Í morgin verður stór dansistevna við ymsum fólkadansi, og øðrum, útlendskum dansi, í ítróttarhøllini á Tvøroyri.
Hetta er tann stóra dansistevnan, sum hevur verið annaðhvørt ár ymsastaðni í landinum síðani 1990, táið Dansifrøi úr Havn skipaði fyri teirri fyrstu stevnuni.
Síðani hevur stevna verið í Klaksvík í 1992, í Skopun í 1994 og á Giljanesi fyri tveimum árum síðani.
Og í ár er tað so Dansistovugaman á Tvøroyri, sum skipar fyri stevnuni.
Í Dansistovugaman eru limir av Tvøroyri, Úr Hvalba og úr Fámjin.
Á stevnuni á Tvøroyri í dag verða einir 260 dansarar úr úr øllum landinum.
Millum luttakararnar verður Dansifrøi úr Havn, Dansigaman úr Sandoynni, Fragdin úr Sundalagnum, Upp á Tá úr Vágum, umframt bólkar úr Norðoyggjum, úr Havn, úr Vági og av Tvøroyri.
Á teirri almennu framsýningini fara eisini børn og ung at vísa fram.
Dansaðir verða fyri tað mesta gamlr dansir, umframt norðurlendskir og skotskir fólkadansir. Nýggjari dansir verða tó eisini á skránni t.d. foxtrot, quick step og rock?n roll.
Almenn framsýning
Dansistevnan byrjar klokkan ellivu, táið luttakararnir fáa ein bita.
Frá klokkan eitt til klokkan hálvgum fýra verður undirvísing.
Táið tann almenna framsýningin byrjar klokkan hálvgum fimm fer Dan Nielsen, formaður í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Býráð, at seta stevnuna.
Á almennu framsýningini fara hesi at sýna fram: Dansifrøi, Upp á Tá, Fragdin, Dansistovugaman, umframt bólkar á Tvøroyri, og úr Vági, sum Anna Kirsten Steinø hevur undirvíst.
Á almennu framsýningini fara eisini børn og ung at vísa dansir fram. Tann almenna framsýningin endar umleið klokkan seks.
Um kvøldið, klokkan sjey, verður so borðhald og aftaná verður so dansur fyri luttakarunum.
Norrøna eykatúr
Upprunaliga skuldi stevnan verða Flaggdagin 25. apríl.
? Men táið tað frættist, at Smyril skuldi í dokk tann 20. apríl, varð stevnan framskundað eina viku, tí tað hevði ikki verið lætt at fingið fólk norðaneftir til Suðuroy við Dúgvuni - ella við Pride, sigur Martin S. Ejdesgaard í Dansistovugaman.
Frammanundan høvdu fyrreikararnir samráðst seg fram til ein eykatúr úr Havn til Tvøroyrar tann leygarmorgunin, stevnan skuldi vera.
? Men nú er tað tíbetur Norrøna, sum siglur fyri Smyril. Og avtalan um eykatúr stendur við, sigur Martin S.
Eykatúrurin við Norrønu verður úr Havn kl. hálvgum tíggju - kl. 9.30-
Umframt at føra stevnugestir suður, verður hetta eitt frálíkt høvi hjá fólki at sleppa eina stutta stuttleikaferð til Suðuroyar.
Norrøna fer av Drelnesi aftur, og norður til Havnar klokkan 17.15.
Tvs, at tey sum koma, fáa einar fimm tímar í Suðuroynni og tað er nóg mikið av tíð til at koma runt, uttan at skunda sær ov nógv.
Nógv hava stuðlað
Tað er dýrt at skipa fyri eini dansistevnu sum hesari.
At fíggja tiltakið, hevur Dansistovugaman skipa fyri ymsum tiltøkum. Men tey hava eisini fingið stuðul frá Tvøroyar- og Hvalbiar Kommunu, umframt frá Suðuroyar Sparikassa, frá Strandferðsluni, Føroya Sparikassa, Føroya Banka, Shell, Statoil, Smyril Line Atlantic Airways, Føroya Bjór og Hotel Hafnia