sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her er bara talan um drykkjuskap og ólevnað. Ein skal vara seg við at generalisera, tó at stevnurnar kunnu gerast í so drykkjukendar. Men hetta er so eisini [...] samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala í longri tíð. STEVNURNAR - frá norðoyarstevnu til ólavsøku - lýsa eisini Føroyar og føroyingin innanífrá. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Børn [...] HETTA er tíðin, tá stevnur verða hildnar kring landið. Fyrsta stevnan - og tá hugsa vit um tær gomlu og tradionellu stevnurnar við FM-kappróðri ol. - verður hildin í Klaksvík nú komandi vikuskifti. Talan
sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig [...] í vikuni, so er greitt, at sjálvstýris/loysingarpolitikkurin hjá flokki løgmans og varaløgmans er ikki tann sami, líka mikið hvat teir so hava sett á prent í einum samgonguskjali. Tað er heilt greitt, [...] umfar. Tvs. at partarnir í hesum eru ósamdir, í hvussu er fyrrverandi løgmaður, sum hevur umsitið málið seinastu árini. MÁLIÐ er so álvarsligt, at her eigur einki at verða latið upp til tilvildina. Nú mugu
din er himmalhøg - so merkist hetta ikki sum nakar stórur trupulleiki og nakað, sum veruliga tyngir landsbúskapin ella fíggjaligu viðurskiftini hjá mongum av teimum her búgva. Hetta er í hvussu er tann [...] við at hyggja eftir virkseminum, sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum. Tað er ómøguligt at fáa barnaansingarpláss [...] hvussu viðbrekið okkara samfelag er og er hetta eisini nakað, sum okkara politikarar eiga at taka við, nú tá tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið. Eingin ivi er um, at flestu føroyingar vilja meira
sum annars hildið. Hetta er so ein nýggj og áhugaverd støða. Tað, sum er mest umráðandi, er at føroyingar og danir semjast um nakað, sum gagnar í fyrsta lagi Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum [...] sum Sosialurin hevur fingið at vita, so er landsstýrið nú sinnað til at samráðast við danir um bæði bankaendurgjald og uttanlandsskuld undir einum. Haraftrat er danska stjórnin sinnað til at ganga føroyingum [...] sannføra landsstýrið um, at tað er skilagott at tosa saman um og tengja bæði bankaendurgjald og skuld saman. Haraftrat kemur so eisini spurningurin um blokkin. HETTA er so ikki í tráð við tey signal, sum
stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line hevur víðkað um sesongina við [...] at koma til og frá Esbjerg til restina av landinum. Harnæst varð mett, at tú her lá tættari uppat meginlandinum. NÚ avgjørt er at taka gomlu siglingina uppá Lervick í Hetlandi uppaftur, verður teinurin til [...] Hetlandi, men tað er greitt, at eins og Føroyar vilja gerast meira sjálvstøðugar og minni heftar at Keypmannahavn, so vil Hetland uttan iva eisini verða minni heft at London. Tað er eisini greitt, at tey
Føroyum. Her er eisini talan um eitt nýtt øki, sum verður mett at kunna goyma stórar oljukeldur. Her er talan um eitt sera lítið oyggjaland við fáum íbúgvum. Hinvegin eru so fyrimunirnir her hjá okkum [...] ár, uttan at nakað endaligt úrslit er komið burtur úr. Ein komandi oljuvinna bankar á dyrnar hjá okkum, men tað er ein veruleiki, at soleingi markið ikki er ásett, so er hetta ein meinbogi fyri hesa vinnu [...] kom fólkatingsvalið og so løgtingsvalið og nú er so fólkaatkvøða í Danmark um Amsterdamtraktatina. Hetta hevur gjørt, at enn er einki gjørt. SPURNINGURIN er nú, hvat landsstýrið ætlar at gera. Eftir okkara
HÓAST tað er skeivt at halda javnaðarflokkin uttan fyri, og at tað ikki er í tráð við demokratiska andan, at so lítil flokkur sum sjálvstýrisflokkurin fær so stóra ávirkan og umboðan, fara vit - nú samgongan [...] samgongan er skipað - kortini at vóna, at landsstýrið fer at reka ein politikk, ið er í tráð við fólksins vilja og gagnar teimum mongu. Tíanverri lovar samgonguskjalið ikki væl, hyggja vit eftir borgarligu [...] má landsstýrið eisini loyva andstøðuflokkunum og her ikki minst javnaðarflokki at seta síni fingramerki á komandi útviklingin. Eftir okkara tykki er tað týdningarmikið, at javnaðarflokkurin serliga verður
Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi [...] fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um taktikk, sum víst á omanfyri. Tí tað er eingin meining í at skipa eitt [...] lata tjóðveldisflokkinum fiskivinnumálini ella fíggjarmálini. ER hetta so og hetta er orsøkin til nýggjasta kravið frá fólkafloksleiðsluni, so er lítið at byggja hesa samgonguna á. Hava fólkafloksmenn ikki
framyvir. Føðingardagsbarnið, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar og nú er at meta sum ein unglingi, er Norðurlandahúsið. Fimtan ár á baki er einki at tosa um, men tá hugsað verður, hvussu nógv lív og lívsgleði [...] sítt til, at umheimurin er vorðin kunnugur við Føroyar og fólkið her búleikast. Tað hevur eisini verið við til at skapa virðing millum ymsar stættir í samfelagnum. Vit hugsa her m.a. um tann óbeinleiðis [...] og livandi mentan er deyðføtt. Eitt samfelag uttan eitt sunt og virkið vinnulív er eisini deyðføtt. Men eitt samfelag, sum bæði hevur eina livandi mentan og eitt virkið vinnulív, er nakað tú kanst byggja
fólkafloksmenn verið illoyalir, tá óstóð. Tað er líkasum at sosialistahatur ÓB´s er vorðið so inngrógvið í pørtum av fólkaflokkinum, at flokkurin, tá ástendur, ikki er førur fyri at taka nóg skilagóðar avgerðir [...] Føroyum og føroyingum ta besta og mest breiða stýri hugsast kann. Hetta er umráðandi, nú stórar og týðandi avgerðir skulu takast. Her hugsa vit um samráðingarnar við danir um bankaendurgjald, afturrindan [...] menna vælferðarsamfelgið samtíðis sum vit taka størri sjálvstýri, er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina vælvirkandi vinnu. Hetta er tað, sum ein breið samgonga eigur at seta sær sum stevnu og borga fyri