ræður um ikki at lata hitt liðið sleppa ov langt og ÍF kláraði at halda fast. Í veruleikanum kláraðu tær at halda so fast, at tær fingu tveir settbóltar, men tíverri fyri tær megnaðu tær ikki at umseta teir [...] væntandi, at tær fóru at vinna annað sett, men so varð ikki. ÍF fótaði sær betri enn nakran vardi og tá samanumkom hjøvdu tær vunnið annað sett 21-18. Síðani varð farið í holt við javnbrótaran fyri at finna [...] Mjølnir hevði fingið fótin fyri seg og tað fingu ÍF-kvinnurnar at kenna. Triðja settið endaði 21-15 til Mjølnir og hetta vóru greið boð um, at tað sum hendi í fyrra hálvleiki skuldi ikki endurtaka seg, og
teir umborð á Tjaldrinum og fóru at leita. Teinurin at sigla var eitt sindur drúgvur, men tá teir vóru komnir á leiðina, haðani signalið kom, gekk tað rímiliga skjótt, at finna bátin. Eftir venjingina, sum [...] grundini var tað Tjaldrið, sum leitaði. Uppgávan hjá Ægi var at sleppa einum gummibáti, sum so sendi signal, sum Tjaldrið hoyrdi og fór at leita eftir, sigur Elmar Højgaard. Tá Ægir hevði slept bátinum [...] íslendska markinum, kom Ægir ein túr til Havnar, líkasum fyri at siga góðan dag, nú hann var í farvatninum kortini, sum Elmar Højgaard tekur til. Hetta, at vaktarskip vitja grannarnar, er ikki heilt ókent, og onkur
vil gott verk, hevur ongan møguleika at vera opin. Hesin mátistokkurin hevur tann góða eginleikan, at vit kunnu venda honum við. Hevur ein persónur ikki viljan til at vera opin, so er heldur eingin vilji [...] vilja gott verk. At sita á lønarlista hjá tí, sum ikki vil gott verk, er ikki stuttligt. At hava ein, sum ikki vil gott verk, á sínum lønarlista er heldur ikki stuttligt. So óstuttligt, at leiðslulæran beinleiðis [...] Viljin hjá øllum pørtum við makt at avgeva part av síni makt í tænastuni hjá framburðinum er treytin fyri einhvørjum málsetningi, sum skal hava bert ein lítlan møguleika fyri at eydnast. Evnini hjá tí einstaka
Vit kunnu upplýsa, at síðan finnst undir adressuni: http://kort.olivant.fo/~hiljan/ Stutt kunnu vit at enda siga, at síðan er hegnisliga sett upp, men ikki eru so nógvir upplýsingar at finna, sum ein kundi [...] hentleikar, men boðskapurin er klárur, og ikki so sørt av upplýsingum eru at finna á heimasíðuni. Sjálv framsíðan er sett upp á tann hátt, at slóðir eru til vinstru, meðan restin er sett upp í einari rammu (frame) [...] fyrstu deild (í skrivandi løtu). Eisini ber til at síggja hvørjir aðrir dystir hava verið, eitt nú í fyrstu og aðru deild. Úrslitini eru sett upp á tann hátt, at tá talan er um dystir hjá NSÍ, er hetta sjá
Fuglfirðingarnir máttu harvið ásanna, at í fótbólti snýr tað seg ikki bara um at venja nógv. Mótstøðumenninir vístu teimum, at umframt venjingina, so er tað av stórum týdningi at hava royndar og snúðnar menn á [...] á vøllinum, at dómarin metti tað vera til reytt kort, og so noyddist Hans Jákup á Líknargøtu at fara undir brúsu. Men hóast teir vóru ellivu móti níggju, so megnaðu fuglfirðingarnir ikki at fáa mál. Stutt [...] meiri til reglarnar, enn so mangir aðrir dómarar gera. Eftir at tað var bríkslað fyri frísparki, hevði vongspælarin í høgru Bárður Heinason hug at skumpa eitt sindur til ein mótstøðumann, og tað fekk hann
