fara eisini børn og ung at vísa dansir fram. Tann almenna framsýningin endar umleið klokkan seks. Um kvøldið, klokkan sjey, verður so borðhald og aftaná verður so dansur fyri luttakarunum. Norrøna eykatúr [...] fyrreikararnir samráðst seg fram til ein eykatúr úr Havn til Tvøroyrar tann leygarmorgunin, stevnan skuldi vera. ? Men nú er tað tíbetur Norrøna, sum siglur fyri Smyril. Og avtalan um eykatúr stendur við, sigur [...] stevna verið í Klaksvík í 1992, í Skopun í 1994 og á Giljanesi fyri tveimum árum síðani. Og í ár er tað so Dansistovugaman á Tvøroyri, sum skipar fyri stevnuni. Í Dansistovugaman eru limir av Tvøroyri, Úr Hvalba
hugsingur um at hava nakra bjargingarroynd. Veðrið hevur verið gott allan seinnapartin, og klokkan 15 var so bjargingarroyndin, men sjálvandi var hetta bert ein frágreiðing um, hvussu gerast skal, um nú eldur [...] hann, um nakað kaffi var at fáa nakrastaðni. ? Jú, tað helt hann. Bað meg so fara upp í messuna at vita, og har gekk ein kvinna og ruddaði, so frintlig og blíð. Kaffi var ovmikið av og hon spurdi, um eg brúkti [...] Dockland. Seinni gingu vit so fram við arbeiðs plássi á Dockland og tá lógu prísirnir úr 150.000 pundum upp í 850.000 pund, var lýst við, so tað er dýrt at fáa sær eina íbúð fram við Thames ánni. Thames áin
avgerðir um hesi viðurskifti í framtíðini, segði hon. Átakið í Danmark prógvaði eisini, at tað bar til at samstarva um hesi viðurskifti tvørturum faklig mørk og samstarvið, ið fekst í lag, heldur fram. Upplýsing [...] , læknar, talupedagogar og viðgerðarar av øllum slag í framtíðini. Tí er so týdningarmikið, at hesi verða kunnað og upplýst um viðurskifti, ið hava við heilan at gera, sjúkur, skaðar og umstøður annars [...] allan heim, og hava hesi fingið góða undirtøku. Góður kunnleiki um, hvussu heilin virkar, er ein fortreyt fyri sakligum og fjølbroyttum kjaki um menningina hjá børnum, undirvísing, gransking, fyribyrging og
sær, sum frálíður. Leggja skip um Men hvat er tað so, sum KJ Hydraulikk fæst við? Vit umbyggja skip til at fiska eftir gørnum. Vit eru ikki framleiðsluvirkið sum so. Men vit umboða framleiðsarar ymsastaðni [...] var tann fyrsti. Talan er um smáar trolarar, sum ikki síggja sær nakrar serligar møguleikar at halda fram við trolinum, tí teir flestu, nýggju størru trolararnir leggja um at fiska við tveimum trolum [...] á djúpum vatni. Síðani teir í 1992 løgdu Anitu av Tvøroyri um til at fiska við gørnum á djúpum vatni, hava teir lagt fleiri føroysk skip um afturat. Millum teirra kunnu nevnast Móanes, Túgvusteinur, Thor
og B36a og B36b um hitt. NSÍb og GÍ skulu spæla um annað plássið í hinari hálvfinaluni, og EB/Streymur og FS Vágar um hitt. Í dreingjadeildini áttu átta dystir í 2. umfari í kappingini um Koyriskúlasteypið [...] at teir skulu spælast 22. apríl. Eisini í kappingini um Cadbury steypið, sum smádreingirnir kappast um, og um Mótasteypið, sum smágenturnar kappast um, eru nógvar seinkingar í skránni. Landskappingin Tað [...] svunnin burtur í einki, og sambært veðurforsøgnunum, so verður veðrið eingin forðing fyri, at fótbólturin í vikuskiftinum kann fara á rull kring landið. Og um tað yvirhøvur skal lata seg gera at avgreiða ka
