Heilaárið, sum varð sett á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár, hevur ein greiðan málbólk, nevniliga tey ungu, ið ganga í fólkaskúla og miðnámsskúla. Tað verða hesi, sum fara at mynda framtíðina, verða politikarar, læknar, talupedagogar og viðgerðarar av øllum slag í framtíðini. Tí er so týdningarmikið, at hesi verða kunnað og upplýst um viðurskifti, ið hava við heilan at gera, sjúkur, skaðar og umstøður annars.
Upprunin til átakið stavar úr USA. Tað var George Bush, sum í forsetasessinum í 1989 lýsti 1990 árini heilaár við tí fyri eyga at fáa fólk at miðsavna meira orku at granska heilan og at fáa hesa vitan út til fólk. Undangongumaður hansara Ronald Reagan, ið var forseti USA í tveimum umførum og kanska tann máttmiklasti maðurin í heiminum tey árini, er í dag álvarsliga raktur av sjúkuni Alzheimer og veit ikki til sín.
Síðani Bush tók hetta stigið, hava heilaár verið runt allan heim, og hava hesi fingið góða undirtøku. Góður kunnleiki um, hvussu heilin virkar, er ein fortreyt fyri sakligum og fjølbroyttum kjaki um menningina hjá børnum, undirvísing, gransking, fyribyrging og at viðgera sjúkur.
Heilaskip
Á samkomu í Norðurlandahúsinum í gjár varð føroyska Heilaárið sett og búmerkið hjá átakinum avdúkað. Pál Weihe, stjóri á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, beyð vælkomin og greiddi frá, hvussu hetta stóra tiltakið kom í lag. Tað er Rúsdrekka- og Narkotikaráðið saman við MBF, Føroya Sparikassa, Apoteksverkinum, Jólamerkjagrunninum, Happadráttargrunninum, Lions og øðrum, sum hava tikið stig til Heilaár í Føroyum og sum fíggja tað.
Óli Jacobsen, landsstýrismaður í Almannamálum, setti alment Heilaárið í Føroyum og í røðu síni segði hann, at átakið er dømi um, at vit í Føroyum liva í tøttum samstarvi við umheimin. Vitan, upplýsing og kunning er grundarlagið undir øllum og kemur øllum til góðar.
Poul Jákup Thomsen, ið er ráðgevi hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum umframt stigtakari og fyrireikari til átakið, greiddi frá teimum ítøkiligu ætlanunum við Heilaárinum og hvussu almenningurin fer at merkja til Heilaárið.
Virksemið er í tveimum pørtum. Annar parturin í átakinum eru fyrilestrar, sum verða hildnir restina av árinum. Fyrilestrarhaldarar vera bæði fólk uttani frá og úr Føroyum, og tey fara at røða um heilasjúkur, heilaskaðar, Alzheimer, Parkinson, høvuðpínu og annað, og roynt verður eftir førimuni at koma so víða í Føroyum sum til ber. Byrjað varð ígjár við Gunillu Øberg, sálarfrøðingi, ið helt fyrilestur fyri starvsfólki á Landssjúkrahúsinum og fyri almenninginum í Norðurlandahúsinum við heitinum »Vor fantastiske hjerne«.
Hin parturin av átakinum verður Heilaskipið. Átakið hevur leigað eitt skip frá Strandferðsluni, sum skal sigla kring oyggjarnar við eini framsýning um viðurskifti, ið hava tilknýti til heilan. Umframt verður bókaframsýning, eksperimentarium, telduspøl og ein biografsalur, har filmir um heilan og hvussu hann virkar, verða vístir. Byrjað verður í Miðvági, síðani verður farið til Vestmanna, Sands, Tvøroyrar og Vág, á Skálafjørðin, til Klaksvíkar og Heilaskipið stevnir loksins inn á Havnina, har tað skal liggja í eina viku. Framsýningin umborð verður tá flutt inn í eini høli í Havn.
Danir fyrimyndin
Fyrimyndin hjá føroyska átakinum er danska tiltakið av sama slag í fjør, sum Gunilla Øberg var ein av fyrireikarunum til. Eitt tok við eini upplýsandi framsýning koyrdi alt landið runt og kom út í hvnn krók. Á samkomuni greiddi hon frá, at hon fegnaðist um, at føroyingar vóru fyrst eftir danir at skipa fyri einum slíkum átaki. Danska Heilaárið varð ógvuliga væl umtókt og komandi ár verða eftir danskari fyrimynd skipað fyri líknandi átaki í Eysturríki og Svøríki, og í Belgiu ár 2000.
Gunilla Øberg vísti á, at eitt átak sum hetta hevur stórt árin og stóra ávirkan á nógvar ymiskar liðir í samfelagnum. Tað mest positiva við danska Heilaárinum í fjør var, at tað náddi út til so nógv ung. Fyrireikararnir funnu út av, at ung hava stóran áhuga fyri heilanum og tað gjørdi tað munandi lættari at bera upplýsingarnar út. Bøkur eru gjørdar um heilan til frálæru í lívfrøði í bæði fólkaskúla og miðnámsskúla. Og tað hevur avgerandi týdning, tí tað er millum hesi ungu, vit finna viðgerðarar og fólk annars, ið fara at taka avgerðir um hesi viðurskifti í framtíðini, segði hon.
Átakið í Danmark prógvaði eisini, at tað bar til at samstarva um hesi viðurskifti tvørturum faklig mørk og samstarvið, ið fekst í lag, heldur fram.
Upplýsing
Doris Hansen, ið er formaður í MBF og er talupedagogur, hevði serliga orsøk at fegnast um, at Heilaárið er sett. Hon segði, at átakið fer at fáa serliga stóran týdning fyri tey, ið bera heilabrek. Tað fer helst at verða lættari at gera vart við hesi brek yvir fyri myndugleikum soleiðis at gerandisdagurin hjá hesum verður eitt sindur lættari. Doris roknaði við, at fyrilestrarnir, ið fara at verða hildnir um landið, fara at hava stóra ávirkan á ung, ikki minst teir fyrilestrarnir, ið verða hildnir av fólki, ið bera hesi brek.
Heri Mørkøre, landsapotekari, tosaði á samkomuni um heilan, heilivág og hvønn leiklut apoteksverkið hevur í hesum viðfangi. Miðvís upplýsing er ógvuliga týdningarmikil, segði hann, og í sambandi við hetta átakið er tað av týdningi, at upplýst verður um skaðar, vit kenna til. Jú hægri upplýsingarstigið er, jú fleiri skaðar sleppa vit undan.