Londondagar á Thames ánni

Vit fóru av Havnini við Norrønu til London tann 4. apríl kl. 11.00 og á túrinum skrivaði eg dagbók. Eisini tók eg myndir við einum myndatóli sum er keypt í St. Pætursborg í Russlandi fyri nøkrum árum síðani, tó ikki russiskt myndatól.

Havi valt at seta tekstin upp sum dagbók og ikki greina hann sundur í stubbar, og so seta myndir við, sum hava nakað við tekstin at gera

4. apríl

Veðrið var einki serligt, tá ið Norrøna komin leys av Nólsoynni, og skiparin lovaði heldur ikki betri veður, fyrr enn út á kvøldi, segði hann í hátalaranum.


5. apríl

Veðrið var keðiligt síðstu nátt. Vindur inn á bakborðsbógv við stórari aldu og tá Norrøna setti, gav tað ristingar gjøgnum alt skipið. Fleiri hava sovið lítið seinastu nátt, ja onkur hevði verið uppi alla náttina, skiltist, av bangilsi, men út á fyrrapartin batnaði veðrið munandi, so við morgunmatarborðið á matstovuni har frammi í morgun, var fitt av fólk, og hýrurin var góður eftir eina heldur tramputa nátt, tað má sigast.

Í gjárkvøldið var vístur filmur á Viking Club, Breakdown, og tá ið hann var liðugur um 22-tíðina, fóru Robert & Vinmenn at undirhalda, og seinni komu so Rasmus & Vinmenn. Eisini er Fuglafjarðar manskór við á ferðini, og seint í gjárkvøldið sang onkur av teimum Belman-vísur. Tá ið farið var um miðnátt vóru ikki minni enn tveir føðingardagar kunngjørdir og annar var 90-ára føðingardagur. Í morgun klokkan 7 var sungið fyri hesum serliga føðingardagsbarni, og tað má sigast at vera sjáldsamt og eisini undrunarvert.

Vit sigldu gjøgnum Pentland Firth í nátt og tá var nógvur vindur. Í Pentland Firth rekur rættiliga hart. Tá ið harðast rekur upp í 15 míl, sum er av tí mesta í heiminum, greiddi stýrimaðurin Meinhard frá. Tá ið vit so dragaðu oman eftir út fyri Peterhead var vindur upp í 22 metrar pr. sekund. Skipari á ferðini er Jógvan í Dávastovu. Johnny B. Hansen, PR-stjóri á Smyril Line, vísti okkum runt á brúnni nú klokkan 13.00. Síðan spældi Tvøroyrar Hornorkestur nakrar fosturlandssangir við Informatiónina, og í kvøld verður filmur vístur um London. Annars skuldi bjargingarroynd vera klokkan 10 í morgun, men hon varð avlýst orsaka av veðrinum. Bjargingarroyndin er nú sett at vera klokkan 15.00. Hon skuldi annars verða í gjár, men tá var ikki hugsingur um at hava nakra bjargingarroynd.

Veðrið hevur verið gott allan seinnapartin, og klokkan 15 var so bjargingarroyndin, men sjálvandi var hetta bert ein frágreiðing um, hvussu gerast skal, um nú eldur kemur í ella um bumbuhóttan verður í London, t.d. frá Green Peace. Bátur varð so loraður út á skipssíðuna, so vit sóu hvat var í honum. Hesin báturin tók eini 60 ferðafólk. Og greitt var sjálvandi eisini frá, hvat gjørt verður, um onkur dettur fyri borð. Tá er tað uppgávan hjá manningini at fáa hendur aftur á viðkomandi, sum kemur soleiðis fyri.

Gloymdi kanska at siga, at tað tekur um 6 tímar at sigla niðan Thames ánna. Tá verður ikki siglt við nógvari ferð, men hetta fari eg at skriva nærri um, tá ið vit eru komin so langt.

Tað er ótrúlig broyting hend nú síðan veðrið batnaði. Øll eru so glað og tosingarsom, og nú síggi eg fólk sum eg ikki visti eru við á túrinum. Ein segði við eina damu seinnapartin sum vit sótu á kafeteria og fingu okkum ein kaffimunn:

? Ná, ert tú við?

? Ja, eg eri júst komin umborð!

Hon dugdi eisini at svara aftur, gamla, og vit flentu sum óvitar.


6. apríl

Klokkan 10 lógu vit uttan á gamla herskipinum HMS Belfast, sum var eitt tað skjótasta herskipið hjá bretum undir seinna heimsbardaga. Tað gekst gott at sigla upp Thames ánna. Vit fingu loðs umborð klokkan 04 og áðrenn Norrøna legði at herskipinum, vendi hon og sigldi eftir reyv. Ein togari skipaði fyri hesum, so tað gekk skjótt at venda Norrønu.

