðurin tykist vera sloppin rímiliga væl frá óhappinum, sum væl kundi verið størri.
Hákun Djurhuus rósar teimum, sum vóru á staðnum fyri a bera skjótt og rætt at, soleiðs at maðurin fekk ta fyrstuhjálp, sum skuldi til.
?Hann varð rætt viðgjørdur við køldum vatni beinanveg, og tað gekk kanska eitt korter ella so, til hann fekk læknaviðgerð, sigur Hákun Djurhuus.