Dánjal Højgaard
Teir siga, at hann er tann einasti av sínum slagi í danska kongaríkinum. Rover-bilurin, árgangur 1937 hjá familjuni Gry úr Norður-Jútlandi. Familjan Gry er limur í danska felagnum fyri ellisakfør, Nordjysk Vintage Klub, sum hevur verið á ferð í Føroyum við trimum veteranbilum hesa vikuna. Níggju fólk og tríggir ektaðir veteranbilar komu til Føroya við Norrønu mánadagin og alla hesa vikuna hava tey rulla kring landið í teirra gomlu bilum.
Umframt Rover-bilin hjá familjuni Gry var ein sonevndur MG frá 1952 ? ein Morris Garage við kalesju - við á ferðini. Triði bilurin var ein Chevrolet-lastbilur frá 1929. Hetta var eitt sonevnt »grísahandilsmanna-modell«, søgdu teir blíðu bileigararnir, og spurdu um vit ikki mintust bilin, sum Buster Larsen koyrdi við í Matador.
Karburatorurin datt av
Grísa-bilurin var tó steðgaður upp dagin fyri. Karburatorurin var dottin av, og tískil slapp hann at standa eftir uttanfyri hotellið í Havn. -Hann virkaði annars so væl, ja, líka til í gjár, flennir eigarin, sum kortini hevði góðar vónir um at fáa bilin við sær heimaftur til Danmarkar. -Við eitt sindur av stáltráði at surra karburatorin fastan við, man tað nokk fara at ganga, skemtaði hann.
Persónligt virði
Gamli bilar kunnu ikki sammetast við gomul frímerki, fáa vit at vita. Hóast teir eru gamlir so hava bilarnir ikki tað stóra marknaðarvirðið. Rover-bilurin t.d. ? sum er tann einasti av sínum slagi í Danmark - hevði møguliga ikki farið fyri meira enn 150.000 krónur. Fyri tað fyrsta má nýggi eigarin duga at umvæla bilin, annars steðgar hann upp beinanvegin. Fyri tað næsta er tað ikki bara sum at siga tað, at skilja seg av við ein veteranbil, sum tú hevur lagt nógvar arbeiðstímar í. Haraftruat er tað ein spurningur um útboð og eftirpurning. -Tað ber ikki til at seta virði á ein slíkan bil, sigur Preben Gry, sum er næstformaður í Nordjysk Vintage Klub. -Hetta er nakað, sum tú hevur nýtt ein stóran part av lívi tínum til, sigur hann og hyggur næstan eymliga at sínum gamla Rover.