Taka vit vanligu fólkapensjónina fyrst, skal staðfestast, at hon kundi verið hækkað fyri einum ári síðani. Tá tað varð greitt, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999 varð roknað við stórum yvirskoti, skutu bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin upp at hækka fólkapensjónina við einum 1000 krónum um mánaðin. Men landsstýrisflokkarnir søgdu nei. Teir untu ikki pensjónistunum ein bata, sum vit høvdu ráð til eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma. Og yvirskotið á fíggjarlógini verður ikki 250 milliónir, sum roknað varð við, men heilar 500 milliónir krónur. Betri seint enn ongatíð. Nú fáa tey eldru so eina bata, og tað fegnast tey sjálvandi um.
Ein orsøk til, at pensjónirnar ikki skuldu hækka fyri einum ári síðani var hon, at arbeitt varð við einum pesnjónsreformi, og alt skuldi ganga inn í eina samlaða skipan. Uppskotið er ikki liðugt enn, men mikukvøldið upplýsti Helena Dam á Neystabø, at nú verða eftirlønarskipanir hjá fakfeløgunum sammettar í Fíggjarmálastýrinum. Líkt er til, at kjarnin í uppskotinum, verða tær skipanir, sum tey flestu fakfeløgini eftir hondini hava gjørt við arbeiðsgevarar sínar. Men tær skulu lúka treytir við atliti til stødd, um talan skal gerast um lívslangar skipanir. Men tað individuella skal varðveitast, og fólk kunnu seta eina óavmarkaða upphædd í eina slíka kapitalpensjón við skattafrádrátti. Tey múgvandi kunnu so statt gjalda sær til stóran skattalætta.
Samanumtikið: ein eftirlønarskipan, sum byggir á tvungnar, persónligar skipanir. Tað merkir: eftirlønin hjá okkara komandi pensjónistum verður lutfalsliga høg, um viðkomandi hevur forvunnið nógv, og lutfalsliga lág, um inntøkan í arbeiðsárum hevur verið lág. Við øðrum orðum verður einki samhaldsfesti í pensjónsreforminum hjá landsstýrinum. Samhaldsfesti verður bara í fólkapensjónini. Hon skal hækkast, men hon verður einasta álitið hjá heimaarbeiðandi, arbeiðsleysum og øðrum láglønarbólkum.
Verða ongar broytingar gjørdar, skulu vit ynskja Fólkaflokkinum tillukku. Vit harmast um Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum í síni tíð vóru við til at samtykkja Samhaldsføstu arbeiðsmarknaðareftirlønarskipanina. Tjóðveldismenn hava bedýrað at samhaldsfesti verður varðveitt, men líkt er til, at flokkurin hevur gjørt ein nýggja skilmarking av hugtakinum samhaldsfesti.