Fuglfirðingar slóðbrótarar í Hetlendsku fiskivinnuni

Sólskinssøgurnar hava ikki verið nógvar í føroyskum vinnulívi seinastu árini. Men KJ Hydraulikk er ein.

Virkið í Kambsdali verður meiri og meiri kent uttanlands. Og nú hevur tað júst avgreitt sín fyrsta uttanlands-ordra men fleiri eru á veg

Føroyingar hava mangan brotið slóð í fiskivinnuni, báði herheima og í øðrum londum við.

Nú hava føroyingar aftur gjørt vart við seg. Hesuferð í Hetlandi.

Fyritøkan KJ-Hydraulikk í Kambsdali hevur ikki gjørt nógv burturúr sær sjálvum.

Men hóast teir hava arbeitt í tí stilla, eru teir blivnir ein av teimum-tíverru- fáu sólksinssøgunum í føroyskum vinnulívi.

KJ Hydraulikk hevur seinastu árini gjørt seg til serfrøðing í at umbyggja skip til garnafiskiskap á djúpum vatni.

Síðani teir í 1992 løgdu Anitu av Tvøroyri um til at fiska við gørnum á djúpum vatni, hava teir lagt fleiri føroysk skip um afturat.

Millum teirra kunnu nevnast Móanes, Túgvusteinur, Thor, Ågot, Váðasteinur, Oknin, Gudrun, Ólavur Hvíti og Vesturland.


Bróta slóð í Hetlandi

Og nú er KJ Hydraulikk so farið út um landoddarnar.Og virksemið teirra førdi herfyri til eina grein í tí stóra, enska fiskivinnublaðnum, Fishing News International.

Og tað er ikki eiti á reklamu hjá einum føroyskum virki at fáa.

Fishing News skrivar m.a. at uttanlands er KJ. Hydraulikk blivið meiri og meiri kent í fiskivinnuumhvørvinum í Hetlandi, Skotlandi, Danmark, Grønlandi og Íslandi.

Beinleiðis orsøkin til umrøðuna í tí viðurkenda fiskivinnublaðnum, er, at KJ Hydraulikk nú hevur fingið sín fyrsta ordra uttanlands.

Tað er ein hetlendskur bátur, sum hevur verið í Fuglafjørði og er blivin umbygdur til at fiska við gørnum á djúpum vatni.

Tað var fyrrverandi trolarin Achieve, sum nú er bygdur um at fiska eftir gørnum. Hann var liðugur hósdagin og skuldi fara av Fuglafjørði í gjár.

Men tað, sum er uppaftur hugaligari, er, at honum á baki koma fleiri hetlendsk skip til Føroyar í somu ørindum.

Eitt skip afturat kom híosdagin, tað er Constant Friend, sum eisini er fyrrverandi trolari. Og avtala er eisini gjørd um tann triðja trolaran, sum kemur seinni.

Á KJ Hydraulikk dylir Sofus Gregersen ikki fyri, at teir eru sera spentir uppá framtíðina og at so positiv umrøða í einum stórum, altjóða fiskivinnublað er gull verd og kann føra nógv annað virksemið við sær, sum frálíður.


Leggja skip um

Men hvat er tað so, sum KJ Hydraulikk fæst við?

­ Vit umbyggja skip til at fiska eftir gørnum.

­ Vit eru ikki framleiðsluvirkið sum so. Men vit umboða framleiðsarar ymsastaðni. m.a. Rapp Hydema í Noregi, sum ger spøl.

­ Og tað, sum vit so kunnu bjóða, er ein fyrstafloks framleiðsla umframt okkara servitan í at umbyggja bátar, sigur Sofus Gregersen

­ Tvs, at vit montera alla útgerðina, spøl, pumpur, ventilar og aðra hydrauliska útgerð o.s.fr. og laga hana til hvønn einstakan bát, um tað er neyðugt, og gera tað neyðugu útgerðina, sum skal til.

Tað, sum KJ Hydraulikk kann bjóða bátunum er ein heildarloysn, har teir levera og montera alt, sum báturin skal hava, eisini gørnini og annars alt, sum bátinum krevst.


Síggja ein møguleika

Sofus Gregersen sigur, at hetlendingar hava ongar bátar, sum kunnu fiska við gørnum á djúpum vatni, tvs. á 200-300 favnum.

Tvs, at tann, sum varð riggaður til í Fuglafjørði nú, var tann fyrsti.

­ Talan er um smáar trolarar, sum ikki síggja sær nakrar serligar møguleikar at halda fram við trolinum, tí teir flestu, nýggju størru trolararnir leggja um at fiska við tveimum trolum.

­ Teir eldru hava ikki nóg stóran motor til at fiska við tveimum trolum og klára tí ikki kappingina við teir nýggjaru.

­ Samstundis síggja teir at norðmenn og spaniólar fiska havtasku og svartkalva við gørnum undir Hetlandi-og fáa rættiliga væl.

­ Tí síggja hetlendingar sær eisini ein møguleika við at byggja teir smærru trolararnar um til at fiska við gørnum. Tað er ein nýggjur vinnuvegur í Hetlandi, sum teir eru sera spentir uppá.

Men, hvussu hava teir so fingið eyga á KJ Hydraulikk úr Fuglafjørði?

­ Tað er tí, at vit hava fingið royndirnar at rigga bátar til fiska við gørnum á djúpum vatni.

­ Táið føroyingar fóru undir hetta, var hetta eisini slóðbrótandi í Norðuratlantshavi. Tí hetta hevur ongin roynt fyrr í nýggjari tíð í øllum førum.

­ Síðani tá hava aðrir tikið eftir.

­ Men eins og Anita var slóðbrótarin her norðuri, verður Achieve slóðbrótarin hjá Hetlendingum.

Sofus Gregersen sigur, at að eru nógvir fyrimunir við at fiska við gørnum.

­ Skipini brúka minin olju, motorarnir krevja minni viðlíkahald, tí tað stendur ikki so nógv á teimum. Og er talan um línubát, sum er umlagdur, verður eisini agnið spart. Gørnini eru eisini bíligari enn trolið.


Úrslit av stevnunum

Sofus Gregersen sigur, at KJ Hydraulikk hevur verið á fiskarímessum síðani 1995. Og hann heldur eisini, at hetta er eitt úrslit av tí.

­ Tað, at vit hava verið við hvørja ferð, hevur víst áhugaðum keyparum, at vit meina tað í álvara.

­ Tað er ofta tey somu, sum vitja okkara bás á hvørjari stevnu, og uppá tann mátan hava vit bygt upp eitt álit ímillum okkum og kundan.

Sofus Gregersen sigur, at samstarvið við hetlendingar hevur verið ómetaliga gott og hevur stóran týdning fyri framtíðina, tí nú hava vit nakað at vísa á, og tað kann lata aðrar dyr upp eisini. Tað er eisini spennandi at sleppa uppí part í einum slíkum slóðbrótandi arbeiði. Tað er ein álitisváttan, halda vit.