Nýggir og áhugaverdir tónar

Tað eru nýggir tónar, at landsstýrið nú vil tosa um bankaendurgjald og skuld undir einum og tengja hesi saman

TAÐ eru óhugaverdir tónar, sum koma frá Tinganesi og Christiansborg í hesum døgum. Eftir tí sum Sosialurin hevur fingið at vita, so er landsstýrið nú sinnað til at samráðast við danir um bæði bankaendurgjald og uttanlandsskuld undir einum. Haraftrat er danska stjórnin sinnað til at ganga føroyingum á møti í sjálvstýrismálinum og er sinnað til at fáa loyst skuldarspurningin so ella so. Danmark hevur ongan áhuga í at hava leiklutin sum hjálandaveldi mótvegis Føroyum sigur Lykketoft í samrøðu við blaðið í dag.


HVAT viðvíkur tí at samráðast um bankaendurgjaldið og sjálva skuldina til Danmark undir einum, so eru tað nýggir tónar frá føroyskari síðu. Tí higartil hevur verið hildið fast uppá, at bankaendurgjaldsspurningurin skal als ikki tengjast saman við spurninginum um sjálva skuldina. Tað hevur so eftir øllum at døma eydnast danska fíggjarmálaráðharranum undir vitjan síni í Føroyum at sannføra landsstýrið um, at tað er skilagott at tosa saman um og tengja bæði bankaendurgjald og skuld saman. Haraftrat kemur so eisini spurningurin um blokkin.


HETTA er so ikki í tráð við tey signal, sum fingust úr Tinganesi seinast fríggjakvøldið eftir fundin millum Lykketoft og landsstýrið. Tá varð nevniliga hildið, at partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum, og at Lykketoft var farin aftur til Danmarkar sum av torvheiðum.


NÚ hava vit so orðini hjá Lykketoft og eisini frá landsstýrinum um, at partarnir eru kanska ikki so langt frá hvørjum øðrum, sum annars hildið. Hetta er so ein nýggj og áhugaverd støða. Tað, sum er mest umráðandi, er at føroyingar og danir semjast um nakað, sum gagnar í fyrsta lagi Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum. Hinvegin eru tað danir, sum hava tikið um endan í skuldarspurninginum, og tí er tað greitt, at her eru tað báðir partar, sum seta dagsskránna, og ikki bara annar parturin, soleiðis sum tað var í flestu førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum.


SJÁLVANDI hevur tað týdning fyri Føroyar at verða reinsaður í bankamálinum og at fáa uppiborið endurgjald. Í hesum sambandi er tað eisini umráðandi, at danir viðganga síni mistøk. Hinvegin eru tað danir, sum standa sum lángevari, tá talan er um skuldina. Og har mugu vit so bara biðja til, at teir vilja vísa ein góðan vilja. So samanumtikið er her talan um at fáa tveir partar at lurta og tosa við virðing hvør fyri øðrum.


ANNARS kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvat andstøðuflokkarnir á tingi halda um nýggju støðuna, ið hevur tikið seg upp, nú landsstýrið einki hevur ímóti at tengja spurningin um bankaendurgjald og um skuldina saman. Tí nettup fyrrverandi løgmaður hevur alla tíðina greitt víst á, at hesi bæði tingini máttu ikki blandast saman.