Jesus og Makedonarin

....

Góðu tit tríggir, Pauli í Sandagerði, Sigmundur Poulsen og Sonni Smith.

Tá eg skírisdag hevði útvarpið frá, samstundis sum eg gjørdi okkurt annað, kom sendingin »Jesus og makedonarin«. ? Ein góð sending, vil eg siga bienanvegin, samrøðurnar vóru sera áhugaverdar. Eg kann ímynda mær, hvussu serligir hasir dagarnir hava verið fyri tykkum báðar, Pauli og Sigmund, tá tit hava sitið við bíbliuni opnari framman fyri tykkum, bæði saman og hvør sær. Bíblian er jú ikki nøkur vanlig bók, men orð Guds sum er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

Tann spurningur, sum eg sat eftir við tá sendingin var liðug var hesin: Munnu hasir tríggir menninir kenna Jesus úr Nazaret persónliga? ? Eg veit tað ikki, og kann heldur ikki døma um tað. Menniskju síggja bert tað sum er uttaná, men Gud skoðar hjørtuni, og veit hvat í teimum býr. Tað eru jú lærisveinar, sum eru tað í loyndum, eins og Jósef úr Arimatea og Nikodemus, men sum, tá á stóð, komu fram og vístu, hvørjir teir veruliga vóru (Jóhannesar ev. 19 v. 38-42).

Sigmundur, tú sigur nakað um, at tit elskaðu Jesus so nógv tá. Eg vóni at tú verður so gripin av kærleika Hansara til tín (Hann sum elskaði okkum fyrst) 1. Jóhannesar br. 4 v. 19, at tú ikki kanst annað enn falla niður fyri føtur Hansara og tilbiðja Hann, eins og mangar sálir gjørdu, sum vit lesa um ígjøgnum evangeliini.

Pauli, tú sigur at man hoyrir so nógv siga frá, at tey eru vorðin frelst, men so fá siga, hvat ein skal gera fyri at verða frelstur. Tað var ein maður, sum vit lesa um í Apostlasøguni 16., sum setti Paulusi og Silasi handan spurningin, vers 30: »Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?« ? Og svarið var sera einfalt, vers 31: »Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!« Hatta svarið er so einfalt, at flestu menniskju vilja ikki góðtaka tað, tey vilja heldur hoyra ein boðskap prædikaðan, sum sigur teimum, hvat TEY skulu gera. Men tað er júst har, ið loyndamrálið liggur. Jesus hevur gjørt ALT, sum gerast skal, og tí er einki hjá tær, ella nøkrum av okkum, at gera uttan at taka ímóti Honum við trúgv. »Tí av náði eru tit frelst, við trúgv ? og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum ? fyri at eingin skal rósa sær«. (Efesusbr. 2 v 8-9).

Latið okkum tí við munninum játta Jesus sum Harra og trúgva í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skulu vit verða frelst. Tað sigur skriftin.

Við lærisveina kvøðu,


Fríðgerð Mortensen