Nú verður bíða eftir bretsku tollmyndugleikunum, so vit fáa pass og sleppa í land. Annars verður rundtúrur, sightseeing, klokkan 14.30. Nú klokkan er 10.50 verður sagt í hátalaranum, at vit fáa shore-pass. Tað er ætlanin at sleppa í land og spáka sær ein túr niðan í býin. Alt liggur uttan um her, London Tower er bert nakrar fáar kilometrar hiðani, har vit kunnu fáa undirgrundstokini, sum er skjótt at ferðast runt við. Eg havi onga føling av, hvussu tað verður í kvøld, men eg hugsi mær at farið verður í býin at hyggja eftir bæði einum og øðrum og kanska keypa sær okkurt eisini.

Í gjárkvøldi vóru vit aftur og hoyrdu Rasmus og Robert og Vinmenn og tað var sera skemtiligt. Teir eru fínir og hermdu eftir bæði einum norðingi og hvalbingi sum komu slíka ferð til Londons, og eisni varð hermt eftir einum vágamanni og sungin var ein vágasangur um Gásadals-tunnilin. Havi ætlanir um at biðja Rasmus lata meg fáa sangin ella vísuna, so hann verður alment prentaður til áminning nú upp undir valstríðið. (Tað er Robert, sum hevur yrkt vísuna fyri árum síðani, og eg havi ikki fingið hana, tíverri).

Viðvíkjandi veðrinum er at siga, at her skínur sólin og tað er turt. Nakað heitari enn í Føroyum, haldi eg, men ikki nakar stórur munur.


7. apríl, týsdagur

London svevur og fólkið svevur umborð á Norrønu. Klokkan er 6.35 og eg havi leitað mær upp á kafeteria at skriva hesar reglur. Bert vaktarmaðurin var at síggja, hann stóð við ávaringartólinum ella vaktartólinum, hvat hann kallar hetta og gjørdi eitt ella annað. Spurdi hann, um nakað kaffi var at fáa nakrastaðni.

? Jú, tað helt hann.

Bað meg so fara upp í messuna at vita, og har gekk ein kvinna og ruddaði, so frintlig og blíð. Kaffi var ovmikið av og hon spurdi, um eg brúkti útí.

? Nei, hvítt kaffi, segði eg.

? Væl bekomin, rópti hon aftaná mær, tá ið eg var farin, og kanska hoyrdi hon ikki, tá ið eg segði takk fyri.

Í gjár seinnapartin gjørdi vit ein frálíkan túr, London City Tour, og vit vóru helst í báðum býunum ella býarpørtunum, tí tað er soleiðis at London er býttur í tveir »CITY«, skilti eg ferðaleiðaran rætt. Í London eru eisini 31 kommunur til hesar báðar »cityarnar« við tveimum borgarstjórum sum sita bert eitt ár. Og ferðaleiðarin hevði so nógv at greiða frá, at tað er ógjørligt at minnast alt nú dagin eftir, men eg hugsi at okkurt smávegis sitir eftir túrin.

Í London búgva 7 mió. fólk og talið á ferðafólkum liggur um 12 mió. árliga. Í sjálvum miðbýnum búgva bert fá fólk, tí her liggur øll administratiónin, handlar, skrivstovur, bankar, tryggingarfeløg men har sum nú bygt verður av nýggjum, t.d. fram við Thames ánni verða íbúðarblokkar eisini gjørdir og tað er ikki hissini prísur. Ein 70 kvadratmetur stór íbúð kostar 3 mió. kr, og hetta er tað mesta talan um íbúðirnar í sjálvum Dockland. Seinni gingu vit so fram við arbeiðs plássi á Dockland og tá lógu prísirnir úr 150.000 pundum upp í 850.000 pund, var lýst við, so tað er dýrt at fáa sær eina íbúð fram við Thames ánni.

Thames áin er 346 kilometrar long og um hana eru 19 brýr. Nakrir 150 kilometrar eru ávirkaðir av flóð og fjørðu sum hevur ein mun upp á 8 metur. Vit liggja millum Tower Bridge og London Bridge, London Poole, og at sleppa at liggja her er ikki hvørjum skipið beskorið, sum eg skilti á ferðaleiðaranum, sum var dani. Høvuðsorsøkin til at Norrøna kann liggja her er tann at skipið er ikki so stórt, og so at sleppa at liggja uttan á sjálvum HMS Belfast er eisini ein sonn æra og ikki hvørjum kruseleinara beskorið, ja ferðaleiðarin nevndi tað heppið!

Vit koyrdu serliga í kommununum Westminster og Kensington sum hava báðar borgarstjórarnar búgvandi og óivað eru tær mest kendu kommunurnar í London. Sóu nakrar av teim 25.000 London hýruvognunum, og eisini nakrar av teim 12.000 serligu bussunum, teimum sonevndu »double-dekkers«. At fáa koyrikort til hýruvogn í London er ikki sum at siga tað. Tað tekur heili 3 ár, áðrenn tú ert rættur London taxi driver, og tú skal tá duga 463 rutur uttanat og stóran partin av tíðini sita tú á prutli, helt eg ferðaleiðaran siga. Til samanberingar kann nevnast at tað tekur bert 2 ár at gerast ferðaleiðari í London.

