Unglingi skakar filmsídnaðin

16 ára gamli norðmaðurin Jon Johansen er størsta marran hjá amerikanska filmsídnaðinum. Hann hevur avdúkað best varda loyndarmálið í hjá teimum

Sjey tey størstu filmsframleiðslufeløgini í USA og dvd-framleiðslufelagið DVD CCA hava stevnt Jon Johansen og pápa hansara.

Teirra vegna kom norska løgregludeildin Økokrim á gátt hjá Jon og teimum í síðstu viku. Feðgarnir báðir vórðu tiknir við á støðina og avhoyrdir í 8 tímar.

Báðir eru skuldsettir fyri brot á revsilógina og lógina um upphavsrættindi. Skuldsetingin er íkomin eftir, at ungi norðmaðurin, sum bløðini skýra teldusník, hevur havt virknan lut í at menna og útbreiða eitt telduforrit, nevnt DeCSS, sum kann avdúkað trygdarritingina, kotuna, á dvd-fløgum.


Kemur dátt við

Best varda loyndarmál í filmsheiminum øllum er nevniliga trygdarkotan á framtíðartryggu dvd-fløgunum. Pengasterku framleiðslufeløgini hava hildið trygdina verið fullkomna og ógjørliga at sníkja seg inn á.

Tí hava stóru feløgini umfatandi ætlanir at fáa brúkaran at keypa sær dvd-spælara at hava í stovuni og so keypa ella leiga filmar á dvd-fløgum.

Bæði mynda- og ljóðgóðskan er framúr, og við tað at tøknin er talgild, eru leitimøguleikarnir hópin betri enn á videobondum.

Framtíðin er altso talgild og ruddar slóð fyri innrás í heimunum, har framtíðar filmar í stóran mun fara at verða sæddir. Biografar fara bert at vera á stórri plássum, har nógv fólk kemur. Restin verður í heimabiografinum.

Soleiðis hevur ídnaðurin hugsað, og tí kemur tað teimum dátt við, at ein ungur norðmaðurin kemur inn um mark og órógvar teirra viðurskifti.


Fær stuðul

Eftir avhoyringina hjá Økokrim í Noregi, settist Jon Johansen við telduna. Á heimasíðuni hjá Slashdot skrivaði hann egnu søgu sína, um avhoyringina og skuldsetingina.

Bert skamm stund eftir høvdu fleiri hundrað, serliga teldusnillingar, lisið frásøgnina og sagt seg vilja stuðla honum peningaliga.

Amerikanski borgararættinda felagsskapurin Electronic Frontier Foundation er komin upp í málið og hevur boðið sær til at rinda allar útreiðslur fyri ein norskan sakførarar.

? Tí hetta er ikki eitt stríð um ólóglig náptak, men um brot á talufræslið, sigur talsmaður teirra við tíðarritið Wired News.