Ódnin "Amy" hevur herjað syðra part av Noregi, og NRK veit í kvøld at siga, at aftur í nátt noyðast fleiri at liggja í myrkri.
- Streymveitarin í Vestfold og Telemark, Lede, ásannar, at hetta verður enn ein streymleys nátt hjá fleiri túsund viðskiftafólkum.
NRK veit at siga, at oyðileggingarnar í streymnetinum av "Amy" eru umfatandi.
- Vit hava í allan dag leitað eftir feilum, men vit mugu bara staðfesta, at vit koma ikki á mál í kvøld.
Tað sigur samskiftisleiðarin hjá norska el-veitaranum, Thor Bjørn Omnes, í tíðindaskrivi í kvøld.
Í morgun vóru umleið 7800 viðskiftafólk hjá felagnum uttan streym.
- Gjøgnum dagin er talið av viðskiftafólkum, sum ongan streym høvdu í morgun, minkað við einari knappari helvt.
Thor Bjørn Omnes sigur, at arbeitt verður framvegis onkrastaðni, men tað er trupult at arbeiða uttandura í myrkri.
Hann ásannar, at tíverri noyðast fleiri viðskiftafólk at liggja í streymloysi eisini í náttini, sum nú stundar til.
Tað liggur framvegis eitt stórt arbeiði fyri framman hjá elveitingarfelagnum, men her verður alt gjørt fyri, at viðskiftafólk skulu fáa streymin aftur.
- Tað er tíverri trupult at siga við vissu, nær viðskiftafólk, sum enn eru í streymloyvi, kunnu vænta at fáa streymin aftur, sigur samskiftisleiðarin.
Eisini hjá øðrum streymveitarum í Noregi eru nógv viðskiftafólk framvegis í streymloysi.
Lesið eisini -
"Amy" máldi 62,1 metrar um sekundið - https://www.in.fo/news-detail/amy-maldi-621-metrar-um-sekundid