Viljin til gott verk er grundarlagið undir einhvørjum samstarvi við meining.
Viljin hjá øllum pørtum við makt at avgeva part av síni makt í tænastuni hjá framburðinum er treytin fyri einhvørjum málsetningi, sum skal hava bert ein lítlan møguleika fyri at eydnast.
Evnini hjá tí einstaka við makt - t. e. við heimildum yvir øðrum menniskjum og felags tilfeingi ? at skapa felags stev hjá teimum, sum vilja tað góða, er kjarnin ´?i góðum leiðslueginleikum.
Soleiðis verður tað viljin og evnini hjá teimum, sum á avgerandi hátt ávirka gerandisdagin hjá øðrum menniskjum, sum avger, um tað ber til at fremja gott verk. Hetta er persónligt.
Situr onkur á ovastu rók, sum annaðhvørt ikki hevur viljan ella ikki hevur evnini til gott verk, so er støðan vónleys - teoretiskt og praktiskt. Har lekur ikki dropin millum teori og praksis.
Tí er tað eisini av avgerandi týdningi at hava ein mátistokk fyri hendan viljan og hesi evnini. Í tí privata er botnlinjan ein máti stokkur, sum ofta verður brúktur í hesum sambandi. Í tí almenna er tað væl truplari.
Men her finst ein mátistokkur fyri viljan til gott verk, sum er rættiliga vísur ? kanska serliga brúkiligur í almennum høpi, har kapping millum virki ikki er ein forðing. Tann, sum vil gott verk, vil eisini vera opin. Tann, sum ikki vil gott verk, hevur ongan møguleika at vera opin.
Hesin mátistokkurin hevur tann góða eginleikan, at vit kunnu venda honum við. Hevur ein persónur ikki viljan til at vera opin, so er heldur eingin vilji til gott verk. Fyri slík fólk hevur orðið »samstarv« ein heilt annan týdn8ing enn tað hevur fyri tey, sum vilja gott verk.
At sita á lønarlista hjá tí, sum ikki vil gott verk, er ikki stuttligt. At hava ein, sum ikki vil gott verk, á sínum lønarlista er heldur ikki stuttligt. So óstuttligt, at leiðslulæran beinleiðis frámælir báðum.
Signar P. Heinesen