London er vorðin ein nógv reinari býur nú enn hann var fyri nøkrum árum síðani og tað kemst av at teir eru farnir at brúka gass ístaðin fyri kol. Húsini verða upphitað við gass. Tað er einki bíligt at keypa í London í hesum døgum, tí pundið er so høgt. Ferðaleiðarin greiddi frá, at hon helt tað verða dýrari at keypa tær vanligu vørurnar her enn í Danmark, og tað lítla sum eg og myndamaður mín sóu til prísir og vørur, máttu vit ásanna, at so var. Vit sóu á kenda handilshúsið Harrods, sum faðir dreingin hjá Dianu prinsessu eigur, og hetta handilshús er gamalt og vóru tað tveir jødar sum byrjaðu tað fyri mongum árum síðani. Tað er vert at nevna, at hevur tú einki keypt og skalt kasta tær á vatninum, meðan tú gongur í hesum ovurhonds stóra bygningi, so mást tú gjalda eitt pund fyri tað.

Her er so nógv kent at síggja at tað tekur fleiri vikur at koma runt, men vit sóu á túrinum í gjár nøkur av teim kendu støðunum, sum t.d. Royal Albert Hall, St. Paul Katedralin, Picadilly Circus, Trafalgar Square, Sherlock Holmes Pub, National Museum, sum vit fara at vitja í dag, Downingstreet, har Toni Blair heldur til, henda gøta er rættiliga væl avmerkt, eitt ótal av standmyndum, Marks & Spencer, sum hevur yvir 100 handlar í Bretlandi og 50 í øðrum londum og sum selur undirklæðir til 40% av konufólkunum í Bretlandi, og á vegnum heim aftur koyrdu vit so undir Waterloo Bridge, sum var bygd undir krígnum av konufólkum. Eisini koyrdu vit í størsta ringvegnum í London, har ein vanligan dag koyra uml. 100.000 bilar, men ferðslan var ikki so tøtt í gjár sum ein vanligan dag, tí nú er páskafrí eisini í London; men her koma nógv ferðafólk og tá vit fóru ein lítlan túr her í umráðnum seinni á kvøldinum hoyrdu vit øll tungumál, ja sjálvt danskt.

Um útferðina London City Tour stendur í frágreiðingini frá Smyril Line, at farið verður við bussi ígjøgnum tann søguliga partin av London. Vit koyra ígjøgnum Fleet Street, gøtan har blaðídnaðurin helt til. Í dag er gøtan kend sum fíggjarligur miðdepil. Her eru Bank og England og partabrævamarknaðurin. Eisini síggja vit minnismerkið »the great fire of London« frá 1666 (og hetta minnisrmerkið er beint her yviri og sóu vit tað eisini á stutta túrinum í gjárkvøldið, sera høgt og vakurt og tú kanst fara heilt upp í topp eftir trappum, fleiri hundrað í tali). Vit koyra fram við St. Paul Kathedral og síggja staðið, har prins Charles og Lady Diana vórðu vígd, og vit sóu eisini somu støð sum vórðu víst frá, tá ið Diana prinsessa fór til gravar. Síðan koyrdu vit fram við Tower of London, sum er heilt stutt at ganga til frá skipinum. Eisini sóu vit bygningarnar hjá teim kongaligu, har prins Charles og synirnir báðir búgva og tann gamla drotningin, og so sjálvandi Buckingham Palace.

Nú fyrrapartin í morgun er so ætlanin at leggja leiðina niðan í St. Paul at vitja og kanska eisini National Museum, sum er eitt av teim fáu støðunum í London har tú ikki skal gjalda atgongumerki. Annars kostar tað allastaðni at koma inn, og tú mást ikki gloyma at gjalda drekkipengar. Bussførararnir, sum vit koyrdu við í gjár, fingu eitt pund frá hvørjum gesti eftir áheitan frá ferðaleiðaranum. Tað hevur verið ein góð tímaløn, tí í bussinum sum vit vóru við, vóru eisini 46 onnur, ja fyri hesar tríggjar tímarnar fekk hann 50 pund í drekkipengum.

Lat meg enda henda part við at siga at tað hevur verið regn hvønn dag seinastu fjúrtan dagarnar í London, men í dag sær út at fara og verða ein turrur dagur.

Og tað grør longu í London á teim mongu grønu blettunum her, og London hevur eisini fleiri vakrar parkir, har páskaliljurnar longu standa í fullum blóma.

Parkirnar í London eru sera vakrar og litríkar.

Framhald