Ábit á fløgu

Plátan Ábit við Kræklingum er nú komin út á fløgu

Plátufelagið Tutl hevur givið út fløguna Ábit við Kræklingum. Hetta er sostatt LP plátan frá 1979, sum nú er teldutøk, og er hetta liður í arbeiðinum at geva alt út á fløgu, sum felagið gav út á plátu í sjeyti- og áttatiárunum.
                      Tað var Havnar Jazzfelag sum framleiddi plátuna í 1979. Vit kenna heitislagið Ábit og hava eisini stundum hoyrt útgávuna hjá Kræklingum av lagnum Í búri, men er hetta sum heild ein vælkend pláta millum manna. Bólkurin hevur verið virkin við millumbilum upp til okkara dagar og teljast limirnir í bólkinum eisini millum teir virknastu, hugsa vit  um føroyskan tónleik í dag og eini 30 ár aftureftir ? kanska meira.
                      Manningin er henda: Ólavur Øster, guitar, percussion og bass, Kolbein Simonsen, bass, Eskil Romme, sopran- og altsaxofon, Kristian Blak, klaver og Jan Jacobsen, trummur og percussion.
                      Upptøkurnar fóru fram hjá Milson Zachariassen í Havn í desember í 1978 og februar 1979  og í Stuk Ranch í Nibe í februar 1979. Ole Wich gjørdi plátuhúsan og reproarbeiðið gjørdi S.J. Repro.