Ja ikki er tað lætt at finna fram til hesa fótbólts heimasíðu, men um ein fer inn á Leitel.fo, og blaðar í teirra top10 lista, so er slóðin har, og tað er hon av einans orsøk, tí hon liggur á topp-listanum.
Vit hava hesuferð roynt hesa heimasíðu, og teir møguleikar hon bíður uppá.
Síðan er sera klassiskt uppsett, ikki so nógvir hentleikar, men boðskapurin er klárur, og ikki so sørt av upplýsingum eru at finna á heimasíðuni.
Sjálv framsíðan er sett upp á tann hátt, at slóðir eru til vinstru, meðan restin er sett upp í einari rammu (frame). Á framsíðuni er ein grein um dystin millum FS-Vágar og NSÍ í fyrstu deild (í skrivandi løtu). Eisini ber til at síggja hvørjir aðrir dystir hava verið, eitt nú í fyrstu og aðru deild. Úrslitini eru sett upp á tann hátt, at tá talan er um dystir hjá NSÍ, er hetta sjálvvirkandi ein slóð til eina dystarfrásøgn.
Um vit skulu samanbera hesa heimasíðu við útlendskar fótbóltsheimasíður, so er hon ikki sørt lík heimasíðuni hjá navnframa fótbóltsfelagnum Liverpool FC, og sjálvsagt hava forritarnir lúrt eitt sindur eftir útlendskum fótbóltsheimasíðum, tá teir hava gjørt heimasíðina.
Fyri at venda aftur til slóðirnar, eru tær hesar: Heim, Tíðindi, Kunning, Fótbóltur, Stuðlar, Slóðir, Gestabók og Kjak. Vit royndu hesar, og handan bannarin, ið nevnist Fótbóltur, vóru ymsir áhugaverdir upplýsningar at finna. Umframt eina grein um fótbóltin hjá NSÍ, funnu vit eisini upplýsingar um venjarar hjá felagnum.
Undir heitinum Kunning funnu vit eina grein um NSÍ, umframt myndina omanfyri.
Vit kunnu upplýsa, at síðan finnst undir adressuni:
Stutt kunnu vit at enda siga, at síðan er hegnisliga sett upp, men ikki eru so nógvir upplýsingar at finna, sum ein kundi vóna, men er síðuni lív lagað, so verður allarhelst meira kjøt á henni seinni.
Vit geva nøkur skoðsmál, ið vera gjøgnumgangandi við hinum fótbólstheimasíðunum í summar.