Venjing norðanfyri

Íslendska og føroyska sjóverjan høvdu felagsvenjing norðan fyri Føroyar mánadagin. Tjaldrið og íslendska verjuskipið Ægir luttóku í venjingini, sum eydnaðist væl

Tjaldrið og Ægir leitaðu eftir einum gummibáti á Íslandsrygginum mánadagin. Talan var um eina venjing, sum gekk væl, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Í grundini var tað Tjaldrið, sum leitaði. Uppgávan hjá Ægi var at sleppa einum gummibáti, sum so sendi signal, sum Tjaldrið hoyrdi og fór at leita eftir, sigur Elmar Højgaard.

Tá Ægir hevði slept bátinum, rýmdi hann frá honum, og nakrar tímar seinni fór signalið so í gongd. Hetta hoyrdu teir umborð á Tjaldrinum og fóru at leita. Teinurin at sigla var eitt sindur drúgvur, men tá teir vóru komnir á leiðina, haðani signalið kom, gekk tað rímiliga skjótt, at finna bátin.

Eftir venjingina, sum var á Íslandsrygginum nær íslendska markinum, kom Ægir ein túr til Havnar, líkasum fyri at siga góðan dag, nú hann var í farvatninum kortini, sum Elmar Højgaard tekur til.

Hetta, at vaktarskip vitja grannarnar, er ikki heilt ókent, og onkur íslendingur hevur verið her áður. Eisini onnur fremmand skip av hesum slagnum hava vitjað í Føroyum. Elmar Højgaard sigur, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur ikki gjørt nógv av at lata okkara skip vitja uttanlands, men danska sjóverjan ger tað soleiðis av og á.

Annars eru hesar venjingarnar regluliga hvørt ár. Ein norðanfyri, og ein sunnan fyri Føroyar. Luttakararnir eru vanliga úr Íslandi, Noreg, Skotlandi og Føroyum. Hesaferð vóru bara íslendingar og føroyingar við, sigur Elmar Højgaard. Men um ikki so langa tíð verður ein venjing sunnan fyri eisini, og tá fara hinir at luttaka. Íslendingar verða ikki við tá.

Tað er ein bólkur, sum samskipar hesar venjingarnar, sigur Elmar Højgaard. Og tey, sum við eru, vita ikki nær tær vera, fyrr enn alarmurin fer í gongd.

Hesar venjingarnar eru sera umráðandi fyri at royna ta útgerð, sum bara skal rigga, tá veruligt brúk verður fyri henni.

Annars gongur tað eftir ætlan við nýggja vaktarskipinum, sum smíðað verður í Noreg. Tað skal eftir ætlan koma til Føroya 2. oktober í ár, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni.