ÍF?GÍ 0?0
Flovisligt. Tað var niðurstøðan hjá fuglfirðingum, tá næstbesta liðið hjá gøtumonnum leygardagin hevði steðgað sigursrøðini hjá ÍF.
Og tað var væl skiljandi, at teir í góðveðrinum í Fuglafirði vóru eitt sindur flovir. Tí um grannarnir fyri uttan Varmakeldueið høvdu verið eitt vet hepnari, so kundu teir verið farnir til hús við øllum trimum stigunum. Í 2. hálvleiki raktu teir bæði í stólpan og tvørtræið aftanfyri Allan G. Joensen.
ÍF hevði øll góð kort á hondini. Og tað í orðsins sanna týdningi, tí tvær ferðir í 2. hálvleiki vísti dómarin, Eiler Rasmussen, gøtumonnum reyða kortið.
Tíðliga í 2. hálvleiki helt hann seg meiri til reglarnar, enn so mangir aðrir dómarar gera. Eftir at tað var bríkslað fyri frísparki, hevði vongspælarin í høgru Bárður Heinason hug at skumpa eitt sindur til ein mótstøðumann, og tað fekk hann reyða kortið fyri.
Og tá tað restaðu stívliga tíggju minuttir, varð gøtumaðurin í ÍF verjuni, Alvi Justinussen, so harðliga taklaður langt frammi á vøllinum, at dómarin metti tað vera til reytt kort, og so noyddist Hans Jákup á Líknargøtu at fara undir brúsu.
Men hóast teir vóru ellivu móti níggju, so megnaðu fuglfirðingarnir ikki at fáa mál. Stutt undan dystarenda hevði Tomek størsta møguleikan. Staddur mitt fyri málinum setti hann innaru síðuna á, men á strikuni aftanfyri Mortan Joensen bjargaði álopsmaðurin Heini Heinason.
Fuglfirðingarnir máttu harvið ásanna, at í fótbólti snýr tað seg ikki bara um at venja nógv. Mótstøðumenninir vístu teimum, at umframt venjingina, so er tað av stórum týdningi at hava royndar og snúðnar menn á liðnum.
Á GÍ liðnum vóru Jan Skoradal og Janus Rasmussen í verjuni, Símun Petur Justinussen var eisini við, og hesir vita væl, hvussu tað skal farast fram, tá mótstøðumenninir royna seg í 4?4?2 útgangsstøðuni. Teir megnaðu at pakka seg saman í verjupartinum, krossbóltarnir hjá fuglfirðingunum vóru ikki nógvir og neyvir, og gøtumenn vóru minst líka vandamiklir, tá teir fóru í snarálop ? ikki minst Heini Heinason.