eitt sindur av stáltráði at surra karburatorin fastan við, man tað nokk fara at ganga, skemtaði hann. Persónligt virði Gamli bilar kunnu ikki sammetast við gomul frímerki, fáa vit at vita. Hóast teir eru gamlir [...] 000 krónur. Fyri tað fyrsta má nýggi eigarin duga at umvæla bilin, annars steðgar hann upp beinanvegin. Fyri tað næsta er tað ikki bara sum at siga tað, at skilja seg av við ein veteranbil, sum tú hevur lagt [...] dottin av, og tískil slapp hann at standa eftir uttanfyri hotellið í Havn. -Hann virkaði annars so væl, ja, líka til í gjár, flennir eigarin, sum kortini hevði góðar vónir um at fáa bilin við sær heimaftur
hava hildið trygdina verið fullkomna og ógjørliga at sníkja seg inn á. Tí hava stóru feløgini umfatandi ætlanir at fáa brúkaran at keypa sær dvd-spælara at hava í stovuni og so keypa ella leiga filmar á [...] og lógina um upphavsrættindi. Skuldsetingin er íkomin eftir, at ungi norðmaðurin, sum bløðini skýra teldusník, hevur havt virknan lut í at menna og útbreiða eitt telduforrit, nevnt DeCSS, sum kann avdúkað [...] við tað at tøknin er talgild, eru leitimøguleikarnir hópin betri enn á videobondum. Framtíðin er altso talgild og ruddar slóð fyri innrás í heimunum, har framtíðar filmar í stóran mun fara at verða sæddir
blað megnað at komið so ofta á gøtuna. Tað var tann 13. mars 1990, at sosialurin fór undir fimmdaga útgávuna. Fyri ta tíð kom blaðið út tríggjar ferðir um vikuna. Tað var í sjeytiárunum, at Sosialurin rættuliga [...] rættuliga fór at menna seg sum tíðindablað, og við nýggju blaðhúsunum á Argjum í 1982 bar til at geva blaðið út tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag. Í 1989 var blaðframleiðslan so smátt [...] deildini. Tá kreppan fór at raka bløðini fyrst í nítiárunum, gjørdust lýsingarnar færri og harvið eisini úrtøkan minni. Tí mátti finnast upp á onnur ráð. ? Neyð lærir nakna konu at spinna, sigur Jan Müller
sum í síni tíð vóru við til at samtykkja Samhaldsføstu arbeiðsmarknaðareftirlønarskipanina. Tjóðveldismenn hava bedýrað at samhaldsfesti verður varðveitt, men líkt er til, at flokkurin hevur gjørt ein nýggja [...] Taka vit vanligu fólkapensjónina fyrst, skal staðfestast, at hon kundi verið hækkað fyri einum ári síðani. Tá tað varð greitt, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999 varð roknað við stórum yvirskoti [...] upp at hækka fólkapensjónina við einum 1000 krónum um mánaðin. Men landsstýrisflokkarnir søgdu nei. Teir untu ikki pensjónistunum ein bata, sum vit høvdu ráð til eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma
framtíðarætlanir og um tey vænta at flyta aftur til bygdina eftir lokna útbúgving. Sostatt at Yngd eisini flytir seg út yvir Havnina, Klaksvík og Runavík. Tískil vóni eg at tað koma fleiri sovorðnar greinar [...] greinar í framtíðini. Við vón um at vinna eina fløgu Maria Eg eri fullvísur í, at tað eru fleiri, sum halda við tær. Serliga í tí at vit skulu flyta okkum út um størru plássini í Føroyum. Vónandi kann tað [...] Eg komi tíanverri við einum hjartasuffi. Eg haldi tað vera fínt at lesa um fløgur og filmar, men eg haldi tað vera enn meira stuttligt at lesa um onnur ung í Føroyum. Hvat tey gera, hvørja hugsan tey hava