Mjølnir-ÍF 2-0
(21-15, 18-21, 9-7
21-10, 21-4)
Hóast tað var Mjølnir, sum vann dystin móti ÍF í Klaksvík sunnudagin, so kláraðu fuglfjarðarkvinnur at gera tað, sum fá lið hava gjørt undan teimum í ár. Tær vunnu eitt sett móti meistarunum.
Mundi eydnast
Eftir tí, sum vit hava frætt úr Klaksvík, so var ikki talan um ein av teimum vøkru dystunum.
Fyrsta sett tók Mjølnir sær av, og tað var eisini væntandi, at tær fóru at vinna annað sett, men so varð ikki. ÍF fótaði sær betri enn nakran vardi og tá samanumkom hjøvdu tær vunnið annað sett 21-18.
Síðani varð farið í holt við javnbrótaran fyri at finna ein vinnara til fyrra hálvleik. Her leikti javnt á, og heldur ikki tað var eftir ?skránni?.
Fugfjararkvinnur fingu góða byrjan og hildu tørn. Javnbrótarin er stuttur og tí ræður um ikki at lata hitt liðið sleppa ov langt og ÍF kláraði at halda fast.
Í veruleikanum kláraðu tær at halda so fast, at tær fingu tveir settbóltar, men tíverri fyri tær megnaðu tær ikki at umseta teir og hálvleikssigurin endaði tí í Klaksvík.
Stórur munur
Í seinna hálvleiki sást betur hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat liggur í botninum. Mjølnir hevði fingið fótin fyri seg og tað fingu ÍF-kvinnurnar at kenna.
Triðja settið endaði 21-15 til Mjølnir og hetta vóru greið boð um, at tað sum hendi í fyrra hálvleiki skuldi ikki endurtaka seg, og so var.
Mjølnir setti seg tungt á dystin og fjórða sett var ein avgreiðsluspurningur burturav.
Meistararnir úr Klaksvík vundu burtur úr ÍF, sumv arð sent aftur til hús við einum lemjandi tapi í seinasta settinum sum endaði 21-4.
Tískil vann Mjølnir dystin 2-0 og tað var tað, sum øll høvdu roknað við, men ÍF vann í hvussu er eitt sett frá meistarunum og tfóru tí ikki tómhentar aftur um Leirvíksfjørð.