Mentunarliga, ítróttarliga og vinnuliga hava tit gingið á odda. Og soleiðis eisini á tí politiska økinum. Standið stinnir og verjið borg. Vísið mannsterkir aftur tí afturhaldsráki, sum vent er ímóti arbeiðararørsluni. Tann einasti veruligi arbeiðara- og fiskimannaflokkur er okkara flokkur. Tað eru í dag fleiri flokkar, sum vilja tilleggja sær, at teir eru verjan av vunnum rættindum, men tað er ikki so. Ein og hvør atkvøða til hesar flokkar er bert ein styrki til miðstaðarøkið, sum ikki á nakran hátt stuðlar okkara viðurskiftum. Farið á val og verjið tey rættindi, sum forfedrar tykkara bardust fyri.
Javnaðarflokkurin er verjan og tryggleikin, og ongantíð meira enn nú hava vit brúk fyri einum sterkum javnaðarflokki, tí tað vísir seg týðuliga, at tað fer ein fráflytan fram, sum vil vera til skaða fyri SUÐUROY.
Her er tað, at tey valdu umboð okkara floks vilja standa á varðhaldi og gera alt, sum gerast kann fyri at venda gongdini. Tað gerst við, at tað bjóðast teimum, sum búgva her, teir somu møguleikar, sum fáast á miðstaðarøkinum. Vit hava útbúgvingarmøguleikar, men tað er ikki nóg mikið. Vit skulu fremja skúlamál soleiðis, at tað eisini verður møguleiki at halda fram við at útbúgva seg her hjá okkum. Javnaðarflokkurin fer at leggja grundarsteinin undir eina slíka ætlan, tí sum nú er, so fer okkara unga fólk, tá tað er liðugt við HF, av oynni, tí tað býðst teimum eingir framhaldandi møguleikar. Hetta skal gerast nakað við. Skattatrýstið, sum er sera høgt, serliga á kommunuøkinum, má lækkast soleiðis, at fólk fáa meira fyri arbeiði sítt. Við einum útbúgvingartiltaki og einum meirapositivum skattapolitikki verður betur at liva her hjá okkum.
Á tí vinnuliga økinum, sum er grundarlagið undir øllum, mugu broytingar henda, soleiðis at allur fiskur verður landaður til virkingar. Hetta gerst við, at fiskaprísirnir her heima verða javnstillaðir við teir, sum eru á tí útlendska marknaðinum. Her skal gevast stuðul, soleiðis, at arbeiði verður her. Hetta vil koma samfelagnum til góðar við, at so verður lønandi arbeiði bæði á sjógvi og landi.
Oljuvinnan má ikki gleppa okkum av honum. Her má og skal samarbeiðast Tað má verða aðalmálið.
Javnaðarflokkurin vil veita teimum sjúku ta bestu røkt. Tey av fólkaflokkinum eyðkendu »teir hvítklæddu partisanarnir«, tað er, hvat fólkaflokkurin eyknevnir tey, sum taka sær av sjúkum og heilsubrekaðum. Vit vita, at tey gera eitt gott arbeiði, sum gevur tryggleika fyri tey, sum hava hjálp fyri neyðini. Men vandi er í hvørjari vælferð. Um vit ikki standa á varðhaldi, so verður ráðagerð teirra borgarligu og heilsuverkið flutt til miðstaðarøkið. Hetta má ikki henda og tað vil ikki henda, um Javnaðarflokkurin kemur sterkur frá hesum valinum.
Javnaðarflokkurin gloymir ikki skyldur sínar yvir fyri teimum veikastu í samfelag okkara. Okkara gomul og sjúku skulu hava ta bestu trygdina, og á tí fíggjarliga økinum vilja vit beinanvegin, vit koma í eitt landsstýri, økja fólkapensiónina við 12 túsund kr. um árið sum eina byrjan. Hetta gerst við tínari hjálp, og við teimum samráðingum, sum koma at fara fram, vilja vit virka fyri, at okkara pensionistar verða javnstillaðir við teir í hinum partinum av ríkinum.
Míni bygdarfólk, sum hava stuðlað meg so mangar ferðir: Farið á val og gerið skyldur tykkara við at velja ein sterkan Javnaðarflokk.
Sverre Midjord,
valevni Javnaðar-
floksins í Suðuroy