er í hvørjari vælferð. Um vit ikki standa á varðhaldi, so verður ráðagerð teirra borgarligu og heilsuverkið flutt til miðstaðarøkið. Hetta má ikki henda og tað vil ikki henda, um Javnaðarflokkurin kemur [...] tað eisini verður møguleiki at halda fram við at útbúgva seg her hjá okkum. Javnaðarflokkurin fer at leggja grundarsteinin undir eina slíka ætlan, tí sum nú er, so fer okkara unga fólk, tá tað er liðugt [...] landsstýri, økja fólkapensiónina við 12 túsund kr. um árið sum eina byrjan. Hetta gerst við tínari hjálp, og við teimum samráðingum, sum koma at fara fram, vilja vit virka fyri, at okkara pensionistar verða
ikki til at loysa fyrst og so á kanossaferð til Danmark at biðja um studning til at tryggja vælferðina framyvir. Vælferðin má tryggjast fyrst, so kunnu vit tosa um loysing, um fólkið ynskir tað. FN-samtyktin [...] 20 ár fram, eftir at vit hava loyst. Mær sigur hetta so mikið, at tjóðveldisflokkurin nú ásannar, at loysingin kostar nógv ? vælferð okkara kemur at standa upp á spæl. Um tjóðveldisflokkurin so alment [...] málinum: sjálvstýrislóg ella hvat tað so kemur at eita. Vit skulu hava eina vælskipaða sjálvstýrislóg, sum skipar heilt fram til eina møguliga loysing einaferð í framtíðini, um føroyingar ynskja tað tá. Tjóð
sum, tá á stóð, komu fram og vístu, hvørjir teir veruliga vóru (Jóhannesar ev. 19 v. 38-42). Sigmundur, tú sigur nakað um, at tit elskaðu Jesus so nógv tá. Eg vóni at tú verður so gripin av kærleika Hansara [...] lesa um ígjøgnum evangeliini. Pauli, tú sigur at man hoyrir so nógv siga frá, at tey eru vorðin frelst, men so fá siga, hvat ein skal gera fyri at verða frelstur. Tað var ein maður, sum vit lesa um í A [...] Og svarið var sera einfalt, vers 31: »Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!« Hatta svarið er so einfalt, at flestu menniskju vilja ikki góðtaka tað, tey vilja heldur
iv hennara er binding og seyming. Serliga hugtikin er hon av maskinbinding, og um neyðugt situr hon uppi um næturnar, um okkurt spennandi plagg skal virkast. Í fjør skipaði hon fyri bindiskeið, har se [...] hjá flokkinum. Um sín áhuga fyri politikki, sum varð vaktur um 13 - 14 ára aldur, sigur hon: Tað var Landsfundur í Vági, og eg setti mær fyri at vita, hvat politikarar og aðrir tosaðu um á slíkum fundi [...] ikki er so lætt atkomilig, Bjørghild Djurhuus. Í hennara starvi er torført at gevast at hugsa um arbeiðið í frítíðini Trupulleikarnir kunnu ikki altíð bíða eftir at verða loystir, tí tað snýr seg um tørvin
Leigarar halda fram Høgni Høgnesen leggur afturat, at virkið er so stórt, at teir ikki fáa brúkt alt plássið sum er. ? Har eru leigarar í húsinum og teir halda fram at verða har. Umframt tað, so eru eisini [...] Tá hugsað verður um hvar bygningurin liggur og støddina á grundøkinum, so má tað sigast at verða bíligt. Og tað er Høgni Høgnesen ikki heilt ósamdur í. ? Sum so er prísurin ikki so høgur, men tá hugt [...] hugt verður eftir bygninginum, so sæst, at hann er ikki í so góðum standi. Me tá keypsprísurin er so lágur, so er ikki tvingandi neyðugt hjá nýggju eigarunum at byrjað virksemi í bygninginum yvir háls og herðar