Leygarkvøldið var einrøðuleikurin Upphav eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S.Dalsgaard frumframførdur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Leikurin, sum var partur av leiklistafestivalinum VERK - Nordic Stage Days, er tann triði, eg havi upplivað her í Havn uppá minni enn tríggjar vikur. Tað er fantastiskt og tríggjar sera ymiskar leikupplivingar, eg eri takksom fyri.
Soleiðis sigur Kinna Poulsen í ummæli sínum av hesum leikinum.
Sakn og sorg hava listafólk sum Sámal Joensen-Mikines og Janus Djurhuus mangan viðgjørt við lýsingum av marmorbleikum kvinnum og børnum. Minni er gjørt burtur úr ítøkiliga matstríðnum í kjalarvørrinum av deyðum og druknaðum monnum. Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju, skrivar Kinna Poulsen millum annað.
Alt ummælið hjá Kinnu Poulsen kann lesast her: Sorg er ein kvinna — Listaportal